Olaf Berg (vm) og Carl Eli Samuelsen (hm) mannaðu fremru borðini hjá Havnini móti Vestmanna í dag. Havnarmenn vunnu 3½-½, og hava nú fingið vágamenn aftur.
Tað stendur aftur á jøvnum millum havnarmenn og sandavágsmenn í FM-kappingini í talvi. Bæði liðini vunnu ruddiliga í áttanda og triðisíðsta umfari í dag. Havnarmenn vunnu eitt hálvt stig í innanhýsis kappingini, og tað ber í sær, at bæði liðini hava 24½ stig hvørt eftir dystirnar í dag.
Vágamenn høvdu kanska heldur torførari mótstøðu, men vunnu 3-1 á besta liðnum hjá klaksvíkingum. Vágamenn vunnu við hvíta fólkinum á øðrum og fjórða borði. Á fyrsta borði endaði javnt millum Rógva Egilstoft og Ólav Simonsen. Á øðrum borði vann Høgni Egilstoft Nielsen á Rana Nolsøe. Føroyameistarin hevur vunnið øll átta talvini í vetur.
Havnarmenn fingu gott úrslit í Vestmanna, hóast hvørki Helgi Dam Ziska ella Martin Poulsen – báðir sterkastu telvararnir í Havn – vóru við. Á ovaru borðunum vunnu havnarmenn sannførandi, men á aftaru borðunum mátti arbeiðast harðari. Sjúrður stóð eitt sindur kroystur móti Martin Brekká, men loftaði sær javnleikinum, og á fjórða borði gav Alfred Olsen unga Luitjeni dygga mótstøðu, men Luitjen vann kringur torføra endatalvið.
Í triðja dystinum gjørdi B-manningin hjá Klaksvíkar Talvfelag bart og vant úr B-manning Havnar Telvingarfelags, sum kortini liggur fremri í kappingini.
1.deild, 8. umfar
8. Umfar tann 2022/02/27 kl. 14:00 |
Bo. |
6 |
Sandavágs Talvfelag 1 |
Rtg |
– |
2 |
Klaksvíkar Talvfelag 1 |
Rtg |
3 : 1 |
1.1 |
FM |
|
2361 |
– |
|
|
2217 |
½ – ½ |
1.2 |
FM |
|
2384 |
– |
|
|
2055 |
1 – 0 |
1.3 |
|
|
2046 |
– |
|
|
2030 |
½ – ½ |
1.4 |
|
|
2168 |
– |
|
|
1841 |
1 – 0 |
Bo. |
1 |
Vestmanna Talvfelag 1 |
Rtg |
– |
3 |
Havnar Telvingarfelag 1 |
Rtg |
½ :3½ |
2.1 |
|
|
1999 |
– |
FM |
|
2199 |
0 – 1 |
2.2 |
|
|
1969 |
– |
FM |
|
Samuelsen, Carl Eli Nolsoe |
|
2181 |
0 – 1 |
2.3 |
|
|
2059 |
– |
|
|
2128 |
½ – ½ |
2.4 |
|
|
1806 |
– |
|
|
2126 |
0 – 1 |
Bo. |
5 |
Klaksvíkar Talvfelag 2 |
Rtg |
– |
4 |
Havnar Telvingarfelag 2 |
Rtg |
3½: ½ |
3.1 |
|
|
1990 |
– |
|
|
2018 |
½ – ½ |
3.2 |
|
|
1994 |
– |
|
|
1975 |
1 – 0 |
3.3 |
|
|
1912 |
– |
|
|
1864 |
1 – 0 |
3.4 |
|
|
1862 |
– |
|
|
1785 |
1 – 0 |
Støðan í 1.deild eftir áttanda umfar
Rk. |
Lið |
1a |
1b |
2a |
2b |
3a |
3b |
4a |
4b |
5a |
5b |
6a |
6b |
TB1 |
TB2 |
1 |
Sandavágs Talvfelag 1 |
* |
* |
2½ |
|
2½ |
3 |
2½ |
4 |
4 |
|
3½ |
2½ |
24,5 |
16 |
2 |
Havnar Telvingarfelag 1 |
1½ |
|
* |
* |
3½ |
|
2½ |
2½ |
3½ |
3½ |
4 |
3½ |
24,5 |
14 |
3 |
Klaksvíkar Talvfelag 1 |
1½ |
1 |
½ |
|
* |
* |
2 |
|
3 |
3 |
3½ |
2½ |
17,0 |
9 |
4 |
Havnar Telvingarfelag 2 |
1½ |
0 |
1½ |
1½ |
2 |
|
* |
* |
3 |
½ |
3 |
|
13,0 |
5 |
5 |
Klaksvíkar Talvfelag 2 |
0 |
|
½ |
½ |
1 |
1 |
1 |
3½ |
* |
* |
2½ |
|
10,0 |
4 |
6 |
Vestmanna Talvfelag 1 |
½ |
1½ |
0 |
½ |
½ |
1½ |
1 |
|
1½ |
|
* |
* |
7,0 |
0 |
Føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs Talvfelag, hevur fult stigatal eftir átta umfør. Í dag vann hann á Rana Nolsøe.
Endaspurturin
Tvey umfør eru nú eftir í landskappingini í talvi. Skráin í 1. deild er henda:
9. umfar (13. mars)
Klaksvík B – Sandavágur
Havnin A – Klaksvík A
Havnin B – Vestmanna
10. umfar (26. mars)
Sandavágur – Havnin
Klaksvík A – Havnin B
Vestmanna – Klaksvík B