Komandi sunnudag, 7. apríl, verður kviktalvkapping fyri børn í Skótahúsunum í Klaksvík (Gerðagøta 11). Talan er um seinastu kapping út av 10 av hesum slag, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Klaksvík byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða telvað í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek
Barna Grand Prix
Til hvørja einstaka barnakapping av hesum slag hevur ein møguleika fyri at vinna heiðursmerki. Tó fyri at kunna fáa plasering í yvirornaðu Barna Grand Prix kappingini krevst, at ein hevur luttikið í minst 5 kappingum, harav eisini finaluni, sum verður nú, 7. apríl.
Soleiðis vinnur man Grand Prix stig til hvørja kapping:
- Nr. 1 fær 15 GP stig
- Nr. 2 fær 12 GP stig
- Nr. 3 fær 10 GP stig
- Nr. 4 fær 9 GP stig
- Nr. 5 fær 8 GP stig
- Nr. 6 fær 7 GP stig
- Nr. 7 fær 6 GP stig
- Nr. 8 fær 5 GP stig
- Nr. 9 fær 4 GP stig
- NR. 10 fær 3 GP stig
- NR. 11 fær 2 GP stig
- NR. 12+ fáa 1 GP stig
Um javnstøða er, verða GP-stigini deild.
Tá allar kappingarnar eru av verður vinnarin avgjørdur útfrá somu leiðbeiningunum, sum hjá teimum vaksnu. Tær ljóða soleiðis:
7) Tá Grand Prix endastøðan verður gjørd upp, verður hetta gjørt soleiðis:
- GP stig í 5 teimum bestu kappingunum
- Úrslitið í 6. bestu kappingini verður tikið við
- Luttikið í mest GP-kappingum
- 2 x snartalv og sudden-death
Tað vil siga, at um Grand Prix poengini ikki avgera vinnaran og stendur á jøvnum, so hyggur man eftir næsta punkti. Um enn er javnt fer man til næsta punkt, osv.
Støðan í Barna Grand Prix kappingini eftir 9 kappingar er at síggja her.
Tilmelding
Til ber at tekna til Barna Grand Prix finaluna í Klaksvík á hesum leinkjum (freistin er leygardagin 6. apríl á middegi):