Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Luitjen og Leif við í altjóða talvkapping í Svøríki

Luitjen og Leif við í altjóða talvkapping í Svøríki

Í gjár byrjaði tann árliga talvkappingin, Uppsala Young Champions. Hetta er ein sterk, altjóða kappingin fyri unglingar, ið verður telvað í Uppsala, Svøríki.

Við í kappingini eru okkara sterkastu unglingar, Luitjen Akselsson Apol (2129) og Leif Reinert Fjallheim (1985).

Báðir eru komnir væl frá byrjan. Í fyrsta umfari vann Luitjen, við svørtum, á svenska Vidar Grahn (1926), meðan Leif, við hvítum, spældi remis móti svenska CM Leo Crevatin (2221).

Í 2. umfari fær Luitjen seg veruliga royndan, tá hann við hvítum skal møta norska IM Sebastian Mihajlov (2387), ið er hægst rataði telvarin í kappingini. Leif fær seg ikki minni royndan, tá hann aftur í dag møtir telvara við væl hægri rating. Hesuferð við svørtum móti norska FM Noam Aviv Vitenberg (2223).

Kappingin endar mikudagin 30. oktober.

Fylgjast kann við á hesi leinkju: http://www.uppsalayoungchampions.se/en/players-2/ 

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.