Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Favorittar móti Skotlandi

Favorittar móti Skotlandi

Føroyar telva móti Skotlandi í dag í øðrum umfari í evropameistarakappingini fyri landslið suðuri á Kreta. Skotland er eitt av liðunum, sum er styrkismett aftari enn Føroyar í røðini.

Eins og í EM í Reykjavík fyri tveimum árum síðani er talan um eitt B-lið hjá Skotlandi. Eingin av skotsku stórmeistarunum eru við á Kreta, hvørki Rowson, Turner, Motwani, Shaw, McNab ella nakar annar. Kortini er bara ein av skotsku stórmeistarunum, sum hevur hægri styrkital enn Helgi Dam Ziska. Føroyar vunnu á Skotlandi í seinastu EM-kappingini, og ætlanin er at endurtaka sigurin í dag.

John Arni Nilssen loysir av John Rødgård í dag. Føroyska manningin móti Skotlandi verður tí henda: 1. Helgi Dam Ziska 2. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og 4. John Arni Nilssen.

Føroyar fingu eitt stig í fyrsta umfari í gjár móti Spania. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu báðir remis á ovaru borðunum.

Norðurlond fáa harða mótstøðu. Danmark tapti 3½-½ fyri Kekkia, Ísland tapti 3-1 fyri Ungarn, Finnland 3½-½ fyri Fraklandi, men Noreg telvaði 2-2 móti Ísrael. Favorittarnir Russland vunnu tepurt 2½-1½ á Slovenia. Aserbadsjan, sum er styrkismett nummar tvey, tapti heldur óvæntað fyri Italia.

Dystirnir í øðrum umfari byrja klokkan eitt í dag. Til ber at fylgja við leik fyri leik í øllum dystum – sí leinkið niðanfyri.

chess24.com/en/watch/live-tournaments/european-team-championship-2017

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …