Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Føroyar taptu tepurt

Føroyar taptu tepurt

Føroyar taptu tepurt 2½ – 1½ fyri Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympiaduni í Georgia dag.

Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt á fyrsta borði. John Rødgaard og Olaf Berg taptu.Dysturin sá út til at enda javnur, men John Rødgaard, sum sat við síðsta talvinum, tapti í javnari støðu eftir stórt mistak í 51-instjúgunda leiki.
Bosnia-Herzegovina er styrkismett hægri enn Føroyar og var favorittur at vinna dystin.
Bosnia-Herzegovina hevur staðið seg væl á talvolympiadum síðan tað gjørdist sjálvstøðugt eftir borgarakríggið á Balkan fyrst í 90-unum. Besta OL-úrslitið er annaðplássið í 1994.
Føroyar vunnu í gjár 3½ – ½ á Sierra Leone.
Triðja umfar er í morgin. Hvat mótstøðuliðið hjá Føroyum verður er ikki greitt fyrr enn seinni í kvøld.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.