Nú um middagsleitið verða fyrstu leikirnir fluttir í dystinum millum Føroyar og Kina í níggjunda umfari á talvolympiaduni í Baku í Aserbadsjan.
Kina vann olympiaduna seinast og er styrkismett sum nummar trý hesaferð. Bara Russland og USA hava sterkari telvarar á sínum liðum. Men Kina hevur ikki staðið seg líka væl hesaferð sum í Tromsø fyri tveimum árum síðani. Ósigrarnir fyri Onglandi og Ungarn í báðum seinastu dystunum bera í sær, at Kina er dragnað aftur á 33. pláss í røðini. Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess