Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Kjølur-Open 2021

Kjølur-Open 2021

Kjølur-Open verður telvað vikuskiftið 12.-14. februar 2020. Telvað verður í Spaniustovu. Øll eru vælkomin at lutttaka í kappingini.

Tilmeldingar higartil: Trýst her

7 umfør verða telvaði í kappingini. 3 kviktalv, sum verða telvaði fríggjakvøldið og 4 langtalv, sum verða telvaði leygardagin og sunnudagin.

Telvað verður soleiðis:

Fríggjakvøldið kl. 19:00 verða 3 kviktalv telvað.

Leygardagin kl. 10:00 og 15:00 verða 4 og 5 umfar telvað.

Sunnudagin kl. 12:30 og 16:30 verða 6 og 7 umfar telvað.

Tíð:

Kviktalv: 10 min. + 5 sek/leik

Langtalv: 90 min + 30 sek/leik

Vinningar:

  1. 1.000 kr.
  2. 650 kr.
  3. 350 kr.

2 x ratingsvirðislønir á 300 kr.

Allir luttakarar eru við í lutakasti um gávukort frá pizzaria Hjá Frank.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 740400, í seinasta lagi hóskvøldið 11. feb.  kl. 20.00.

 

Møtið fjølment!

Klaksvíkar talvfelag

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

one + seven =