Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Vágamenn dragna

Vágamenn dragna

Havnarmenn styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi um vikuskiftið, tá sjøtil varð settur á seinnu leikhálvu. 

Føroyameistarnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig afturum Havnina. 

Telvað var í øllum deildum sunnudagin.

Í 1 deild høvdu liðini úr somu feløgum sínar seinnu innanhýsis dystir. Stórur munur er á A- og B-manningini hjá Havnar Telvingarfelag, í Klaksvíkar Talvfelag er munurin minni.

Sandavágsmenn mistu í kappingini við Havnar Telvingarfelag. Óvæntað eydnaðist ungu manningini hjá uppflytarunum úr Kollafjarðar Talvfelag at fáa hálvtannað stig í Vágum. Tað bøtir ikki um støðuna hjá sandavágsmonnum, at Rógvi Egilstoft, sum í løtuni búleikast í Spania, so sjáldan er tøkur til dystirnar í Føroyum.

Tað kemur tí væl við, at vágamenn í tí 19 ára gamla Jón í Horni Nielsen tykjast hava nýggjan stórtelvara á veg. Men ein strika í rokningini mundi tað vera, at fleirfaldi føroyameistarin Torkil Nielsen á øðrum sinni í vetur mátti dvína fyri unglinginum Markusi Jacobsen, ið situr á fjórða borði hjá kollfirðingum. 

Sum heild má sigast, at unga kollafjarðarmanningin – uttan Hans Kristian Simonsen, ið bara sæst til hissini einstaklingakappingar – hevur staðið seg óføra væl, og nú hevur tikið seg av niðurflytingarplássinum.

1 deild (6 umfar)

Havnin A. – Havnin B. 4 – 0
Helgi Dam Ziska – Elias Petersen 1 – 0
Luitjen Akselsson Apol – Heiðrikur Jacobsen 1 – 0
Carl Eli Samuelsen – Øssur Joensen 1 – 0
Herluf Hansen – Jóannes Guttesen

Sandavágur – Kollafjørður 2½ – 1½
Høgni Egilstoft Nielsen – Árant Djurhuus 1 – 0
Silas Eyðsteinsson – Rógvi Mørkøre ½ – ½
Jón í Horni Nielsen – Karl M. Dahl 1 – 0
Torkil Nielsen – Markus Jacobsen 0 – 1

Klaksvík A. – Klaksvík B. 2½ – 1½
Ólavur Simonsen – Haldur S. Johansen 1 – 0
Rani Baldursson – Steintór Rasmussen 1 – 0
Heðin Gregersen – Ingolf Gaard ½ – ½
Terji Petersen – Tummas M.Sólsker 0 – 1

Støðan 1 deild
Havnin 19½ stig
Sandavágur 17
Klaksvík 14
Klaksvík B. 8
Kollafjørður 7½
Havnin B. 6

Fleiri um boðið

Vágamenn halda kósina sum oddalið í 2 deild, men fleiri lið eru í hølunum á teimum.

Sandavágsmenn vunnu tepran sigur á toftamonnum, sum ikki høvdu Jens Chr. Hansen tøkan. Jón Atlason Gregersen tryggjaði vágamonnum sigurin við at vinna á fyrrverandi føroyameistaranum Boga Ziska á øðrum borði. Javnt var á hinum trimum borðunum.

Klaksvíkingar eru næstir vágamonnum eftir 3-1 sigurin á teimum inni á Skálafjørðinum. Javnt á fremru borðunum, á aftaru borðunum vunnu klaksvíkingar. Hjá Rógva Heinason Olsen, ið er sonur fleirfalda føroyameistaran Heina Olsen, sæst stórur framburður.

Í innanhýsis dystinum í Havn var tað unga B-manningin, sum vann á A-manningini. B-manningin, við unglingaføroyameistarunum Petur G. Magnussen (2023) og Brestir Samuelsen (2021) á fremru borðunum, hevur nú otað seg heilt fram í oddastríðið í deildini. 

Ein triði unglingaføroyameistari, Jóhan Sivertsen, sum vann sítt unglinga FM-heitið í 1983, telvaði sunnudagin sítt fyrsta talv í tretivu ár. Við ongum ratingtali var hann settur á fjórða borð á B-liðnum, men hann telvaði sera væl og sannførandi og vann spælandi. Eitt flott comeback hjá einum gávaðum telvara, ið gavst alt ov tíðliga, men nú – 59 ára gamal – settist hann við borðið aftur.

2 deild (6 umfar)

Sandavágur – Toftir 2½ – 1½
Bernhard Augustinussen – Andrias Danielsen ½ – ½
Jón Atlason – Bogi Ziska 1 – 0
Jónfinn Thomsen – Andreas Andreasen ½ – ½
Johnny Petersen – Jógvan Ingvard Hansen ½ – ½

Klaksvík – Kongshavn 3 – 1
Finnbjørn Vang – Brandur Højgaard ½ – ½
Einar Gregersen – Meinhard Danielsen ½ – ½
Rókur Davidsen – Jens á Líknagøtu 1 – 0
Rógvi Heinason Olsen – Gunnleif Rasmussen 1 – 0

Havnin B. – Havnin A. 3 – 1
Petur G. Magnussen – Óli Joensen ½ – ½
Brestir Samuelsen – Poul Poulsen 1 – 0
Eyðun L. Staksberg – Sveinur M. Nolsøe ½ – ½
Jóhan Sivertsen – Jón Andreasen 1 – 0 

Støðan 2 deild
Sandavágur 15
Klaksvík 14
Havnin B. 13½
Toftir 11½
Havnin A. 9½
Kongshavn (Runavík) 8½

Sundalagsmenn fremstir

Í 3 deild tykjast trý lið vera í harðari kapping um uppflyting. Sundalagsmenn í Róki hava verið fremstir higartil, men tvey av gomlu 1 deildarliðunum, Vestmanna og Gøta, eru í hølunum á teimum.

3 deild (6 umfar)

Vestmanna – Rókur 2 – 2
Havnin – Gøta ½ – 3½
Kollafjørður – Sandavágur 2 – 2

Støðan 3 deild

Rókur 15½ stig
Gøta 14½
Vestmanna 14
Kollafjørður 12½
Sandavágur 9½
Havnin 6

4 deild

Í fjórðu deild eru liðini tíggju í alt. Sunnudagin var fimta umfar á skránni.

4 deild (5 umfar)
Toftir – Sandavágur B. 0 – 4
Havnin – Gøta 2 – 2
Strendur A. – Sandavágur A. 3 – 1
Strendur B. – Rókur 2½ – 1½
Suðuroy – Klaksvík ½ – 3½

Støðan 4 deild
Klaksvík 17½ stig
Sandavágur B. 13
Strendur A. 11
Gøta 11
Sandavágur A. 10½
Suðuroy 10
Rókur 10
Strendur B. 6
Toftir 5½
Havnin 5½

Telvað verður aftur annan sunnudag, 9 februar. Tá eru dystirnir í sjeynda umfari fyri. Landskappingin í talvi endar 22 mars.

Sí eisini

Aðalfundur verður 26. februar 2025

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 26. februar 2025 kl. 19:00 í Skúlanum í …