Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag er nú á odda í FM-kappingini í talvi.
Í fimta umfari í gjárkvøldið vann Høgni á Andrias Danielsen úr Tofta Talvfelag, og hevur nú 4½ stig. Luitjen Akselsson Apol, sum byrjaði so væl, hevur nú telvað seinastu tvey talvini jøvn, og er tí eitt hálvt stig aftari. Í gjár mátti Luitjen sættast við javnt móti Heðini Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag.
Tvey umfør eru nú eftir, og tey verða avgreidd í dag. Sætta umfar er klokkan 10 fyrrapartin. Klokkan 16 verður so farið undir seinasta umfar.
Í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum:
6.umfar
Høgni Egilstoft Nielsen – Rani Nolsøe
Andrias Danielsen – Luitjen A. Apol
Heðin Gregersen – Hans Kristian Simonsen
Heiðrikur Jacobsen – Margar Berg
7. umfar
Luitjen A. Apol – Høgni E. Nielsen
Hans Kristian Simonsen – Andrias Danielsen
Margar Berg – Heðin Gregersen
Rani Nolsøe – Heiðrikur Jacobsen
Støðan í Landsliðsbólkinum
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4½
Luitjen A. Apol, HT 4
Heðin Gregersen, KTF 3½
Heiðrikur Jacobsen, HT 2½
Rani Nolsøe, KTF 2½
Andrias Danielsen, TT 2
Hans Kristian Simonsen, KT 1½
Margar Berg, HT 0
Hinar bólkarnir
Í almenna bólkinum eru ungir klaksvíkingar á odda. Fremst er Flóvin M. Tummasarson við 4½ stigi, honum næstur er Einar Gregersen við 4 stigum. Ellivu telva í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi.
Telvað verður eisini í einum veteranbólki í dag. Her man Torkil Nielsen vera favorittur at vinna.
Kappingin endar í øllum bólkum í dag. Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Eisini ber til at síggja talvini í Landsliðbólkinum beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com.