Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / INNBJÓÐING: Kjølur Open 2025
Kjølur

INNBJÓÐING: Kjølur Open 2025

Klaksvíkar Talvfelag bjóðar til GP 7, Kjølur Open, vikuskiftið 31. januar – 02. februar

Stað:

Hølini hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu

Telvað verður soleiðis:
Kappingin byrjar fríggjadagin 31. januar kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað.
Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. (Langtalv)
Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30. (Langtalv)

Tíð:
Kviktalv: 10 min. + 5 sekund fyri hvønn leik
Langtalv: 90 min. + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar:
Nr. 1 – 1500 kr.
Nr. 2 – 1000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.
Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt 2 x ratingvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 31. januar.

Tilmelding:
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com
Tilmeldingar higartil kann síggjast her: Tilmelding

Møtið Fjølment !
Klaksvíkar Talvfelag

Sí eisini

Komandi FM-kongurin

Høgni Egilstoft Nielsen – fimmfaldi FM-meistarin. Metið er í eygsjón. 27 ára gamli Høgni Egilstoft …