Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung

Úttøkukapping til NM í talvi fyri børn og ung

Úttøkukapping til Norðurlanda Meistaraskapið í talvi fyri børn og ung verður leygardagin 2. novembur kl. 11.00 í skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Telvað verða 7 umfør við tíðini 10 min. + 5 sek. hvønn leik.

Kappast verður í fimm aldursbólkum, og øll eru hjartaliga vælkomin at vera við.

Bólkarnir eru hesir:

  • Bólkur A, telvarar føddir í 2000 til 2002
  • Bólkur B, telvarar føddir í 2003 og 2004
  • Bólkur C, telvarar føddir í 2005 og 2006
  • Bólkur D, telvarar føddir í 2007 og 2008
  • Bólkur E, telvarar føddir í 2009 ella seinni

8 tey bestu í hvørjum bólki sleppa við í finaluni, sum verður í Sandavági 24. novembur. 2 tey bestu í finaluni sleppa við til NM fyri børn og ung, sum verður í Danmark í februar 2020.

Tilmelding í seinasta lagi fríggjadagin 1. novembur kl. 12.00:

send teldupost til:  kappingarleidarin@faroechess.com ella sms til 271404

Vinaliga upplýs navn og føðingardag hjá telvaranum.

 

Talvsamband Føroya

www.faroechess.com

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.