Dagurin í dag gjørdist søguligur í føroyskari telving. Í dag fingu Føroyar sín fyrsta stórmeistara.
Tað gjørdist greitt, tá ið tað eydnaðist 26 ára gamla Helga Dam Ziska at vinna talvið á 1. borði móti altjóða meistara í dystinum móti Bolivia í tíggjunda og næstsíðsta umfari á talvolympiaduni í Aserbadsjan. Sigurin ber í sær, at Helgi nú hevur tryggjað sær stórmeistaraheitið sum fyrsti føroyingur nakrantíð.
Frammanundan høvdu Føroyar tríggjar altjóða meistarar; hinir eru John Rødgård og John Arni Nilssen. Les meira »