ST-Kvik 2018

Í vikuskiftinum verður hol sett á Grandprix kappingina og í hesum sambandi bjóðar Sandavágs Talvfelag til kvik kapping.

GP2 verður á skúlanum á Giljanesi leygardagin 10. November kl. 11

Telvað verða 7 umfør.

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik.

 

Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingsvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr. Skal gjaldast á staðnum.

 

Tilmelding: Meldið til hjá Rógva Egilstoft Nielsen á tlf. 271404 ella kappingarleidarin@faroechess.com

Tilmelding higartil: http://chess-results.com/tnr390225.aspx?lan=7

Tilmeldingarfreistin er fríggjakvøldið 09. november kl. 20.00

 

Møtið fjølment !

Sandavágs Talvfelag

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.