GM Helgi Dam Ziska, Luksemburg 2016 – Vinnari av Small Nations fyri einstaklingar, saman við Finnbjørn Vang, varaforseta í ECU (European Chess Union).
Leygardagin byrjar kapping í Klaksvík millum fremstu telvarar úr smátjóðum í Evropa. Small Nations kappingin fyri einstaklingar í talvi verður á fyrsta sinni hildin í Føroyum.
Evropeisku smátjóðirnar, sum regluliga kappast sínamillum í talvi, bæði fyri lið og einstaklingar, eru Luksemburg, Kýpros, Malta, Andorra, Liktinstein, San Marino, Jersey, Guernsey og Føroyar. Les meira »