Helgi Dam Ziska hevur nú rættiliga lagt seg út í oddastríðið í altjóða talvkappingini Runavík Open í Løkshøll. Føroyski stórmeistarin vann í dag við svarta fólkinum í fínum talvi á danska stórmeistaranum Jakob Vang Glud.
Helgi fekk eina dynamiska støðu, sum fitt av spæli var í, tá vinmaður og liðfelagi hansara í Phildor sneiddi av kós í tí vanligu kongaindisku byrjanini, sum Helgi ætlaði sær í. Helgi var framfýsin og fekk lív í støðuna. Til endans kundi hann loyva sær at offra býtismun, sum hann fekk aftur við rentum og vinnandi støðu. At síggja til ein væl upplagdur og sannførandi Helgi. Les meira »