Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Tepur ósigur

Tepur ósigur

Føroyar taptu í dag 2½-1½ fyri Bosnia-Herzegovina á talvolympiaduni í Batumi í Georgia.

Bosnia-Herzegovina er styrkismett væl ovari enn Føroyar, og var tí favorittur at vinna dystin. Kortini kundi úrslitið lættliga verið eitt annað.

Dysturin stóð til at enda javnur 2-2, tí John Rødgaard tóktist hava tamarhald á støðuni í endaspælinum móti stórmeistaranum Dalibor Stojanovic, men eitt grovt mistak spilti honum talvið. Tað plagar ikki at vera John fyri at gera slíkar brølarar. Hann hevði telvað lýtaleyst til hann mistók seg so, at alt fór fyri skeyti í einum leiki.

Martin vann

Martin Poulsen var dagsins hetja. Honum so líkt er byrjanarspælið okkurt heimabryggj, sum hann tekur mótstøðumannin á bóli við. Hesaferð hevði hann støvað av gomlu Larsen-byrjanina, sum nú er næstan burturløgd. At hann býtti upp bisp fyri riddara beinanvegin mundi eisini koma óvart á mótstøðumannin. Um byrjanarspælið veruliga er haldgott, man vera ivasamt, men væl riggaði. Í miðspælinum útspældi hann mótstøðumannin Riad Burovic, sum hevur  útivið hálvtannaðhundrað ratingstig fleiri. Sjálvur endabresturin var snøggur. Flott Martin!

Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði við svarta fólkinum remis á 1. borði móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum Helgi annars vann á  í 2016, tá Føroyar púra óvæntað vunnu 2½-1½ á Bosnia-Herzegovina. Á 3. borði noyddist Olaf Berg at lúta fyri altjóða meistaranum Dejan Marjanovic, sum Sjúrður Thorsteinsson annars koppaði í Baku fyri tveimum árum síðani.

Bosnia-Herzegovina er nógv viknað síðan glæsiligu úrslitini í 90-unum, tá landið skipaði seg sjálvstøðugt eftir at Jugoslavia datt sundur í blóðuga borgarakrígnum á Balkan. Besta úrslitið hevði Bosnia-Herzegovina í 1994, tá teimum eydnaðist at gerast nummar tvey í OL-stevnuni í Moskva. Oddamenninir tá vóru føroyavinirnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov, sum í síni tíð vóru í topp 20 í heiminum, men sum ikki longur telva fyri heimlandið. Tann 50 ára gamli Ivan Sokolov sæst nú í staðin sum væl upplagdur, dagligur viðmerkjari á heimasíðuni chess 24, sum sendir beinleiðis frá olympiaduni.

Malta í triðja umfari

Eftir annað umfar eru Føroyar nummar 62 í røðini av teimum 185 liðunum í almennu kappingini. Í fyrsta umfari vunnu Føroyar 3½-½ á Sierra Leone.

Í triðja umfari í morgin mikudagin telva Føroyar móti Malta.  Teimum plaga vit at knógva í kappingunum fyri smátjóðir í Evropa. Malta er styrkismett nummar 129 Í OL – Føroyar nummar 76.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …