Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Sandavágsmenn í stórum stíli

Sandavágsmenn í stórum stíli

Fyrsta lið hjá Sandavágs Talvfelag er flúgvandi. Vágamenn vunnu í sjeynda umfari í dag ein knúsandi sigur á øðrum liði hjá Havnar Telvingarfelag, og hava nú vunnið seg trý stig framum A-liðið hjá Havnar Telvingarfelag í fremstu deildini í landskappingini fyri feløg.

Havnarmenn høvdu mannað seg væl á B-liðnum til dystin móti Sandavágs Talvfelag. Carl Eli Samuelsen og Luitjen Akselsson Apol mannaðu fremru borðini, á aftaru borðunum telvaðu Rógvi Mortensen og Suni Merkistein. Men alt til fánýtis. Vágamenn vóru náðileysir og vunnu á øllum borðum. 
 
Rógvi Egilstoft Nielsen, Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen er fasta manningin hjá Sandavágs Talvfelag, og hóast tríggir spæla fótbólt í fremstu deildunum, so hava teir eisini orku til at telva ímillum allar dystirnar. Her er talan um óførar ítróttarmenn.
 
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum telvaðu spennandi finalu um FM-heitið 2020 í einstaklingstelving, møttust aftur í dag. Og aftur var tað tann eldri, sum vann á tí yngra.
 
 
Havnarmenn dragna
 
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag hevur ilt við at halda tørn í toppinum. Sigrarnir eru ikki so sannførandi sum hjá vágamonnum. Hóast havnarmenn høvdu mannað seg væl til dystin í dag, so var tað við bit og slit, at teir knógvaðu øðrum liði hjá klaksvíkingum.
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska mátti annan dystin á rað sættast við javnleik. Ímóti sær á fyrsta borði hevði hann ein vælleikandi Terja Petersen. Hóast meira enn 500 ratingstig vóru á muni, stóð klaksvíkingurin stinnur, og hevði kanska munin í støðuni, tá ið givið varð upp fyri javnt. Og á fjórða borði tapti Sjúrður Thorsteinsson við hvíta fólkinum fyri Esbern Christiansen. Hetta kom eisini heldur dátt við, tí Sjúrður hevur meira enn 300 ratingstig fleiri enn Esbern. 
 
Havnarmenn gjørdu bart á miðborðunum. Olaf Berg vann á triðja borði á Ingolfi Gaard, og sum so ofta fyrr, var tað Martin Poulsen á øðrum borði, sum tryggjaði havnarliðnum sigurin. Haldur Suni Johansen, sum hevur staðið seg væl, síðan hann legði í vaðið aftur, átti av røttum av at fingið talvið javnt, men Martin er stríðsmaður við lít, og helmaði ikki, fyrr enn lúgvaði mótstøðumaðurin í fimta tíma snávaði í tekniskt jøvnum endatalvi.
 
 
 
Klaksvíkingar á veg
 
Nýggi stórmeistarin í Klaksvík, Vladimir Hamitevici, var ikki við á A-liðnum hjá klaksvíkingum í dag, tí hann er mynstraður við Norðsøka. Klaksvíkingar vunnu kortini stórsigur á kollfirðingum, sum ikki vóru so væl mannaðir í dag. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Tummas Martin Sólsker vunnu á Bernhardi Thomsen, Hanusi Joensen og Rógva Mørkøre, men á triðja borði eydnaðist strandinginum Eivindi Jacobsen at fáa remis móti Steintóri Rasmussen.
 
 
7. umfar (7. februar)
Havnin B – Sandavágur 0-4
Havnin A – Klaksvík B 2½-1½
Klaksvík – Kollafjørður3½-½
 
 
Støðan í 1. deild:
1. Sandavágur 20½ stig
2. Havnin 17½
3. Klaksvík 15½
4. Klaksvík B 11½
5. Kollafjørður 9 ½
6. Havnin B 9 ½
 
 
Vestmenningar suverenir
 
Hóast trý umfør eru eftir í landskappingini, er leiðslan hjá vestmenningum í 2. deild nú so mikið trygg, at uppflytingin í 1. deild fer neyvan at svitast.
 
Í dag vunnu vestmenningar stórsigur 3½-½ á góðu ungdómsmanningi hjá Klaksvíkar Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, Martin Brekká og Alfred Olsen. Klaksvíksunglingarnir vóru Janus Skaale, Heðin Gregersen, Einar Gregersen og Flóvin M. Tummasarson.
 
Sandavágsmenn vunnu á kollfirðingum, og botndystin vunnu havnarmenn á runavíkingum. Úrslit og støðan í 2. deild:
 
2. deild (7. umfar)
Vestmanna – Klaksvík 3½-½
Kollafjørður – Sandavágur 1½-2½
Runavík. – Havnin 1½-2½
 
Støðan 2. deild
Vestmanna 22
Sandavágur 14
Kollafjørður 14
Klaksvík 13½
Havnin 13
Runavík 7 ½
 
Dystirnir í 3. deild og unglingadeildini verða komandi vikuskifti.
 
Dystirnir í áttanda umfari í 1. deild verða 21. februar. Tá eru dystirnir hesir: Sandavágur – Klaksvík A, Kollafjørður-Havnin A og Klaksvík B – Havnin B.
 
Tíggjunda og síðsta umfar verður 13. mars

Sí eisini

NM fyri gentir – gott hál seinastu umførini

Sunnudagin endaði NM kappingin fyri gentir, og seinastu tvey umførini fingu okkara gentir góða úrtøku, …