Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / KT-Kvik leygardagin

KT-Kvik leygardagin

Leygardagin kl. 11 verður fyrsta kvik-kapping í ár. Kappingin verður í Kollafjarðar skúla. Kappingin er partur av GP-kappingunum og er fyri øll, bæði roynd og óroynd.

Tilmeldingar higartil síggjast her: Tilmeldingar

 

Tíð:

Tíðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 7 umfør. 

Vinningar:

  1. 500 kr.
  2. 300 kr.
  3. 200 kr.

2 x ratingsvirðisløn á 200 kr.

Vinningarnir hækka, um nógvar tilmeldingar eru.

Luttøkugjald:

Vaksin 100 kr.

Undir 16 ár 50 kr.

Luttøkugjaldið skal gjaldast á staðnum, áðrenn telvað verður.

Tilmelding:

Tilmelding á kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 20.00.

 

Møtið fjølment !

Kollafjarðar Talvfelag

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.