Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Umdystur í unglingum – LIVE beint nú

Umdystur í unglingum – LIVE beint nú

Ragnar Weihe og Jón í Horni Nielsen telva beint nú umdyst um Føroyameistaraheitið í unglingum. Telvað verða 2 talv við tíðini 25 min + 10 sek/leik.

Dagføring: Fyrra talvið endaði við javnleiki.

Fylgjast kann við beinleiðis á http://live.faroechess.com

FM2017_9_Unglingar_Umdystur

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.