Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Átta stórmeistarar í Runavík

Átta stórmeistarar í Runavík

Mánadagin byrjar altjóða talvkapping í Løkshøll í Runavík. Hetta er tann triðja Runavík Open, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri.

Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar. 

Synd er at siga, at okkara bestu telvarar eru væl umboðaðir í kappingini. Bara tveir av fremstu fjøruti telvarum í Føroyum eru við. Talan er um brøðurnar Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Teir eru nummar 2 og 3 á føroyska styrkilistanum.

Høgni kann tryggja sær heitið sum altjóða meistari við góðum úrsliti í kappingini. Eldri bróðirin, Rógvi, hevur ein IM-norm frammanundan, og fer í hesari kappingini ivaleyst at dyrgja eftir øðrum norminum.

Tað er heldur enn ikki hugstoytt hjá fyriskiparum, at so fáir av okkara fremstu telvarum ikki leggja meira fyri, nú eitt kærkomi høvi er at sleppa at royna seg móti sterkum mótstøðumonnum í kapping í Føroyum.

Fimm telvarar í Runavík Open í ár hava hægri styrkital enn 2500. Teir sterkastu hava 2550 – júst sama styrkital, sum føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur. Helgi var við í teirri fyrstu Runavík Open í 2016, tá hann júst var vorðin stórmeistari, men hann var ikki við í fjør, og ei heldur í ár.

Kappingin byrjar mánadagin 12. november, og endar sunnudagin 18. november.

HM-finala í London

Finaludysturin um heimsmeistaraheitið í talvi fyri einstaklingar millum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og amerikanska avbjóðaran Fabiano Caruana er byrjaður við einum braki í London.

Fyrsta talvið í gjár gjørdist eitt hitt longsta í nakrari HM-finalu. Tað vardi einar sjey tímar, og fluttir vóru 115 leikir, áðrenn tað endaði javnt. Magnus Carlsen var við yvirlutan við svarta fólkinum og átti av røttum at vunnið, men snávaði, so at Caruana fekk bjargað sær javnleikinum.

Telvast skulu tólv talv í HM-finaluni. Eitt talv verður telvað um dagin, men triði hvør dagur er frídagur. Seinnapartin fóru teir undir annað talvið í dystinum.

Frá mánadegnum fer NRK 1 sjónvarpsrásin, sum sæst nógvastaðni í Føroyum, at senda beinleiðis frá dystinum í London.

28 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari seinastu fimm árini. Hesi árini hevur hann sititð tryggur á ovastu rók á FIDE-styrkilistanum, men eingin hevur verið honum so nær sum júst nú, tí bara nøkur fá ratingstig eru á muni millum Magnus Carlsen og tvey ár yngri amerikanska avbjóðaran, Fabiano Caruana.

USA hevur ikki átt heimsmeistaran í talvi síðani Bobby Fischer vann HM-finaludystin í 1972 í Reykjavík móti russiska heimsmeistaranum Boris Spasski.

Telvað verður í London til 26. november, tá tólvta talvið er á skránni. Stendur tá framvegis á jøvnum, skal HM-finalan avgerast við kviktalvum 28. november.

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …