Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur verður 26. februar 2025

Aðalfundur verður 26. februar 2025

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður mikudagin tann 26. februar 2025 kl. 19:00 í Skúlanum í Kollafirði.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. 13. februar 2024.

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

Uppskot kunnu sendast umvegis teldupost á ingi@faroechess.com 

Bjóðað verður kaffi, te og afturvið.

Skrá sambært lógunum:

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

Í nevndini sita:

Ingi Wiberg, formaður (stendur fyri vali)

Katrin Didriksen Apol, varaforkvinna 

Herborg Hansen, skrivari (stendur fyri vali)

Karl Marius, kassameistari

Tummas Martin Sólsker, eykalimur (stendur fyri vali)

Møtið fjølment !
Nevndin

Sí eisini

Vágamenn dragna

Havnarmenn styrktu um oddastøðuna í landskappingini í talvi um vikuskiftið, tá sjøtil varð settur á seinnu leikhálvu.  Føroyameistarnir úr Havn gjørdu bart við 4-0 sigri, sandavágsmenn mistu í sínum lagi hálvtannað stig í sínum dysti, og eru tí farnir hálvttriðja stig afturum Havnina.