Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Janus Skaale í sterkari ungdómskapping í Svøríki

Janus Skaale í sterkari ungdómskapping í Svøríki

Í hesum døgum, 27. oktober – 1. november, luttekur Janus Skaale í kappingini Uppsala Young Champions 2017, ið verður telvað í Svøríki.

Janus (1897) hevði í 1. umfari hvítt ímóti lettiska Aleksandrs Jazdanovs (2127), og tað talvið vann lettin.

Í dag tapti Janus við sværtum ímóti íslendska Simon Thorhallsson.

Spennandi verður at fylgja Janusi í hesi sterku kapping. Janus er styrkismettur sum nr. 22 útav teimum 24 telvarunum, ið eru við.

Fylgjast kann við kappingini her: http://www.usss.se/wp/?page_id=2985

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.