Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úrslit og myndir frá BGP8 og 9

Úrslit og myndir frá BGP8 og 9

10. mars og 17. mars vóru 2 Barna Grand Prix kappingar, BGP8 og 9, ávikavíst í Vestmanna og Havn. Hettar vóru trið- og næstseinastu barnatalvkappingarnar í ár. Tann seinasta Barna Grand Prix kappingin og finalan verður komandi sunnudag í skótahúsunum í Klaksvík. Sí innbjóðing her.

 

Til báðar kappingarnar var býtt upp í 2 aldursbólkar: 4. fl. og yngri og 5. fl. og eldri. Telvað vóru 6 umfør og tíðin á klokkuni var 10 minuttir til hvønn telvara, umframt 5 sekund, sum vóru løgd afturat hvørjum leiki.

 

Í Vestmanna luttóku 28 børn og ung. 8 í eldra og 20 í yngra aldursbólkinum. Sum vant síggja vit afturvendandi nøvn í toppinum í tí yngra bólkinum, men hendan dagin var onkur útskifting. Baldur Jørgensen, sum hevur vunnið fyrr, vann aftur í dag sannførandi við fullum stigatali. Men á 2. plássi sóu vit hesaferð Natasju Mørkøre við 4,5 stigum – javnt við Andrew Xin á 3. plássi, tó við fleiri mótstøðustigum. 

 

Í eldra bólkinum vóru beiggjarnir Emil og Oskar Jamil javnir á 1. plássi við 4,5 stigum. Men Emil var tann, sum fór avstað við gullinum við fleiri mótstøðustigum. 3. plássið deildu Hanus á Lógv og Djóni Jacobsen við 4 stigum í part.

 

 

Í Havn fylgjandi vikuskiftið vóru 23 luttakarir. Hesaferð gjørdi Lisa Xin bart, og fór avstað við gullinum við 6 út av 6 stigum. Síðani var beiggi hennara, Andrew Xin, nummar 2 við 4,5 stigum, og á deildum 3. plássi vóru Elias Olsen og Dávid Lutzen við 4 stigum í part.

 

Í eldra bólkinum vann hendan dagin Hanus á Lógv gullið við 5.5 stigum. Herbert Johannessen fekk silvur fyri 5 stig og á 3. plássi var Djóni Jacobsen við 4 stigum.

 

 

Barna Grand Prix støðan

Nú verður spennandi at finna Barna Grand Prix vinnaran komandi vikuskifti. Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein haft møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum verður 7. apríl í Skótahúsunum í Klaksvík.

 

Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:

  • Nr. 1 fær 15 GP stig
  • Nr. 2 fær 12 GP stig
  • Nr. 3 fær 10 GP stig
  • Nr. 4 fær 9 GP stig
  • Nr. 5 fær 8 GP stig
  • Nr. 6 fær 7 GP stig
  • Nr. 7 fær 6 GP stig
  • Nr. 8 fær 5 GP stig
  • Nr. 9 fær 4 GP stig
  • NR. 10 fær 3 GP stig
  • NR. 11 fær 2 GP stig
  • NR. 12+ fáa 1 GP stig

Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.

Tá allar kappingarnar eru av verður vinnarin avgjørdur útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Tær ljóða soleiðis:

7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:

  • GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
  • Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
  • Luttikið í mest GP-kappingum
  • 2 x snartalv og sudden-death

Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.

 

Støðan í Barna Grand Prix kappingini eftir 9 kappingar er at síggja her

 

Sí myndir frá kappingini í Vestmanna niðanfyri.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …