Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Favorittsigrar

Favorittsigrar

Havnin og Sandavágur fingu bestu byrjanina í landskappingini í talvi. Dystirnir í fyrsta umfari vóru í dag.

Í innanhýsis dystinum millum bæði liðini hjá Havnar Telvingarfelag í ovastu deildini gjørdi FM-manningin bart við greiðum 4-0 sigri. Olaf Berg, Martin Poulsen, Sjúrður Thorsteinsson og Carl Eli N. Samuelsen vunnu allir.
Sandavágsmenn vóru eisini náðileysir við Gøtu Talvfelag, sum er við aftur í fremstu deildini eftir fleiri ára fráveru. Úrslitið var 4-0. Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen vunnu allir.
Í triðja dystinum vann Klaksvík 3-1 á Kollafirði. Hvørgin av fremmandu stórmeistarunum, sum standa á styrkilistanum hjá Kollafjarðar Talvfelag, vóru við í dag. Hans Kristian Simonsen var einasti sigursharri hjá norðstreymoyingum. Hann vann á 1. borði á Eyðuni Nolsøe. Annars vunnu Ólavur Simonsen, Rúnar Berg og Steintór Rasmussen hjá klaksvíkingum.
Meira um fyrsta umfar í landskappingini er á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.
Helgi í Íslandi
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur hetta vikuskiftið telvað fýra dystir á fyrsta borði fyri KR í íslendsku landskappingini í talvi. Í fyrsta dystinum móti Fjølni hevði Helgi stórmeistaran Heðin Steingrímsson (2576) – sterkasta telvara í Íslandi – ímóti sær. Helgi stóð væl, Heðin bjóðaði remis, men Helgi setti sær fyri at vinna, men tað gav baksláttur, og endin var, at Helgi tapti.
Síðani vann Helgi á tveimum altjóða meistarum, IM Dagur Arngrímsson (2376) úr Breiðablik/Bolungarvík, og á IM Bragi Thorfinnsson (2455) úr Skákfelag Reykjavíkur. Í fjórða talvinum í dag mátti Helgi heldur snópisligt sættast við remis móti Kristján Eðvarsson (2206) í dysti móti B-liðnum hjá Huginn-sveitini.
Nógvir sterkir útlendskir telvarar eru við í íslendsku landskappingini. Tíggju lið við átta telvarum hvør eru í fremstu deildini. Á odda er Víkingaklubburin. Fýra stórmeistarar manna ovaru borðini á liðnum. Tríggir eru útlendingar; á fjórða borði situr Jóhann Hjartarsson.
EM byrjar
Í komandi viku byrjar Evropameistarakappingin í talvi fyri landslið. Føroyar eru við sterkastu manning styrkismettar nummar 35 av 39 londum. Eingin av hinum smátjóðunum í Evropa er við í EM-kappingini, sum byrjar fríggjadagin á Kreta.
Føroyska talvlandsliðið fer eftir EM-kappingina, sum endar 7. november, víðari til EM-kappingina fyri smátjóðir í Evropa í Andorra. Tann kappingin byrjar 11. november.
Og eftir ta kappingina verður altjóða talvkapping í Føroyum. Tað er onnur Runavík Open-kappingin í Løkshøll. Hon verður frá 20.- til 26. november.
2. umfar í føroysku landskappingini verður tí ikki fyrr enn 3. desember.
Lidkapping_2017_1_2 Lidkapping_2017_1_1

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …