Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar í dag

Dysturin um heimsmeistaraskapin byrjar í dag

Í dag kl. 15 byrjar dysturin um heimsmeistaraskapin 2018. Dysturin, ið fevnir um 12 talv, verður telvaður í London í døgunum 9/11 til 28/11.

Hesuferð er dysturin ímillum sitandi heimsmeistaran síðani 2013, 27 ára gamla norðmannin Magnus Carlsen, og avbjóðaran, 26 ára gamla amerikumannin Fabio Caruana.

Hetta er fyrstu ferð síðani 1990, at dysturin um heimsmeistaraskapin verður telvaður ímillum tveir teir fremstu telvararnar í heimunum.

Um annar telvarin hevur vunnið dystin eftir tey 12 talvini, verður viðkomandi samstundis hægst rataði telvari í heiminum. Magnus Carlsen, ið tey seinastu 5 árini hevur verið heimsmeistari, og seinastu 7 árini hægst rataði telvari í heiminum, hevur í løtuni styrkistalið 2835. Fabio Caruana hevur í løtuni styrkistalið 2832, so tað eru einans 3 ratingstig á muni, teirra millum.

Fleiri upplýsingar eru á finna á almennu síðuni fyri dystin: https://worldchess.com/

beinleiðis her: https://worldchess.com/tournament/11/pairing/22370?event=5&tour=120

Sí eisini

Sigurð er ársins eldsál í talvi

Tá telvarar um alt landið hittust í Havn síðsta leygardag til árliga steypakappingardagin, nýtti Talvsambandið høvið til á samkomu um kvøldið at heiðra ymsar telvarar. Høgni Egilstoft Nielsen var kosin ársins telvari, Baldur B. Jørgensen var kosin ársins stjørnuskot, og Sigurð Joensen var kosin ársins eldsál.