Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini (síða 106)

Seinastu Tíðindini

FM Ung-lið: Sandavágur tók alt !

 

Í bólkinum 4 flokkur og yngri, telvaðu Sandavágur, Klaksvík, Velbastaður og Kollafjørður um FM-heitið.

Flest øll høvdu sandavágsdreingir og klakvíkingar sum favorittar, men Velbastaður ið luttekur fyri fyrstu ferð,
gjørdu av álvara vart við seg longu í fyrsta talvdystinum í Klaksvík, tá ið teir taptu tepurt móti klaksvíkingum.

Tískil bleiv finalan bert enn meira spennandi við 3 jøvnum liðum, og Kollafirði sum "outsider".
Telvað bleiv dupultumfar tvs. 2 reisir móti hvørjum øðrum og tá avtornaði vann Sandavágur. Tó skal sigast, at sigurin var alt annað enn lætt vunnin.
Undan seinasta umfarinum var Velbastaður 2½ stig frammanfyri Sandavág, og møttust hesi liðini til seinasta dyst. Kravið til Sandavág var 3½ stig av 4 møguligum.
Tá ið seinasta talvið í dystinum er um at vera liðugt, er støðan 3 – 0 til Sandavág. Men 4. borðið hjá Sandavági stendur klárt til tap, og kann í mesta lagi
fáa remis. Vinnur Velbastaður seinasta talvið eru teir FM vinnarar, meðan sandavágur fer við øllum um annað úrslit fyriliggur.
Í allar seinastu leikunum, meðan mannarúgvan bara veksur um borðið, kemur vantandi rutinan hjá velbastað, sandavágsdreingjum til hjálpar –
svartur stendur patt, hálvt stig til hvønn og rómur er á vágafólki !

Samanumtikið vóru sandavágsdreingir fult uppibornir vinnarar, meðan velbastaður á øðrum plássi vístu framúr góðan vilja og evnir.
Klaksvíkingar høvdu helst ætlað sær meiri, men teir "raktu ikki dagin" í finaluni.  

Í bólkinum 5 flokkur og eldri, telvaðu Sandavágur, Havnin, Kollafjørður 1 og Kollafjørður 2.
Kappingarhátturin var tann sami sum hjá 4. fl. og yngri, dupultumfar v/ øll móti øllum.

Her vóru Sandavágur og Havnin klárt favorittar, og megnaði Kollafjørður ikki at blanda seg uppí oddastríðið.
Eisini í undankappingunum vóru tað Havnin og Sandavágur, sum lógu stavn um stavn. Bæði í fyrru og seinnu undankapping, var tað bert ½ stig,
ið skilti liðini til endans.

Í finaluni varð munurin øktur til 1 stig, men tað var eftir tógvið stríð og nógvar nervapirrandi løtur. Sum dømi kann nevnast næstseinasta umfar,
har Havnin møtir Sandavági. Sandavágur vann beinanvegin á 1. og 4. borði, meðan Havnin vann á 3. borði stutt aftaná. Eftir sita so 2. borð hjá liðunum,
har Havnin hevur greiðan fyrimun og nógv betur tíð. Havnin kann toga seg framum Sandavág við sigri, meðan Sandavágur framvegis er fremst, um dysturin endar javnur.
Tá ið góð løta er gingin, og ein rúgva av bæði góðum og minni góðum leikum eru fluttir, tapir havnin uppá tíð !
"Hepnið fylgir tí góða", plagdi Bent Larsen at taka til.

Seinasta dystin vann sandavágur 4 -0 og gjørdust FM vinnarar 2011 !
    
Sandavágur vann báðar undankappingarnar og finaluna. Teir gjørdust uppiborið vinnarar, men høvdu harða kapping við Havnina.

Kollafjørður 1 gjørdust nr. 3.

Afturat FM-bólkunum telvaðu øll hini liðini í einum opnum bólki. Hesi liðini telvaðu um plaseringar og luttóku:
Klaksvík, Velbastaður og Kollafjørður hevði 4 lið.

 

Sandavágur hevur í talvárinum 2010/ 11 heintað hesar sigrar:

 

Føroyameistarar í 1. Deild, liðkapping

Føroyameistarar í Unglingum, liðkapping

Føroyameistarar í FM Ung-lið 4. flokkur og yngri

Føroyameistarar í FM Ung-lið 5. flokkur og eldri

 

FM fyri einstaklingar, Unglingaføroyameistari; Silas Eyðsteinsson

FM fyri einstaklingar, Vinnari av 1. bólki: Høgni E, Nielsen

 

Hjartaligani til lukku til Vága Kommunu og Sandavágs Talvfelag.

 

Myndir eru í myndasavninum

Klaksvíkar Talvfelag Steypavinnarar 2011 !

Fimm feløg luttóku í steypakappingini við í alt 9 liðum. Alt í alt luttóku úti við 60 telvarar.

Eftir at Sandavágur og Vestmanna leiktu javnleik tá kappingin var gott hálvrunnin, var lagt upp til ein tættan endaspurt millum Klaksvík, Sandavág, og Vestmanna. Men so skuldi ikki vera. Klaksvíkingar vístu klassa tá teir í triðseinasta og næstseinasta umfari vunnu ávíkavist 5½ og 4½ á bestu liðunum hjá Vestmanna og Sandavági. Sostatt var alt avgjørt áðrenn Klaksvík og Havnin møttust í seinasta umfari.

 

Talvsamband Føroya ynskir Klaksvíkar Talvfelag Hjartaliga til lukku við steypinum, ið verður handað seinni íkvøld. Nú verður farið til borðs í ársins Talvgalla í Gjáargarði, har telvarar fara at hugna sær og taka saman um talvárið ið fór. Talvsamband Føroya takkar feløgunum fyri luttøku.

 

Endaliga støðan í steypakappingini gjørdist:

 

1. Klaksvík 1 42½ stig út av 48 møguligum

2. Sandavágur 1 37

3. Vestmanna 1 36

4. Klaksvík 2 26

5. Vestmanna 2 21½

6. Sandavágur 2 17

7. Toftir 16½

8. Havnin 10½

9. Sandavágur 3 9

 

Myndir eru í myndasavninum

Tryggingarfelagið Føroyar høvuðsstuðul hjá Helga Dam Ziska

Tryggingarfelagið Føroyar hevur gjørt stuðulsavtalu við føroyska telvaran Helga Dam Ziska, ið hevur fingið sera góð úrslit bæði í Føroyum og uttanlanda seinastu árini.

Í ár hevur Helgi Dam Ziska fingið sera góð úrslit. Helgi Dam Ziska hevur vunnið finaluna í føroysku Grand Prix-kappingina í talvi. Hann vann kappingina við 8½ stigi av 9 møguligum, ½ stig framman fyri nærmasta avbjóðara. Við sigrinum gjørdist Helgi eisini samlaður Grand Prix-vinnari 2010/11 við tilsamans 35 Grand Prix stigum – ella tað sum svarar til 100% úrtøku. Eisini hevur Helgi Dam Ziska vunnið FM í talvi fyri einstaklingar í 2011.

– Eg eri sera fegin um stuðulin, sum ger tað lættari hjá mær at taka lut í kappingum uttanlanda og menna meg sum telvara, sigur Helgi Dam Ziska í tíðindaskrivi. Helgi Dam Ziska, telvari, og Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, undirskrivaðu sáttmálan.

Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyum sigur, “Vit vilja vera við til at menna føroyska telving, og gleðast tí um, at vit kunnu stuðla undir menningini hjá Helga. Okkara samstarv við Helga fer at geva honum betur møguleikar at menna seg og at skapa úrslit, bæði í Føroyum og uttanlanda. Úrslit, ið kunnu gera at hann røkkur sínum máli, ið er, at gerast altjóða stórmeistari í telving.”

Tá umræður altjóða úrslit í ár, so hevur Helgi í vár kappast í Íslandi, har hann gjørdist nr. 31 av 150 telvarum, og hevur hann eisini verið til EM fyri einstaklingar í Fraklandi, har hann gjørdist nr. 86 av 393 telvarum.

Næsta avbjóðingin hjá Helga Dam Ziska verður EM fyri smátjóðir, sum verður í Klaksvík í august mánaða í 2011.

Kelda: portal.fo

Grand Prix Finalan 2011: Helgi enn einaferð !

 

 

Kappingin í ár hevur í stóran mun verið mest spennandi um 2. og 3. plássið og ratingvirðislønirnar. IM John Rødgaard,
Finnbjørn Vang og Høgni E. Nielsen vóru í harðari orrustu um silvur og bronsuna, meðan ratingvirðislønirnar skiftust
frá kapping til kapping.

Hjalti T. Jógvansson vann tó 1. ratingvirðisløn rímuliga suvirent og hevði hann fleiri góðar kappingar.

2. ratingvirðisløn vann eingin, tí at luttøka krevst í finaluni fyri at koma uppá tal.

3. ratingvirðisløn vann Eli W. Finnson úr Havnar Telvingarfelag, sum enntá sníkti seg at fáa Grand Prix stig,

nakað sum ikki er vanligt fyri unglingar við 1158 í rating. Eitt sera flott avrik av evnaríka unglinganum.

 

Vinnarin varð als ikki nevndur, men hann er eisini nakað fyri seg. IM Helgi Dam Ziska luttók í 4 kappingum + finaluni,
sum er kravið til GP-skipanina, og vann tær allar ! 35 GP stig av 35 møguligum er einastandandi flott. Kappingarnar vóru
ójavnar í styrki, men fleiri vóru – eftir føroyskum støði – krútsterkar.

Í fótbólti verður nógv tosa um at vinna double, treble o.sfr. Hesin tátturin er við at taka seg upp í talvheiminum,
har IM Helgi Dam Ziska framvegis vísir ræðandi styrki og hevur enn ein einaferð staðfest sína støðu sum Føroya sterkasti telvari.

Helgi hevur vunnið FM í snartelving, FM fyri einstaklingar og nú eisini Grand Prix Finaluna 2011, sum fevnir yvir
10 kappingar í talvárinum. Eitt serstakliga flott úrslit, sum tó má metast fult uppiborið og prógvar dygdirnar hjá unga
havnamanninum. Tekur man kappingarnar uttanlanda við og kagar á FIDE ratinglistan, so sæst eisini ein týðulig framgongd
hjá Helga.

Evnini fornokta seg ikki og hugsar ein um arbeiðsumstøðurnar hjá ítróttamanninum Helga til dagligt, so er tað
einki minni enn eitt bragd at hann soleiðis er í framhaldandi menning við ongum venjara.

 

Hjartaliga til lukku við sigrinum Helgi og framhaldandi góðan byr !

 

Grand Prix Finalan 2011:

 

Nr. 1 IM Helgi Dam Ziska       35 GP-stig
 

Nr. 2 IM John Rødgaard      27,33 GP-stig
 

Nr. 3    Finnbjørn vang     24,50 GP-stig

 

Ratingvirðisløn 1:
Hjalti Toftum Jógvansson

 

Ratingvirðisløn 2:
eingin

 

Ratingvirðisløn 3:
Eli W. Finnson

 

 

 

 

 


 

 

 

 

 

 

 

 

 

Innbjóðing: Steypakapping 2014 og Talvgalla við Gjógv

Umframt kappingina er endamáli at draga samanum farna kappingarárið 2013/14 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin ! Tá samanum kemur eru vit jú øll í somu skútu.

Skráin:

  • kl. 11.00 – Steypakapping
  • kl. 14.00 (uml.) – steðgur og ábit
  • kl. 14.00 (uml.) – atkvøtt verður um Ársins Telvara og Ársins Stjørnuskot
  • kl. 16.00 (uml.) – Fundur við feløgini. Evaluering av farna kappingarárinum. Møgulig átøk til komandi kappingarár.
  • kl. 19.00 (uml.) – Talv Gallaveitsla. M.a. verður Ársins Telvari, Ársins Stjørnuskot kosin.

Kappingarreglur:

Hvørt lið verður mannað við 6 telvarum. Loyvt er at hava tveir skiftistelvarar á hvørjum liðið. Smærri feløg kunnu leggja saman eftir avtalu við TSF. Feløg kunnu luttaka við fleiri liðum.

Í kappingartalvuni verða liðini skipaði sambært úrslitinum frá Steypakappingini 2013, soleiðis, at fremstu liðini møtast síðst í kappingini. Harafturat verða innanhýsis dystir ímillum lið úr sama felag avgreiddir skjótast til ber í kappingarskipanini.

Kappingin fevnir um 9 umfør, ið verða telvaði við 15 min. umhugsunartíð til hvønn.

Stendur á jøvnum, tá um nr. 1, 2, 3 umræður, er galdandi:

  • Innanhýsis dystur
  • Dupult-umfar: Snartelving (5. min. í part til talvið)
  • 1. borð hjá liðunum: Dupult snartalv og síðani sudden-death, har hvítur hevur 5 min. og svartur 4. min. og har kravið er sigur til hvítan

Virðislønir

Ognarsteyp, ferðasteyp og medajur eru til nr. 1, 2 og 3.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á tlf. 75 14 22 (Finnbjørn Vang) . Tilmeldingarfreistin er 26. apríl 2014. Kostnaðurin er kr. 200 fyri hvønn telvara. Fyri onnur áhugaði er kostnaðurin kr. 250. Feløgini rinda upphæddina til TSF.

Gisting

Góðir hýsingarmøguleikar eru á Gjáargarði til sera sámuligan prís – fyri hvønn í dupultkamari 300 kr. og einakamar 500 (gisting í húsinum)

Superior kømur eru til vanligan kostnað sjá www.gjaargardur.fo

Takið lógvatak – og haldi fast – um forkunnuga talvtiltakið !

Við talvkvøðu

TALVSAMBAND FØROYA

 

 

 

Innbjóðing: FM Ung-lið

 

 

 

 

 

 

 

FM finalubólkar fevna um tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifisera til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar – t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.

4. flokkur og yngri telva uttan umhugsunartíð (klokku) – tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

5. flokkur og eldri telva við 10 minuttum í part til hvørt talvið.

2. Innleiðandi kapping verður sunnuadagin 15. mai kl. 14.00 í Kollafjarðar Skúla.

 

Seinasta freist at melda er fríggjadagin 13. mai á telefon 217556 ella á teldupost-adressu:davida@email.fo. Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk. 

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

FINALA 2011 – Kollafjørður:

Finalan 2011 verður telvd í Kollafjarðar Skúla sunnudagin 22. mai kl. 14.00.

Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki umframt ognarsteyp til vinnandi FM liðini. Í opnu bólkunum verða heiðursmerki latin trimum teim bestu liðunum í hvørjum aldursbólki.

Vónað verður, at møtt verður fjølment til kappingarnar. Ásannast má, at eins týðandi tað er, at seta við nýggjar telvarar, ikki minst týðandi er tað, at halda teimum til !

Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar – royndar, minni royndar og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði – tað er ikki at halda seg aftur !

Klaksvík, hin 2. mai 2011

TALVSAMBAND FØROYA

Sára vann NM bronsu

Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, vísti enn einaferð NM-styrki, tá hon í vikuskiftinum vann NM-bronsu í talvi fyri gentur, sum varð telvað í Jetsmark í Danmark í vikuskiftinum. 

Umframt Sáru, sum vann bronsuna í U16 bólkinum, luttók eisini evnaríka Hanna Jacobsen, úr Kollafirði, í U13 bólkinum. 

Sára sýntist sera trupul at knógva sum kappingin leið, men eftir tap í 4. umfarinum, varð avgerandi neyðugt við sigri í 5. og seinasta umfarinum. Tað megnaði 15 ára gamla havnargentan. 

Hanna sýndi somuleiðis góð talvevnir í kappingini, sum tó ikki rakk til heiðursmerki hesuferð. Lítið er tó at ivast í, at 11 ára gamla Kollfjarðagentan, kemur sterkt aftur.

Talvsambandið sendir á hvørjum ári evnaríkar gentur til NM-kappingina. 

Kelda: Jógvan Joensen, Sosialurin

NM fyri gentur

Norðurlandameistaraheitið i telving fyri gentur, verður telvað i Danmark hetta vikuskiftið.

Sara T. Olsen HT og Hanna Jacobsen KT umboða Föroyar i kappingini i avikavist B- og C-bolkinum.

 

Eftir 3 umför hevur Sara fingið 2 stig, medan Hanna hevur 1 stig. Sunnudagin 10.04 bliva seinastu umförini telvaði, 4 umfar um morgunin og 5. (seinasta umfar) seinnapartin. Fylgjast kann við kappingini a: http://jetsmarkskakklub.dk/skoleskak/pige-nm-2011/

Ratinglistin dagførdur

Ratinglistin er nú dagførdur eftir Reykvavik Open, EM og VT Open 2011.

Sí leinkju á vinstra bredda.