Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Barna Grand Prix 2 í Kollafirði

Barna Grand Prix 2 í Kollafirði

Komandi leygardag, 22. februar kl. 10.00, verður kviktalvkapping fyri børn telvað í skúlanum í Kollafirði. Øll er vælkomin at luttaka í kappingini.

Talan er um 2. kapping av 5, har luttakararnir kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin er skipað í tveimum bólkum. 4. flokkur og yngri og 5. flokkur og eldri. Telvað verður 6. umfør við tíðini 10 min. + 5 sek.

Melda til í seinasta lagi fríggjadagin 21. februar kl. 18.00, við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. Tá meldað verður til, skal navn og føðidato upplýsast.

Børnini eru vælkomin at luttaka í hesi kapping, sjálvt um tey ikki ætla at luttaka í øðrum Barna Grand Prix kappingum.

Barna Grand Prix

Til hvørja einstaka Barna Grand Prix kapping verður møguligt at vinna heiðursmerkir. Fyri at verða við í samlaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 3 av 5 kappingum, harav ein av teimum 3 skal verða finalan.

Barna Grand Prix kappingarnar verða telvaðar hesar dagar: 25. januar, 22. februar, 1. mars, 23. mars og finalan 30. mars.

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Sí eisini

Vágamenn tátta í

Sandavágsmenn nærkast nú havnarmonnum í landskappingini í talvi. Munurin millum oddaliðini styttist við einum stigi í dag.  Vágamenn gjørdu bart í sjeynda umfari og vunnu 4-0 á B-liðnum hjá Havnini. Sama hál gjørdu klaksvíkingar móti kollfirðingum. FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag vann 3-1 á Klaksvík B.