Heim / Tíðindi (síða 6)

Tíðindi

Helgi snarmeistari eftir umdyst

Tað gekk hart á í FM-kappingini í snartalvi á Toftum í dag. 
 
Favorittarnir Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol endaðu javnir við tíggju stigum, tá liðugt var seinnapartin. 
 
Reglurnar áseta tá umdyst. Allir tríggir skuldu nú avgera kappingina við tveimum innanhýsis talvum sínamillum, og tá gjørdi stórmeistarin bart. 
 
Helgi Dam Ziska er stórmeistari | Kringvarp Føroya
Helgi Dam Ziska vann eftir umdyst sítt nítjanda FM-heiti í snartalvi í dag.

Les meira »

Úrslit frá NM undankappingini

Seinasta sunnudag vórðu undankappingarnar til NM úttøkuna telvaðar í Klaksvík.
Kappast var í 5 ymsum aldursbólkum og íalt luttóku 43 børn og ung.

Úrslitini vóru hesi:

Bólkur A

  1. Rogvi Heinason Olsen
  2. Rókur Davidsen
  3. Herbert Holm Johannessen

Bólkur B

  1. Petur Gardar Magnussen
  2. Emil Jacobsen Jamil
  3. Brestir Samuelsen

Bólkur C

  1. Oskar Jacobsen Jamil
  2. Djóni F.C. Jakobsen
  3. Sámal Isfeldt Nesá

Bólkur D
1-2. Baldur Bjarnason Jorgensen
1-2. Lisa J. Xin
3. David Lutzen

Bólkur E

  1. Andrew M. Xin
  2. John Berg Danielsen
  3. Símun Berthelsen

Øll úrslit kunnu sígjast á hesi leinkju: https://s2.chess-results.com/tnr1293776.aspx?lan=32&art=0&SNode=S0

 

Føroyar vunnu smálandakappingina

Føroyar eru aftur meistarar í talvi fyri smátjóðir í Evropa.

Í níggjunda og seinasta umfari suðuri á Kýprós vunnu Føroyar í dag stórsigur 3½ – ½ á Malta. 

Sostatt var allur ivi um sigurin beindur av vegnum. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði remis.

Tíggju smátjóðir hava kappast í Larnaca seinastu vikuna. Kappingin var tann níggjunda í røðini. Føroyar hava vunnið flestar ferðir.

Góða úrslitið er vælsaktans onkursvegna ein staðfesting av, at sterka føroyska talvsiðvenjan svitast ikki, men stendur framvegis í besta blóma. 

9 umfar, leygardagin 22. november

Føroyar – Malta 3½ – ½

GM Helgi Dam Ziska (2543) – Robert Novak (2155) 1 – 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) – Colin Pace (2106) 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol (2288) – Jake Darmanin (2032) 1 – 0

Jón í Horni Nielsen (2084) – Patrick Zerafa (2009) ½ – ½

Vælhýrdir telvarar suðuri á Kýprós. Føroyska landsliðið hevur í dag vunnið kappingina fyri smátjóðir í Evropa. F.v.: Høgni Egilstoft Nielsen, Jón í Horni Nielsen, Luitjen Akselsson Apol, Elias Petersen og Helgi Dam Ziska.

Úrslit – 9. umfar

Føroyar – Malta 3½ – ½

Andorra – Jersey 3½ – ½

Monako – Kýprós 1½ – 2½

Luksemburg – San Marino 3½ – ½

Guernsey – Liktinstein 1½ – 2½

Endaliga støðan

1. FØROYAR 16 (29½)

2. Andorra 16 (27)

3. Kýprós 15 (25)

4. Luksemburg 13 (26)

5. Monako 9 (20)

6. Liktinstein 9 (14)

7. Malta 4 (15)

8. Jersey 4 (10)

9. Guernsey 3 (7½)

10. San Marino 1 (6)

Føroyar vunnu við fleiri borðstigum enn Andorra. Í dystarstigum stóð á jøvnum. Fyri vunnan dyst fær lið tvey stig, og eitt fyri javnan dyst. Føroyar taptu innanhýsis dystin fyri Andorra, sum afturfyri tapti dystin móti Kýprós. Okkara telvarar fingu tó fleiri stig enn telvararnir hjá Andorra, og tað gjørdi munin. Hevði tað eisini staðið á jøvnum í borðstigum okkara millum, hevði innanhýsis dysturin verið avgerandi, og tá hevði Andorra verið við yvirlutan.

Sannførandi avrik

Sum heild má sigast, at føroyska avrikið var ógvuliga sannførandi. Gaman í var føroyska liðið ratingfavorittur, men tað krevur sín mann at útinna favorittleiklutin so væl, sum í hesum føri. Andorra, Luksemburg og Monako – og hesaferð ikki minst vertstjóðin Kýprós við – eiga so frægar telvarar, at teir eru mentir at geva okkum dygga mótstøðu.

Vit vóru væl mannaðir á fremstu borðunum. Rógvi Egilstoft hevði kunnað lagt nakað aftrat, annars høvdu vit okkara bestu telvarar við. Og vit síggja aftur, hvussu umráðandi tað er, at stórmeistari okkara, Helgi Dam Ziska, er við á landsliðnum.  Eins gleðiligt tað var at síggja, hvussu væl okkara tríggir toppspælarar, Helgi, Høgni og Luitjen avrikaðu, eins hugaligt var at síggja, hvussu væl báðir unglingarnir, Jón og Elias, stóðu seg. Teir smæddust ikki burtur, men gjørdu góðan mun. 

Í veruleikanum høvdu vit tríggjar av okkara bestu unglingum við. Elias er 18 ár, Luitjen 19 og Jón 20. Luitjen hevur tó verið í eini serstøðu millum okkara yngstu telvarar nú í nøkur ár. 

Allir fimm á føroyska liðnum skoraðu væl, sum vit síggja niðanfyri. Helgi var tryggi skansin á 1. borði. Ósigraður, remis móti sterkastu mótstøðumonnunum, hinar legði hann allar niður. Høgni hevði eittans miseydnað talv, annars var hann sannførandi sum vant. Luitjen var flúgvandi. Hann vann alt uttan eitt, sum endaði javnt, og bleiv soleiðis føroyskur toppskjútti. Og bæði Jón og Elias fingu samanlagt góða úrtøku.

Einstaklingsúrtøkan

1. Helgi Dam Ziska 6½/8

2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8

3. Luitjen Akselsson Apol 7½/8

4. Jón í Horni Nielsen 5/7

5. Elias Petersen 4/5

Luitjen Akselsson Apol – føroyskur toppskjútti á Kýprós.

Vinnarar (2009 – 2025)

Føroyar hava gjørt seg galdandi í hesi smálandakappingini, frá tí at hon byrjaði. Vit hava vunnið gott og væl aðruhvørja ferð í alt.

Telvað hevur verið annaðhvørt ár, kappingin hesaferð var tann níggjunda í røðini. Føroyar og Andorra hava nú í fleiri ár vunnið eftir tørni. 

Andorra hevur havt hendinga góðar spanskar telvarar á sínum liði, men hava eisini alið upp fínar telvarar, sum hava fingið góða venjing frá sterkum sponskum telvarum. Her kann nevnast bara 18 ára gamli Serni Ribera, sum á øðrum borði fekk átta stig av níggju møguligum, og sum longu er komin upp á styrkitalið 2300. 

Oddamaðurin hjá Andorra nú í fleiri ár, Oscar De La Riva, er stórmeistari og fyrrverandi spanskur meistari (2003). Enski stórmeistarin David Norwood hevur eisini telvað fyri Andorra.

Luksemburg, sum er triðja landið, ið hevur vunnið smálandakappingina, hevur øll árini havt sterka svenska telvaran Michael Wiedenkeller sum akkersmann. Wiedenkeller, sum var svenskur meistari í 1990, hevur búð og arbeitt í Luksemburg í nógv ár.

Hartil hevur Monako fingið sterkar útlendskar telvarar sum ríkisborgarar, og soleiðis styrkt landsliðið. Teir eru stórmeistarnir Igor Efimov, sum er ættaður úr Georgia, men sum búði í Italia í fleiri ár, og har vann italska meistaraheitið bæði í 1998 og 1999, men síðani 2007 hevur hann umboðað Monako. Hin er Amir Bagheri, annar stórmeistarin úr Iran, hann umboðaði Iran í talvolympiadum til hann fyri fáum árum síðani fekk rískiborgaraskap í Monako.

Sigursrøðin er henda:

2009 Føroyar

2011 Luksemburg

2013 Føroyar

2015 Andorra

2017 Føroyar

2019 Andorra

2021 Føroyar

2023 Andorra

2025 Føroyar

Tilsamans

Føroyar 5

Andorra 3

Luksemburg 1

Smálandakappingin 2025

Aftur 4-0 sigur

Munurin er týðiligur á fremru og aftaru liðunum í smálandakappingini í talvi suðuri á Kýprós. 

Føroyar vunnu á øllum fýra borðum aftur í dag, tó at Helgi Dam Ziska fekk sær ein frídag, og vit høvdu tríggjar telvarar undir tjúgu ár á liðnum.

4-0 var eisini lagið í fleiri av hinum dystunum í áttanda umfari, so yvirhøvur var tað toppur móti botni í dagsins umfari.

Føroyar standa til at vinna kappingina í morgin. Kravið er tó, at vit vinna á Malta. Gera vit tað, fer Andorra ikki at fáa okkum aftur. Hálvtrtiðja stig røkkur. Tað áttu okkara menn at verið mentir at gera, men veruleikin er helst eisini, at vit hava ikki ráð til at snáva uttan í mesta lagi á einum borði.

Allir á føroyska liðnum gjørdu sína skyldu í dag móti Guernsey.

8. umfar, 21. november

Føroyar – Guernsey 4 – 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) – Christopher Holland (2068) 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol (2288) – Jamie Morgan (1836) 1 – 0

Jón í Horni Nielsen (2084) – Garth Owen (1818) 1 – 0

Elias Petersen (2004) – Gerda Nevska (1837) 1 – 0

8. umfar

Føroyar – Guernsey 4 – 0

Andorra – Liktinstein 4 – 0

Luksemburg – Jersey 4 – 0

Monako – San Marino 4 – 0

Kýprós – Malta 2½ – 1½

Støðan fyri síðsta umfar

1. Føroyar 14 dystarstig (26 borðstig)

2. Andorra 14 (23½)

3. Kýprós 13 (22½)

4. Luksemburg 11 (22½)

5. Monako 9 (18½)

6. Liktinstein 7 (11½)

7. Malta 4 (14½)

8. Jersey 4 (9½)

9. Guernsey 3 (6)

10. San Marino 1 (5½)

Seinastu tøkini

Í morgin leygardagin fellur so avgerðin. Tá verða dystirnir í níggjunda og seinasta umfari telvaðir. Vinna Føroyar 2½ – 1½ á Malta, er sigurin okkum vísur.

Byrjað verður á middegi suðuri í Larnaca. Fylgjast kann við leik fyri leik á øllum borðum. Heimasíðan lichess.org stroymir beinleiðis. 

Føroyska liðið er ikki kunngjørt enn, men Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol munnu ivaleyst fara at sita við borðini saman við antin Jón ella Eliasi sum fjórða manni.

9. umfar (leygardagin kl. 12:00)

Føroyar – Malta

Andorra – Jersey

Monako – Kýprós

Luksemburg – San Marino

Guernsey – Liktinstein

Føroyar á odda

Føroyar gjørdu bart í báðum mikudagsdystunum í dag, og kunnu nú sjálvar avgera smálandakappingina í talvi við góðum endaspurti fríggjadagin og leygardagin.

Í morgun vann føroyska talvlandsliðið 3 – 1 í toppdystinum móti Kýprós, og seinnapartin vunnu okkara menn 4 – 0 á Liktinstein. 

Í morgin er frídagur á Kýprós. 

Føroysku telvararnir vunnu á øllum borðum seinnapartin móti Liktinstein. Vinstrumegin síggjast Elias Petersen, Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.

Tað gekk upp á stás í dag. Góði 3-1 sigurin í oddadystinum móti Kýprós í morgun fløvaði sum vera man, og seinnapartin settu teir trumf á við 4-0 móti Liktinstein.

Einasta broyting á liðnum var, at unglingarnir skiftu á fjórða borði. Jón í Horni Nielsen, sum vann í morgun, víkti sætið, og Elias Petersen tók hansara pláss.

Helgi Dam Ziska telvaði aftur ógvuliga sannførandi, og vann lættliga. Sama gjørdi Luitjen Akselsson Apol, sum hevur staðið seg ógvuliga væl. Telvararnir við svarta fólkinum máttu kýta seg. Hvørki Høgni ella Elias komu væl frá byrjanini, men báðir stríddust væl og vóru mentir at venda gongdini.

7. umfar (mikudagin 21. november)

Føroyar – Liktinstein 4 – 0

GM Helgi Dam Ziska (2543) – Markus Krieger (2168) 1 – 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385 )- Andrew Heron (2065) 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol (2288) – Marcel Mannhart (2087) 1 – 0

Elias Petersen (2004) – Renato Frick (1908) 1 – 0

Drúgvi mikudagurin

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýprós – Føroyar 1 – 3

Andorra – Monako 2½ – 1½

Liktinstein – Luksemburg 1 – 3

Jersey – Malta 2½ – 1½

San Marino – Guernsey 1½ – 2½

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar – Liktinstein 4 – 0

Luksemburg – Andorra 1½ – 2½

Guernsey – Kýprós ½ – 3½

Malta – San Marino 3½ – ½

Monako – Jersey 3 – 1

Støðan eftir sjey umfør

1. Føroyar 12 stig (22 borðstig)

2. Andorra 12 (19½)

3. Kýprós 11 (20)

4. Luksemburg 9 (20)

5. Monako 7 (14½)

6. Liktinstein 7 (11½)

7. Malta 4 (13)

8. Jersey 4 (9½)

9. Guernsey 3 (6)

10. San Marino 1 (5½)

Føroyar eru nú á odda í kappingini. Í dystarstigum stendur á jøvnum millum Føroyar og Andorra, men Føroyar hava munin í borðstigum. Tað kann fara at gerast avgerandi. 

Mest sannlíkt er, at oddaliðini kunnu vinna dystirnar, ið eftir eru. Hendir tað, verða borðstigini avgerandi. Tí ræður um hjá Føroyum at fáa sum mest burturúr í dystunum í áttanda og níggjunda umfari. Í løtuni hava vit hálvttriðja stig meira enn Andorra.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum higartil er henda:

Helgi Dam Ziska 5½/7

Høgni Egilstoft Nielsen 4½/6

Luitjen Akselsson Apol 5½/6

Jón í Horni Nielsen 3½/6

Elias Petersen 3/4

Endabresturin

Nú eru sum nevnt tvey umfør eftir. Føroyar hava Guernsey og Malta eftir. Andorra hevur Liktinstein og Jersey.

Í morgin er einasti frídagur hjá telvarunum í Larnaca.

8. umfar (fríggjadagin kl. 13:00)

Føroyar – Guernsey

Liktinstein – Andorra

Kýprós – Malta

Jersey – Luksemburg

San Marino – Monako

9. umfar (leygardagin kl. 12:00)

Malta – Føroyar

Andorra – Jersey

Monako – Kýprós

Luksemburg – San Marino

Guernsey – Liktinstein

Vunnu toppdystin

Føroyar koppaðu í morgun Kýprós í oddabrakinum í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri í Larnaca.

Føroyar vunnu dystin 3-1, og eru nú fremst av teimum tíggju liðunum í kappingini. Helgi Dam Ziska og Jón í Horni Nielsen vunnu, og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol telvaðu javnt.

Føroyar móti Kýprós í Larnaca í morgun. Ovast í myndini sæst Helgi Dam Ziska eygleiða gongdina á hinum borðunum. Hann og Jón í Horni Nielsen, fremstur á myndini, vunnu síni talv, og grundaðu soleiðis frálíka føroyska 3 – 1 sigurin í hesum toppdystinum.

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði eitt ógvuliga stílreint og lýtaleyst talv við svarta fólkinum á fyrsta borði, og vann sannførandi. Jón vann á fjórða borði við hvíta fólkinum í meira rokaligum talvi, sum kundi farið báðar vegir. Í svárari tíðarneyð uppundir evstamark snávaði kýprin.

Høgni og Luitjen høvdu tamarhald á sínum støðum, teir telvaðu varisliga; javnvágin var ongantíð skakað. 

Eitt frálíkt úrslit og ein ógvuliga týðandi sigur hjá Føroyum, sum nú aftur er á odda í kappingini. Men Andorra er í hølunum á okkum. Í dystarstigum stendur á jøvnum, men vit hava eitt borðstig fleiri enn teir.

Nú seinnapartin er sjeynda umfar á skránni. Føroyar telva móti Liktinstein, sum vann fyrstu fýra dystirnar, men nú hava teir tapt fyri Kýprós í gjár og Luksemburg í morgun.

Føroyska manningin móti Liktinstein verður henda: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Elias Petersen.

Ein lykladystur í sjeynda umfari verður millum Andorra og Luksemburg.

Í morgin er frídagur á Kýprós.  Seinastu tvey umførini í smálandakappingini verða telvað fríggjadagin og leygardagin.

6. umfar, mikudagin 19. november

Kýprós – Føroyar 1 – 3

Alexandros Isaakidis (2249) – GM Helgi Dam Ziska (2543) 0 – 1

Konstantinos Michaelidis (2245) – IM Høgni Egilstoft Nielsen (2385) ½ – ½

Rafail Antoniou (2123) – Luitjen Akselsson Apol (2288) ½ – ½

Konstantinos Konstantinidis (2052) – Jón í Horni Nielsen (2084) 0 – 1

Avgerandi oddabrak mikumorgunin

Føroyar vunnu stórsigur 4 – 0 á San Marino í fimta umfari í smálandakappingini í talvi fyri landslið suðuri á Kýprós týsdagin. Allir vunnu – Helgi, Luitjen, Jón og Elias. Høgni hevði frí.

Føroyar eru nú næstfremstar av teimum tíggju liðunum. Kýprós er eitt stig fremri. Og í sætta umfari mikumorgunin bresta oddaliðini Kýprós og Føroyar saman.

Føroyar gjørdu bart móti San Marino í fimta umfari. Allir vunnu. Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Jón í Horni Nielsen og Elias Petersen (fremst í myndini). 

Føroyar – San Marino 4 – 0

1. GM Helgi Dam Ziska (2543) – Danilo Volpinari (1955) 1 – 0

2. Luitjen A. Apol (2288) – Ezio Righi (1884) 1 – 0

3. Jón í Horni Nielsen (2084) – Mirko Leardini (1833) 1 – 0

4. Elias Petersen (2004) – Giancarlo Berardi (1783) 1 – 0

Tað tók sína tíð, áðrenn allir vóru lidnir, men tíbetur lukkaðist at fáa fyrsta 4-0 sigurin til høldar.

Sigurðsrøðin hjá Kýprós stendur við. Í fimta umfari koppaðu teir Liktinstein, sum var fyri sínum fyrsta ósigri. Annar lykladystur var millum Monako og Luksemburg, og her vann Luksemburg tepurt.

Vertstjóðin Kýprós er framvegis á odda, men Føroyar og Andorra eru beint í hølunum á teimum. Vit eru í løtuni stavnin undan Andorra við hálvum stigi meira í borðstigum. Kappingin er ógvuliga hørð millum fremstu fimm liðini.

5. umfar (týsdagin 18. november)

Føroyar – San Marino 4 – 0

Kýprós – Liktinstein 3 – 1

Monako – Luksemburg 1½ – 2½

Malta – Andorra 1½ – 2½

Guernsey – Jersey 2 – 2

Støðan eftir fimm umfør

1. Kýprós  9 dystarstig (15½ borðstig)

2. Føroyar 8 (15)

3. Andorra 8 (14½)

4. Luksemburg 7 (14)

5. Liktinstein 7 (10½)

6. Monako 5 (10)

7. Malta 2 (8)

8. Jersey 2 (6)

9. San Marino 1 (3½)

10. Guernsey 1 (3)

Toppdystur móti Kýprós

Mikudagurin verður ógvuliga avgerandi. Tvey umfør skulu telvast. Føroyar hava oddaliðið Kýprós í morgundystinum. Seinnapartin møta vit Liktinstein, sum eisini hevur staðið seg væl.

Føroyar manna seg við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen móti ósigraða Kýprós. Vit hava hægri styrkitøl á øllum borðum, og áttu tí at kunnað vunnið dystin. Men heimaliðið er flúgvandi, og hevur tikið øll á bóli.

Drúgvur mikudagur

6. umfar (19. november kl. 07:30)

Kýprós – Føroyar

Andorra – Monako

Liktinstein – Luksemburg

Jersey – Malta

San Marino – Guernsey

7. umfar (19. november kl. 13:30)

Føroyar – Liktinstein

Luksemburg – Andorra

Guernsey – Kýprós

Malta – San Marino

Monako – Jersey

Til ber at fylgja við leik fyri leik úr Larnaca. Heimasíðan Lichess.org stroymir allar dystirnar. Kappingin nevnist 9th ESNA Chess Championship 2025.

Taptu toppdystin

Andorra, sum er meistari í talvi fyri smátjóðir í Evropa, vann toppdystin móti Føroyum í triðja umfari í morgun suðuri á Kýprós. 

Í dystinum í fimta umfari, sum var seinnapartin, vunnu Føroyar stórsigur á Jersey. Fleiri lið eru nú um boðið at vinna kappingina. Heimaliðið Kýprós tykist vera eins gott boð upp á ein vinnara sum favorittarnir úr Føroyum, Andorra, Luksemburg og Monako. 

Spenningur verður helst til seinasta umfar leygardagin.

Toppdysturin suðuri í Larnaca í morgun millum Føroyar og Andorra. 18 ára gamli Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag, fremstur í myndini, fekk sín elddóp á landsliðnum.

Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa nakað dystarstig í triðja lykladystinum hjá Føroyum á rað.

18 ára gamla stórtalentið hjá Andorra, Serni Ribera, spældi føroyameistaran Høgna Egilstoft Nielsen sannførandi niður á øðrum borði. Elias Petersen var fyri somu lagnu á fjórða borði. Einki stig við svarta fólkinum.

Glottin á liðnum var Luitjen Akselsson Apol. Eins og í gjár var støðan á borðinum eldfim, men tá er Luitjen ofta kringur og snúðin. Tað lukkaðist tí at vinna.

Hjá Helga Dam Ziska var aftur nær við og næstan. Mótstøðumaðurin, sum er spanióli, ættaður úr Barcelona, spanskur meistari í 2003, nú 53 ára gamal, stóð eitt sindur kroystur. Eins og í gjár fann Helgi ikki skarpastu leikirnar, tá ið á stóð, og tí svann tepri fyrimunurin út í remis.

Føroyar – Andorra 1½ – 2½

GM Helgi Dam Ziska 2543 – GM Oscar De La Riva 2439 ½ – ½

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2385 – Serni Ribera 2300 0 – 1

Luitjen A. Apol 2288 – Daniel Gomez 2199 1 – 0

Elias Petersen 2004 – Esteve Mateu 2140 0 – 1

3. umfar (17. nov – fp)

Føroyar – Andorra 1½ – 2½

Kýprós – Jersey 4 – 0

Malta – Monako 1½ – 2½

Guernsey – Luksemburg 0 – 4

San Marino – Liktinstein 1½ – 2½

Stórsigur á Jersey

Í seinna umfarinum í dag seinnapartin gekst betur hjá Føroyum. Mótstøðan var eisini munandi minni. Luitjen fekk frí, vit høvdu báðar unglingarnar á liðnum.

Føroyar – Jersey 3½ – ½

GM Helgi Dam Ziska 2543 – Graham Mooney 1918 1 – 0

IM Høgni Egilstoft Nielsen 2385 – Mateusz Kolin 1826 1 – 0

Jón í Horni Nielsen 2084 – Krysztof Belzo 2075 ½ – ½

Elias Petersen 2004 – Paul Wojciechowski 1932 1 – 0

4. umfar (17. nov. – sp)

Føroyar – Jersey 3½ – ½

San Marino – Kýprós 0 – 4

Liktinstein – Monako 2 – 2

Andorra – Guernsey 4 – 0

Luksemburg – Malta 4 – 0

Hørð kapping

Okkurt bendir á, at kappingin millum fremru liðini í smálandakappingini fer at harðna. Kýprós bjóðar av. Liktinstein hevur eisini staðið seg væl, men mótstøðan hevur ikki verið tann mesta higartil.

Ein týðandi dystur hjá Føroyum verður í ovurmorgin móti Kýprós. Hann kann fara at vera heilt avgerandi fyri endaliga úrslitið í kappingini. Borðstigini kunnu eisini fáa stóran týdning, tí stendur á jøvnum í dystarstigum, telja borðstigini.

Í morgin telva Føroyar móti San Marino. Vit eiga at vinna ruddiliga. Mikudagin eru aftur tvey umfør á skránni – morgundysturin verður móti Kýprós.

Núverandi oddaliðini, Kýprós og Liktinstein, telva sínamillum í morgin. Annar lykladystur er millum Monako og Luksemburg.

Støðan í smálandakappingini:

1. Kýprós 7 dystarstig (12½ borðstig)

2. Liktinstein 7 (9½)

3. Andorra 6 (12)

4. Føroyar 6 (11)

5. Luksemburg 5 (11½)

6. Monako 5 (8½)

7. Malta 2 (6½)

8. Jersey 1 (4)

9. San Marino 1 (3½)

10. Guernsey 0 (1)

5. umfar (týsdagin 18. november kl 13:00)

Føroyar – San Marino

Kýprós – Liktinstein

Monako – Luksemburg

Malta – Andorra

Guernsey – Jersey