Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Helgi Dam Ziska føroyameistari

Helgi Dam Ziska føroyameistari

Stórmeistarin er aftur føroyameistari

Helgi Dam Ziska hevur ikki verið við í árligu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar síðani 2011, men í ár lá fyri, og hann kom, sá og sigraði. Fyrr var illani, freistast tú at siga.

Helgi telvaði økonomiskt og kanska eitt sindur taktiskt. Hann tóktist ikki at kýta seg av øllum alvi at vinna hvørt talv. Tap var ikki í hendi í nøkrum føri. Hann fór ósigraður gjøgnum kappingina; vann trý og telvaði hini trý jøvn.

Í seinasta umfari í dag vann Helgi við svarta fólkinum á Martin Poulsen. Talvið millum John Rødgård og Høgna Egilstoft Nielsen endaði javnt. Í meistarabólkinum telvaðu allir tvær ferðir hvør móti øðrum. Helgi vann bæði talvini móti Martin Poulsen, móti Høgna vann hann annað og telvaði hitt javnt, men móti John endaðu bæði talvini jøvn.

Hinir tríggir vunnu og taptu hvør fyri øðrum, og høvdu ikki sama tryggleika í spælinum sum Helgi. John var sær sjálvur líkur. Tryggur og varin, hugsar leingi og væl, tekur eingi óráð fyri. Kortini ikki so javnur í hvørjum talvi sum fyrr. Martin hevur ov stór sveiggj í sínum spæli. Botnstøðið er ov lágt. Hann er ikki nóg nærlagdur í byrjanarspælinum. Tað svíður hann fyri í summum talvum. Men vit sóu eisini Martin, tá hann er bestur. Tað sannaðu bæði Høgni og John.

Høgni hevur góð evni, gott talvskil og sunnan spælistíl. Byrjanarspælið krevur tó helst ábøtur, skal hann vinna seg longur fram. Tað er upp til hann sjálvan. Høgni er kanska í somu støðu sum beiggin Rógvi og pápin Torkil; at talvið verður raðfest á jøvnum føti við so mangt annað, m.a. fótbólt.

Og so er tað Helgi. Hann telvar rætt og slætt á hægri stigi enn hinir føroysku telvararnir. Hevur munin í øllum lutum í spælinum. Sigurin við hvíta fólkinum á Høgna er dømi um tað. Har sæst stórmeistarin dusa sær.

 

Endaliga støðan í meistarabólkinum gjørdist henda:

FM2017_top3_landslidsbolkur

  1. GM Helgi Dam Ziska, HT 4½
  2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3
  3. IM John Rødgård, VT 2½
  4. Martin Poulsen, HT 2

 

Hinir bólkarnir

Telvað var eisini í 1. bólki, almennum bólki og unglingum. Úrslitini vóru:

1. bólkur (10 luttakarar)

FM2017_top3_1_bolkur

  1. Rógvi Mortensen, HT 6½
  2. Rógvi Dragaberg, KTF 5½
  3. Christian-Horatio Filip 5½

 

Almennur bólkur (15 luttakarar)

FM2017_top3_almenni_bolkur

  1. Esbern Christiansen, KTF 7½
  2. Henrik Eskildsen, GT 6
  3. Leif Reinert Fjallheim, HT 5½

 

Unglingar (11 luttakarar)

FM2017_top3_unglingar

  1. Jón í Horni Nielsen, ST 7 (vann umdyst)
  2. Ragnar Weihe, ST 7
  3. Luitjen Akselsson, HT 6½

 

FM devaluerað?

Bara fýra telvarar vóru í meistaraflokkinum í ár. Tað er í sjálvum sær heldur enn ikki hugstoytt, serliga tá hugsað verður um, at ein føroyskur stórmeistari á fyrsta sinni var við. Men tíbetur bjóðaðu tríggir góðir telvarar av. John Rødgård, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen eru allir føroyskir topptelvarar.

Men hvar vóru hinir? Rógvi Egilstoft Nielsen, Olaf Berg, Ólavur Simonsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson, Hans Kristian Simonsen, Eyðun Nolsøe o.s.fr? Tá hava vit ikki nevnt útisetarnar John Arna Nilssen og Jóan Hendrik Andreasen, sum ikki hava telvað um FM í nógv ár.

Okkurt bendir á, at árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar hevur ikki somu tign sum fyrr. Fara vit aftur í 80-árini, lá miðaltalið á telvarum til FM-kappingina á páskum um 70. Í ár vóru teir fjøruti í alt, og soleiðis hevur gongdin verið seinastu árini. Vilja telvarar ikki longur brúka páskirnar at telva í? Ella er tað Talvsambandið og feløgini, sum ikki hava dugað nóg væl at gera hesa árligu FM-stevnuna nóg spennandi og lokkandi?

 

FM-kongarnir

FM-sigurin í ár er tann triði hjá Helga Dam Ziska. Helgi hevur ikki telvað FM so regluliga. Hann vann fyrstu ferð í 2008, men árið eftir noyddist hann heldur óvæntað at víkja fyri Martin Poulsen. Síðani hevur hann bara luttikið tvær ferðir, og vunnið báðar ferðir – í 2011 og nú aftur í ár.

Her er øll røðin av FM-vinnarum í talvi – frá 1938 og til dagin í dag.

 

FM-vinnarar  

1938 Palli Henriksen, HT

1939 Palli Henriksen, HT

1940 Olav Andreasen, HT

1941 Olav Andreasen, HT

1943 Olav Andreasen, HT

1945 Palli Henriksen, HT

1946 Palli Henriksen, HT

1947 Tórarinn Evensen, HT

1948 Palli Henriksen, HT

1949 Palli Henriksen, HT

1950 Palli Henriksen, HT

1951 Palli Henriksen, HT

1952 Palli Henriksen, HT

1953 Tórarinn Evensen, HT

1955 Tórarinn Evensen, HT

1956 Tórarinn Evensen, HT

 

1972 Hans Petersen, VT

1973 Súni Ziska, HT

1974 Luitjen Apol, HT

1975 Luitjen Apol, HT

1976 Luitjen Apol, HT

1977 Hanus Joensen, KT

1978 John Jacobsen, VT

1979 Jens Chr. Hansen, TT

1980 Súni Ziska

1981 Jens Chr. Hansen, TT

1982 Jens Chr. Hansen, TT

1983 Andrias Ziska, HT

1984 Torkil Nielsen, ST

1985 Jens Chr. Hansen, TT

1986 Torkil Nielsen, ST

1987 Bogi Ziska, STF

1988 Torkil Nielsen, ST

1989 Heini Olsen, KTF

1990 Steintór Rasmussen, KTF

1991 Heini Olsen, KTF

1992 Heini Olsen, KTF

1993 Heini Olsen, KTF

1994 Torbjørn Thomsen, KT

1995 Eyðun Nolsøe, KTF

1996 Rógvi W. Rasmussen, HT

1997 Rani Nolsøe, KTF

1998 John Rødgård, VT

1999 Heini Olsen, KTF

2000 Flóvin Tór Næs, HT

2001 John Rødgård, VT

2002 Hans Kristian Simonsen, KT

2003 Martin Poulsen, HT

2004 Martin Poulsen, HT

2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT

2006 Martin Poulsen, HT

2007 John Rødgård, VT

2008 Helgi Dam Ziska, HT

2009 Martin Poulsen, HT

2010 Olaf Berg, ST

2011 Helgi Dam Ziska, HT

2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2013 Olaf Berg, HT

2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST

2017 Helgi Dam Ziska, HT

 

Myndirnar hevur Esbern Christiansen tikið.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …