Talv-FM í 50 ár
FM-kappingin fyri einstaklingar í talvi, sum byrjar í dag og endar á páskum, er hin hálvtrýssinstjúgunda í røðini í nýggjari tíð. Kappast hevur verið um FM-heitið í talvi á hvørjum ári síðani 1972, eftir at Talvsamband Føroya varð stovnað í 1970, og fór at skipa fyri regluligum kappingum um føroyameistaraheitið fyri einstaklingar og lið.
Fyri ta tíð hevði Havnar Telvingarfelag í fleiri ár regluligar kappingar um FM fyri einstaklingar. Byrjað varð longu fyri kríggið, men oftast vóru tað bara telvarar í Havn, sum kappaðust sínamillum, tí gongd var ikki av álvara komin á telvingina úti um landið. Hesar FM-kappingar vóru frá 1938 til 1956.
Miðskeiðis í 50-árunum vóru bygdirnar so smátt komnar við, men av einihvørji orsøk var givist við árligu FM-kappingunum. Í staðin var um páskirnar telvað um sokallaða Woodborðið øll 50- og 60-árini. Tað var ein landskapping millum feløg, sum byrjaði eftir kríggið, tá ið enski stórtelvarin Barry Wood kom til Føroyar og handaði prýðiliga gripin sum ferðasteyp til føroysk talvfeløg at kappast um í árligari liðkapping. Hendan óalmenna landskappingin mundi eiga lívið í føroyskari telving øll 50- og 60-árini, og gera sítt til, at grundarlag fekst fyri, at eitt landsfelag varð stovnað í 1970.
Tá fæst av álvara gongd á skipaða telving í Føroyum.
Flest FM-sigrar 1972-2020
Helgi Dam Ziska, HT 5 (2008, 2011, 2017, 2018, 2019)
Heini Olsen, KTF 5 (1989, 1991, 1992, 1993, 1999)
Martin Poulsen, HT 4 (2003, 2004, 2006, 2009)
Jens Chr. Hansen, TT 4 (1979, 1981, 1982, 1985)
Rógvi Egilstoft ST 3 (2012, 2015, 2016)
John Rødgaard, VT 3 (1998, 2001, 2007)
Torkil Nielsen, ST 3 (1984, 1986, 1988)
Luitjen Apol, HT 3 (1974, 1975, 1976)Høgni favorittur
Klaksvíkar Talvfelag skipar í ár fyri FM-stevnuni fyri einstaklingar í talvi. Telvað verður á Skúlatrøð. Umførini eru í alt sjey, telvað verður hvønn dag frá í dag til Langa fríggjadag. Frídagar verður byrjað klokkan 14, yrkadagar klokkan 17. Fylgjast kann við beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins – faroechess.com – hvussu telvað verður á øllum borðum.
Í alt 40 telvarar eru við í FM-kappingini í ár. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, í almenna bólkinum eru 18 telvarar, og unglingarnir eru 14.
FM-bólkurin er toluliga væl mannaður í ár. Føroyameistarin í fjør, Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag, er favorittur at vinna. Harðasti kappingarneytin – sambært styrkitølunum – er Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag. Og tað ber ikki beinari á enn at teir báðir bresta saman longu í fyrsta umfari í dag – Høgni við hvíta fólkinum.
Í fjør vann Høgni FM-heitið eftir umdyst móti unga stjørnuskotinum Luitjen Akselsson Apol. Hann er eisini við aftur í ár. Aðrir fyrrverandi føroyameistarar, sum bjóða av, eru Hans Kristian Simonsen og Rani Nolsøe.
Høgni Egilstoft Nielsen, ST. Favorittur at endurvinna FM-heitið.
FM-bólkurin 2021
Høgni Egilstfot Nielsen, ST 2384
Martin Poulsen, HT 2285
Hans Kristian Simonsen, KT 2128
Luitjen Akselsson Apol, HT 2103
Rani Nolsøe, KTF 2058
Samson Højgaard, VT 1999
Haldur S. Johansen, KTF 1997
Margar Berg, HT 1942
Í fyrsta umfari í dag verður telvað soleiðis í FM-bólkinum:
Høgni – Martin
Rani – Hans Kristian
Haldur – Luitjen
Samson – Margar
Misjøvn luttøka
Sum nevnt eru 40 luttakarar við í FM-kappingini í ár. Tað er hampulig luttøka, frægari enn síðstu árini, men langt frá tí, sum var, tá ansurin fyri FM-stevnuni var av tí mesta.
Í Talvsambandinum hava tey verið eitt sindur í døpurhuga um fallandi áhugan fyri árligu FM-stevnuni tey seinnu árini. Eingin veit við vissu, hví so er. Líkt er til, at nýtíðartelvarar eru ikki eins fúsir og telvarar vóru fyrr at seta allar páskirnar av at telva í. Roynt hevur verið at stytta kappingina niður í sjey umfør. Fyrr kom fyri, at telvað vórðu heili ellivu umfør – og so FM-snarkapping 2. páskadag omaná.
Telvarum nú á døgum dáma fult so væl styttri kappingar og styttri umhugsanartíð. Hugurin tykist vera farin frá at telva ellivu umfør dag um dag allar páskirnar á tamb sum fyrr. Nýtíðartelvarar eru ikki øðrvísi enn nýtíðarfólk flest. Tað skal ikki vera ov drúgt, heldur lætt og leskiligt enn tíðarkrevjandi og djúp hugsavnan.
Hyggja vit at luttøkuni í árligu FM-kappingunum undanfarnu hálvthundrað árini, sæst, at serliga í 80-unum og fyrstu árini eftir aldamótið, var rættiligur gravgangur at vera við í árligu FM-kappingunum.
Niðanfyri sæst hvørji fimm árini eru, at luttøkan hevur verið ávikavist mest og minst síðani 1972:
Topp 5
2003 95 telvarar
2004 79
1985 76
1981 74
2001 72
1982 72
Botn 5
1975 14 telvarar
2020 26
2012 29
1972 30
1999 31