Mikudagin, tá ið dupult-umfar var á skránni í Føroyameistaraheitinum í talvi, varð skipað fyri barna- og ungdómskapping millum umførini. Frálíku umstøðurnar í Løkshøll eru soleiðis , at meðan sjálvt FM verður telvað í høllini, er góða kantinan staðið, har telvarar og talváhugaði kunnu njóta ein góðan kaffimunn og fylgja við talvunum á stórskíggja. Barna- og ungdómskappingin bleiv hildin í kantinuni, og møttu 24 telvarar ymsa staðni frá. Hesi vórðu býtt í 3 bólkar, har tann yngsti (1. Og 2. Fl.) hevði 12 luttakarar, meðan 3-4. Fl. var 6 og elsti bólkurin eisini 6. Allir bólkarnir telvaðu 5 umfør uttan klokku og gekk tað bæði skjótt og væl at avgreiða. Les meira »