Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Nýggi stórmeistarin gjørdi bart

Við nýggja moldovska stórmeistaranum sum oddamanni eydnaðist Klaksvíkar Talvfelag sunnudagin at steðga sigursgonguni hjá vágamonnum í landskappingini í talvi. Dysturin á Giljanesi í áttanda umfari millum Sandavág og Klaksvík endaði javnur 2-2. 

Vladimir Hamitevici var ógvuliga sannførandi á 1. borði, og vann leikandi lætt á Rógva Egilstoft Nielsen. Vladimir rør út við Norðsøka, men teir lógu inni fyri veður í dag. 
 
Ernaður av góða styrkinum á liðnum gjørdi Ólavur Simonsen á øðrum borði stórmeistaranum bragdið eftir og koppaði føroyameistarnum Høgna Egilstoft Nielsen. Tað er rárasta hending, at báðir Egilstoft-brøðurnir tapa í sama dysti. Sandavágsmenn svaraðu kortini aftur á aftaru borðunum. Har vunnu Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen á ávikavist Rana Nolsøe og Terja Petersen.
 
Vladimir Hamitevici – spældi Rógva Egilstoft Nielsen niður.
 
Hanus útinti sensasjónina
 
Javnleikurin í Vágum gav FM-liðnum hjá Havnar Telvingarfelag eitt gylt høvi at fáa veruligan spenning í aftur oddastríðið, men teir tóku ikki rættiliga av. Gaman í vunnu teir 3-1 á kollfirðingum, men her var mann móti manni so stórur munur á øllum borðum, at einki uttan 4-0 var nøktandi, nú endaspurturin nærkast.
 
Tað kom tí havnarmonnum dátt við, at Olaf Berg mátti dvína fyri Hanus Joensen á øðrum borði. Hanus var í síni tíð ein av bestu telvarum í Føroyum – føroyameistari í 1977 – men veteranurin er rímiligt dragnaður afturúr tey seinnu árini, og er útivið 500 ratingstig aftari enn mótstøðumaður hansara í dag. Talan er tí næstan um eina sensasjón. Men veruleikin er, at Hanus telvaði væl – eins væl, og tá hann í 70-unum var í fremstu røð – og vann at síggja til ein sannførandi sigur.
 
Hanus Joensen tók øll á bóli í dag við flottum sigri á Olaf Berg.
 
Hinir á havnarliðnum gjørdu sína skyldu. Helgi Dam Ziska vísti stórmeistarstyrki á 1. borði og vant úr Kára Petersen – eisini gamal OL-telvari eins og Hanus – og á aftaru borðunum vunnu Luitjen Akselsson Apol og Sjúrður Thorsteinsson á Eivind Jacobsen og Rógva Mørkøre. 
 
Triði dysturin í 1. deild stóð millum B-liðini hjá Klaksvík og Havnini. Havnarmenn vunnu tepran sigur. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á Steintór Rasmussen og Haldur Suna Johansen, Ingolf Gaard vann á Suna Merkistein, og talvið millum Rana Baldursson og Herluf Hansen endaði javnt.
 
Í tráa andglettinum uttanfyri Skákið á Akursmørk eftir dystin tosaðu teir tríggir elstu sínamillum um, hvørt tað mundi vera tilvild ella ei, at allir, ið taptu, vóru í + 50 aldursflokkinum. Men tá høvdu teir ikki frætt, at 70 ára gamli Hanus Joensen í sínum fyrsta sigri í vetur hevði prógvað, at enn eru knotur í føroyskum kongum.
 
 
1. deild (8. umfar)
Sandavágur – Klaksvík 2 – 2
Kollafjørður – Havnin 1 – 3
Klaksvík B – Havnin B. 1½ – 2½
 
 
Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 22½
2. Havnin 20½
3. Klaksvík 17½
4. Klaksvík B 13
5. Havnin B 12
6. Kollafjørður 10
 
 
Vestmanna uppfluttir
 
Hóast tvey umfør eru eftir í kappingini, er longu greitt, at Vestmanna Talvfelag hevur vunnið 2. deild og vissað sær sætið í 1. deild komandi kappingarár. 
 
Eftir dystirnar í áttanda umfari, eru vestmenningar heili átta stig undan fremsta kappingarneytanum. Teoretiskt kunnu kollfirðingar fáa vestmenningar aftur, men so skulu vestmenningar einki stig fáa aftrat, og kollfirðingar vinna báðar dystirnar 4-0, sum eftir eru. Øll vita, at tað fer ikki at henda.
 
Vestmenningar vunnu knúsandi 3½-½ útisigur á næstbesta liðnum hjá Sandavágs Talvfelag. Á vestmannaliðnum telvaðu Samson Højgaard, Jákup á Rógvi Andreasen, John Jacobsen og Alfred Olsen.
 
 
2. deild (8. umfar)
Sandavágur – Vestmanna ½-3½
Havnin – Kollafjørður ½-3½
Klaksvík – Runavík 2½-1½
 
Støðan í 2. deild
1. Vestmanna 25 ½
2. Kollafjørður 17½
3. Klaksvík 16
4. Sandavágur 14½
5. Havnin 13½
6. Runavík 9
 
 
Hinar deildirnar
 
Í 3. deild stendur kappingin millum sundalagsmenn, kollfirðingar og toftamenn. Hesir eru fremst av teimum seks liðunum í A-flokkinum í 3. deild. 
 
Á odda er Rókur, sum hevur heimstað á Oyri, men tað eru hvalvíkingar og hósvíkingar, sum manna A-liðið hjá felagnum. Her finna vit Finnbjørn Zachariassen og Gunnar Joensen, sum í síni tíð umboðaðu felagið Streym í Hvalvík/Streymnesi, sum eitt árið vann FM. Hinir eru Sámal Christiansen og Kim Durhuus, sum telvaðu við Hósvík í síni tíð – Sámal var okkurt árið á besta liðnum hjá Havnar Telvingarfelag, sum
var hansara barndómsfelag.
 
Hini seks liðini í 3. deild kappast fyri seg í einum B-flokki.
 
Í unglingadeildini er nú greitt, at Havnar Telvingarfelag hevur vunnið. Havnardreingir vunnu í vikuni avgerandi toppdystin móti Klaksvíkar Talvfelag. Eitt umfar er eftir, men ruddiligi 4-0 sigurin vissaði liðnum hjá Havnar Telvingarfelag FM-heitið. Teir fýra, sum vunnu í toppdystinum, vóru Elias Petersen, Brestir Samuelsen, Petur Magnussen og Janus Ferjá.
 
Hetta er fyrsta FM-kappingin í unglingadeildini fyri lið síðani 2012.
 
 
Endaspurturin
 
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Sunnudagin um eina vika, 28. februar, eru dystirnir í níggjunda umfari fyri.  Og leygardagin 13. mars verða seinastu leikirnir fluttir.
 
1. deild – 9. umf. (28. februar)
Klaksvík B – Sandavágur
Havnin – Klaksvík
Havnin B – Kollafjørður
 
1. deild – 10. umf. (13. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík – Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B
 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …