Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Hálvleikur í umdysti – Luitjen á odda

Hálvleikur í umdysti – Luitjen á odda

Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol í víggi. Luitjen hevur aftur vunnið á Høgna, og tikið leiðsluna í umdystinum. Men tað er mangur leikur í longum talvi.
Myndamaður: Jóanis Albert Nielsen.
 
 
Teir eru komnir hálvan veg í FM-umdystinum í kviktalvi á Giljanesi. Allir tríggir hava nú telvað eina ferð hvør móti øðrum. Nú taka teir eitt tørn aftrat við øvugtum litum.
 
Higartil hava úrslitini verið:
 
Rógvi Egilstoft – Luitjen Akselsson Apol ½ – ½
Høgni Egilstoft Nielsen – Rógvi Egilstoft ½ – ½
Luitjen Akselsson Apol – Høgni Egilstoft 1 – 0
 
Støðan:
Luitjen 1½
Rógvi 1
Høgni ½
 
Nú verður hildið fram í hesari røð:
 
Luitjen – Rógvi
Rógvi – Høgni
Høgni – Luitjen
 
Stendur á jøvnum eftir hetta millum tveir ella tríggjar, verður hildið fram við snartelving.

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.