Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Aðalfundur 21.09.18 kl 19.00

Aðalfundur 21.09.18 kl 19.00

Aðalfundurin hjá Talvsambandi Føroya verður 21. septembur kl 19.00 í hølunum hjá TSF. Addressan er Klaksvíksvegur 68, 700 Klaksvík.

Gráur bygningur á høgru síðu, niðanfyri gamla Sjóvinnubankan, omanfyri Heimið við Vágna – við síðunnar av Rúsuni.

Uppskot til viðgerðar á aðalfundinum skulu vera skrivlig og skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin, t.v.s. tann 7. septemburur 2018.

 

Uppskot skulu verða liðugt orðað – sett fram av talvfeløgum ella nevnd TSF – og greið at seta til atkvøðugreiðslu.

 

Skrá sambært lógunum:

 

  1. Formaðurin greiðir frá virki felagsins í farna ári
  2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
  3. Nevndarval
  4. Val av 2 grannskoðarum
  5. Val av 2 dómsnevndarlimum
  6. Innkomin uppskot
  7. Limagjald
  8. Ymiskt

 

Í nevndini sita:

 

Finnbjørn Vang, form.

John Rødgaard

Ingolf Gaard

Elmar R. Fjallheim

Liljan Jacobsen

 

Møtið fjølment !

 

NEVNDIN

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …