Føroyameistari í talvi 2020 verður antin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag ella 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.
Klokkan 16.00 í dag verður farið undir sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Fyri síðsta umfar stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum møtast í síðsta umfari. Innanhýsis dysturin teirra millum verður tí ein beinleiðis FM-finala. Vinnarin verður føroyameistari. Endar talvið javnt, verður umdystur teirra millum í morgin.
Í sætta umfari í morgun vann Luitjen á Andriasi Danielsen, meðan Høgni mátti sættast við remis móti Rana Nolsøe.
Støðan í Landsliðsbólkinum fyri síðsta umfar:
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5 stig
Luitjen Akselsson Apol 5
Heðin Gregersen, KTF 4
Rani Nolsøe, KTF 3
Heiðrikur Jacobsen, HT 2½
Andrias Danielsen, TT 2
Hans Kristian Simonsen, KT 1½
Margar Berg, HT 1
Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com