Oddamenninir í FM-kappingini í talvi, Hans Kristian Simonsen og Martin Poulsen, spældu javnt í fimta umfari mikukvøldið. Støðan var púra jøvn allan vegin. Báðir telvaðu lýtaleyst, men eisini varisliga. Hvørgin vildi av álvara satsa. Eftir 34 leikir samdust teir um remis í avgreiddari støðu.
Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen er nú komin á lagið, og vann aftur í kvøld. Høgni telvaði væl, og sýndi góða posisjónsfatan í spælinum frúgvarmegin. Haldur Suni tóktist til endans heilt máttleysur.
Luitjen Akselsson Apol fekk í kvøld fyrsta sigurin til høldar. Luitjen kom væl frá byrjan í talvinum móti Samson Højgaard, og styrkti stigvíst um støðuna. Tað sá gott út hjá Luitjeni í kvøld – er hann fyrst komin á lagið, kann eingin kenna seg tryggan.
Fjórða talvið millum Rana Nolsøe og Margar Berg endaði javnt eftir fáar leikir.
Martin Poulsen, vinstrumegin, og Hans Kristian Simonsen, høgrumegin, í FM-toppdysti mikukvøldið. Talvið endaði javnt. Kappingin um FM-heitið stendur millum hesar báðar og Høgna Egilstoft Nielsen.
Tríggir um boðið
Nú tvey umfør eru eftir í kappingini, stendur kappingin um føroyameistaraheitið millum tríggjar telvarar. Hans Kristian er framvegis einsamallur á odda, men Martin Poulsen og Høgni Egilstoft Nielsen eru beint í hølunum á honum. Í síðsta umfari fríggjadagin møtast Hans Kristian og Høgni.
5. umfar 31. mars
Hans Kristian – Martin ½-½
Haldur – Høgni 0-1
Luitjen – Samson 1-0
Rani – Margar ½-½
Støðan í FM-bólkinum
1. Hans Kristian Simonsen, KT 4½
2. Martin Poulsen, HT 4
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 4
4. Margar Berg, HT 2½
5. Rani Nolsøe, KTF 1½
6. Luitjen A. Apol, HT 1½
7. Samson Højgaard, VT 1
8. Haldur S. Johansen, KTF 1
6. umfar 1. apríl kl. 14:00
Samson – Hans Kristian
Margar – Martin
Høgni – Luitjen
Rani – Haldur
7. umfar 2. apríl kl. 14:00
Hans Kristian – Høgni
Martin – Samson
Luitjen – Rani
Haldur – Margar
Hinir bólkarnir
Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag er flúgvandi í almenna bólkinum. Hann hevur vunnið øll fimm talvini, sum hin einasti av øllum í FM-stevnuni.
Støðan í oddanum: 1. Janus Skaale, KTF 5 2. Henrik W. Joensen, RT 4 3. Esbern Christiansen, KTF 3½. 18 telvarar eru í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum er støðan í toppinum henda: 1. Jónas Sólsker, KTF 4 2. Rókur Davidsen, KTF 4 3. Markus Jacobsen, KT 3½. 14 telva í unglingabólkinum.