Runavíkar Talvfelag bjóðar, saman við Talvsambandi Føroya, til føroyameistaraskapið í talvi fyri einstaklingar í 2020. Les meira »
Seinastu Tíðindini
Snartalvkapping fyri smálandatjóðir á lichess.org – allir føroyingar kunnu luttaka
Sunnudagin 28. juni, frá kl. 15.30 til kl. 18, skipar European Small Nations Association (ESNA) fyri eini online liðkapping í snartalvi (5 min + 3 sek).
Telvað verður ímóti hinum smálandatjóðunum, og allir føroyskir telvarar kunnu luttaka í kappingini. Les meira »
Tað er mangur leikur í longum talvi
Havnar Telvingarfelag vann
Havnin vann í dag í stórum stíli FM-finaluna í landskappingini móti meistaraliðnum hjá Sandavágs Talvfelag.
Havnarmenn høvdu knívin á barkanum fyri dystin í seinasta umfari á Giljanesi í dag, tí treytin var, at teir vunnu í minsta lagi 3-1, skuldu teir taka meistaraheitið frá vágamonnum. Úrslitið gjørdist 3½-½ til havnarmenn. Les meira »
FM finalan beinleiðis
Avgerandi FM dysturin millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingar felag kl. 14, kann síggjast á http://live.faroechess.com/lid2020/live.html ella http://live.faroechess.com/lid2020/tfd.htm
Sandavágur ella Havnin
FM-finala á fýra borðum
Endaumfarið verður 23. mai
Eftir at tilmælið um frástøðu bleiv broytt frá tveimum metrum niður í ein metur, verður nú mett ráðiligt, at síðsta umfar í liðkappingini kann verða telvað. Umfarið verður telvað 23. mai kl. 14:00. Les meira »
Kappingar á netinum í mai
Síðani Coronavirusið byrjaði at herja, hevur nógv telving verið á netinum. Talvsamband Føroya hevur skipað fyri kappingum á heimasíðuni chess.com. Nógvar kappingar verða eisini í mai mánaði. Øll eru vælkomin at luttaka. Les meira »
Samandráttir frá aðalfundunum
Aðalfundur Talvsambandsins varð hildin 30.09.2019 (við eyka-aðalfundi 11.03.2020)
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess