Hans Kristian Simonsen er flúgvandi í FM-kappingini í talvi. Hann vann aftur í dag, og hevur nú fýra sigrar á rað í meistarabólkinum.
Men Martin Poulsen er bara eitt hálvt stig aftari, og tí verður dysturin teirra millum í fimta umfari í morgin ógvuliga spennandi.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen skal heldur ikki avskrivast, tí hann hevur nú fingið gongd á, og er beint í hølunum á hinum báðum.
Afturímóti er stígur komin í hjá tí fimtan ára gamla Luitjen Akselsson Apol, sum mundi vunnið meistaraheitið í fjør. Margar Berg, sum legði fyri sum eitt óløgi, er nú uppsteðgaður, og hinir tríggir – Rani Nolsøe, Haldur S. Johansen og Samson Højgaard, tykjast hava ilt við at fylgja við oddafiskunum.
Revsar alt ósketni
Hans Kristian vann á Margari í dag. Hans Kristian spældi slaviska byrjan við svarta fólkinum. Javnt gekk á fyrstu tjúgu leikirnar, tá er Margar ov bráðræsin og leypur framav. Hans Kristian er tá náðileysur.
Luitjen leyp ikki minni framav ímóti Martini. Hann læt báðar rókarnar fyri eitt mátálop, sum einki bit var í. Ein lættvunnin sigur hjá Martini.
Høgni vann á Rana Nolsøe. Hetta mundi vera besta talvið í dag. Rani var væl við, og kundi vissað sær heilt góða støðu, var hann neyvari, tá ið á stóð. Høgni spældi við í so stórum vága, og var heppin, at hann slapp turrskøddur úr sínum váðafúsa spæli. Í endatalvinum hevði Høgni tryggjað sær høgliga støðu, men vardi Rani seg betur, er ikki vist, at tað hevði verið so lætt hjá Høgna at vunnið.
Fjórða talvið var tað friðarligasta í dag. Samson Højgaard og Haldur Suni Johansen tóktust ikki stríðshugaðir, og stevndu tí inn í fyrstu remishavn, sum fyri var.
Hans Kristan Simonsen, høgrumegin, gjørdi aftur bart í dag, og vann á Margari Berg. Kollfirðingurin hevur framvegis fult stigatal í FM-bólkinum. Innanfyri sæst Martin Poulsen vinstrumegin. Mikukvøldið er toppdystur millum Hans Kristian og Martin.
Kovboytelving
FM-bólkurin er líkasum farin í tvíningar. Hans Kristian, Martin og Høgni fara at kappast um FM-heitið. Hinir eru longu avkrøktir.
Higartil hevur leikdygdin verið misjøvn. Tað hevur verið í so nógv kaféhústelving, sveiggini hava tí verið dekan ov stór. Tað er eisini galdandi fyri teir bestu. Høgni sigldi í tungum sjógvi móti Samson, og var heldur ikki nóg stúttur í dag, men rástyrkin bjargar honum. Hans Kristian hevur eisini verið um ein háls í onkrum talvi, men hevur bjargað sær kortini.
Martin Poulsen hevur higartil verið mest sannførandi. Har hava ikki verið somu sveiggini sum hjá øðrum, tvørturímóti hevur hann verið javnt stinnur í øllum talvum. Hann telvar við stórum nærlagni og stórari orku, og brúkar nógva tíð.
Luitjen hevur havt eina miseydnaða kapping higartil, men hjá so ungum telvara eru sveiggini ofta stór. Hjá hinum hevur gingist á leið soleiðis, sum væntandi var.
Toppdystur mikukvøldið
Í fimta umfari mikukvøldið bresta oddamenninir, Hans Kristian og Martin, saman. Hans Kristian hevur hvíta fólkið. Hetta kann gerast sera avgerandi talv. Hans Kristian hevur fult stigatal, men størsta avbjóðingin higartil kemur nú. Seinni bíðar eisini Høgni.
Martin hevur at síggja til høgligari skrá enn Hans Kristian í seinastu umførunum. Vinnur Martin á Hans Kristiani, kann hann avgera kappingina sjálvur. Væntandi fara báðir eftir sigrinum, nakað friðarligt remis er minni sannlíkt, so tað verður spenningur við lít.
4. umfar týsdagin 30. mars
Margar – Hans Kristian 0 – 1
Martin – Luitjen 1 – 0
Høgni – Rani 1 – 0
Samson – Haldur ½ – ½
Støðan í FM-bólkinum
1. Hans Kristian Simonsen, KT 4
2. Martin Poulsen, HT 3½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 3
4. Margar Berg, HT 2
5. Rani Nolsøe, KTF 1
6. Samson Højgaard, VT 1
7. Haldur S. Johansen, KTF 1
8. Luitjen A. Apol, HT ½
5. umfar mikudagin 31. mars, kl. 17.00
Hans Kristian – Martin
Haldur – Høgni
Luitjen – Samson
Rani – Margar
Klaksvíkingar bestir
Í hinum bólkunum eru klaksvíkingar fremstir. Í almenna bólkinum er Janus Skaale einsamallur á odda við fullum stigatali. Teir fremstu tríggir eru hesir: 1. Janus Skaale, KTF 4 2. Heðin Gregersen, KTF 3 3. Henrik W. Joensen, RT 3
Og í unglingabólkinum er Rókur Davidsen framvegis einsamallur á odda. Oddastøðan: 1. Rókur Davidsen, KTF 3½ 2. Brestir Samuelsen, HT 3 3. Brian Ellingsgaard 3.
Átjan telva í almenna bólkinum og fjúrtan í unglingabólkinum.
Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík. Sjey umfør eru í alt, kappingin endar fríggjadagin.