Hans Kristian Simonsen úr Kollafjarðar Talvfelag hevur lagt seg einsamallan á odda við fullum stigatali eftir triðja umfar mánakvøldið í FM-einstaklingakappingini í talvi í Klaksvík.
Hans Kristian vann í kvøld á tí unga Luitjen Akselsson Apol, sum bara hevur eitt hálvt stig eftir fyrstu trý umførini. Luitjen stóð annars sera væl, men misti tráðin í miðspælinum. Hans Kristian royndi seg við einum ivasomum frábrigdi í fronsku byrjanini við tí svarta fólkinum, men Luitjen telvaði væl og fekk greiðan fyrimun. Hann kundi við betri 19. leiki tryggjað sær stóran fyrimun, men fann ikki røttu loysnina. Hans Kristian var kringur at lofta sær úr vandanum, tá kyrrindi vóru, og telvaði sannførandi og væl, tað sum eftir var av talvinum.
Tað sær spennandi út hjá Hans Kristiani nú, men hann hevur harðar mótstøðumenn eftir. Higartil hevur hann vunnið á Rana Nolsøe, Haldur S. Johansen og í dag tann unga Luitjen Akselsson Apol.
Hugsavnaður – við øðrum arminum í fatli – sæst Hans Kristian Simonsen vinna á Rana Nolsøe í øðrum umfari. Kollfirðingurin við stóra talentinum hevur fingið eina flúgvandi byrjan í FM. Er hann ávegis at endurtaka higartil einasta FM-sigurin í 2002?
Martin og Høgni jagstra
Næstur Hans Kristiani er Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag við 2½ stigi. Í drúgvasta dystinum í kvøld koppaði hann Haldur Suna Johansen í jøvnum og spennandi talvi. Martin hevði okkurt av sínum vanliga heimabryggi í byrjanarspælinum. Kanska var tað skylt við Pirc-byrjanina, Martin javnaði skjótt við svarta fólkinum. Torført var kortini at koma víðari, og Martin brúkti aftur í dag nógva tíð at finna eina sigursleið. Í dýrandi tíðarneyð gjørdist hann sum vant kreativur.Honum eydnaðist at býta upp til endatalv við evarska lítlum fyrimuni. Í torføru støðuni var Martin sera neyvur og vann rættiliga instruktivt. Martin er stríðsmaður og kyniskt kringur at gagnnýta sínar møguleikar – sigurin á Rana Nolsøe í gjár var eitt annað dømi um tað.
Favoritturin Høgni Egilstoft Nielsen vann fyrsta talvið í kvøld eftir remis í fyrstu umførunum. Í gjár stóð Høgni heldur kroystur móti Samson Højgaard, men bjargaði sær remis. Í dag koppaði hann annan oddafiskin, Margar Berg, sum hevur tikið fleiri á bóli við tveimum sigrum at byrja við. Við svarta fólkinum móti favorittinum var spæluppleggið rímiligt heldur varið, men støðan var í javnvág til sekstanda leik. Tá eru hyggjuráðini ivaleyst finnuleikur á b4 at forða hvítum at fáa annan riddaran í spæl á miðjum borði við góðum virknaði. Eftir tað helmaði Høgni ikki og kroysti mótstøðumannin niður.
Í fjórða talvinum í kvøld eydnaðist Rana Nolsøe at koma á stigatalvuna sum tann síðsti av telvarunum í landsliðsbólkinum. Rani vann við hvítum eitt lívligt talv á Samson Højgaard, sum leyp framav í avgerandi støðu.
Støðan í FM bólkinum:
1. Hans Kristian Simonsen, KT 3 stig
2. Martin Poulsen, HT 2½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2
4. Margar Berg, HT 2
5. Rani Nolsøe, KTF 1
6. Samson Højgaard, VT ½
7. Haldur S. Johansen, KTF ½
8. Luitjen A. Apol, HT ½
Í fjórða umfari í morgin týsdagin verður telvað soleiðis:
Margar Berg – Hans Kristian Simonsen
Martin Poulsen – Luitjen A. Apol
Høgni Egilstoft Nielsen – Rani Nolsøe
Samson Højgaard – Haldur S. Johansen
Í almenna bólkinum er Janus Skaale úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við fullum stigatali eftir trý umfør. Og í unglingabólkinum er Rókur Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag einsamallur á odda við trimum stigum.
Átjan telva í almenna bólkinum og fjúrtan í unglingabólkinum.
Fjórða umfar í morgin byrjar klokkan 17.00. Á heimasíðu Talvsambandsins ber til at síggja leik fyri leik beinleiðis á øllum borðum, meðan telvað verður. Har ber eisini til at lesa meira um kappingina.
FM-kappingin á Skúlatrøð í Klaksvík endar Langa fríggjadag.