Heim / Tíðindi (síða 72)

Tíðindi

Runavík Open: John er álitið

Tann elsti av føroysku telvarunum í altjóða kappingini Runavík Open, John Rødgård, er tann, sum stendur seg best av okkara fólki. John, sum nú er 62 ára gamal, er framvegis ósigraður í kappingini. Í gjár vann hann á russiska stórmeistaranum Evgenij Gleizerov, sum er omanfyri 2500 í rating. John hevur 3½ stig eftir fimm umfør og er nummar trettan í røðini av teimum 59 telvarunum í kappingini. Í dag telvar John móti indiska stórmeistaranum, Deep Sengupta, sum við sínum 2587 í rating hevur hægsta styrkitalið í kappingini.  Les meira »

Runavík Open: Útlendingar á odda

Ikki óvæntað eru tað útlendsku stórmeistarnir, sum kappast sínamillum um sigurin í aðru altjóða talvkappingini í Runavík, nevnd Runavík Open. Ikki færri enn tólv stórmeistarar úr ymsum londum, og fimm altjóða meistarar eru millum teir trýss telvararnar. Tað eru helvt um helvt útlendingar og føroyingar í kappingini. Les meira »

Ísland vann vinarlandsdystin

Ísland vann tann afturvendandi vinarlandsdystin, ið varð telvaður í Løkshøll í vikuskiftinum.

Ísland vann báðar dystirnar: fyrra dystin 6½-4½ og seinna dystin 7-4. Sostatt vann Ísland samanlagt 13½-8½. Les meira »

Føroyar – Ísland beinleiðis

Dysturin Føroyar – Ísland, ið byrjaði nú kl. 14, verður vístur beinleiðis á http://live.faroechess.com

Føroyar vunnu

Føroyar hava í dag vunnið talvkappingina fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.

Avgerandi dystin í kappingini – finaluna móti vertslandinum – vunnu Føroyar í síðsta umfari í dag 2½-1½. Rógvi Egilstoft Nielsen gjørdist føroyskur sigursharri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt. Les meira »

Føroyar – Ísland vinarlandsdystur

Í vikuskiftinum, í dag og morgin kl. 14, verður afturvendandi vinarladsdysturin móti Íslandi telvaður í Løkshøll í Runavík.
Á 2. hvørjum ári verður dysturin avhildin í annaðhvørt Íslandi og Føroyum, og í ár verður hann telvaður í Føroyum. Les meira »

Føroyar í finaludysti

Tað verður einki minni enn ein finala við lít, tá Føroyar og Andorra hittast í seinasta umfari í dag í EM-kappingini fyri smátjóðir í talvi. Føroyar eru á odda. Eitt stig er á muni. Føroyar hava 15 stig og Andorra 14. Monaco hevur á triðja plássi 13 stig. Tvey stig fáast fyri vunnan dyst, javnleikur gevur eitt stig, meðan einki fæst fyri taptan dyst. Les meira »

Føroyar á odda

Føroyar hava nú lagt seg á odda í talvkappingini fyri smátjóðir í Evropa suðuri í Andorra.

Føroyar vunnu í dag stórsigur 3½-½ á Kýpros. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgård vunnu, og Rógvi Egilstoft Nielsen telvaði remis. Helgi vann í einum knúsandi kongálopi, John var tryggur við svarta fólkinum í fronsku yndisbyrjanini, og Høgni fekk væl burturúr einari støðu, ið annars tóktist ógvuliga jøvn. Hjá Rógva stóð fast allan vegin. Flott úrslit hjá føroyska liðnum. Les meira »

Helgi vann

Í gjárkvøldið var kappast í snartalvi í Andorra millum teir, sum eru við í smálandakappingini fyri landslið í Evropa.
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska vann kappingina. Hann fekk seks av sjey stigum. Nummar tvey var annar stórmeistari, Igor Efimov úr Monaco. Hann fekk 5½ stig. Og nummar trý var John Rødgård, sum er gamal danmarkarmeistari í snartalvi. Hann fekk 4½ stig. 44 telvarar vóru við. Hvørgin stórmeistarin hjá Andorra, Oscar De La Riva og David Norwood, vóru við í kappingini. Helgi er tann, sum hevur hægsta styrkitalið av øllum í kappingini í Andorra.