Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Summarkapping 5

Summarkapping 5

Í kvøld, mikukvøldið 5. august kl. 20.00, verður talvkapping á netinum fyri føroyskum telvarum. Øll í hava áhuga fyri telving eru vælkomin at luttaka.

Telvað verða 9 umfrø við tíðini 3 min. + 2 sek. Chess.com letur upp fyri tilmelding 1 tíma, áðrenn kappingin byrjar. Kappingin er at finna her: Summarkapping 5

Fyri at luttaka í kappingini, skal mann verða limur í bólkinum hjá Talvsambandinum á chess.com. Bólkurin er at finna her: Talvsamband Føroya

Sí eisini

Vunnu tepurt á Caymanoyggjunum

Manningin av Cayman-oyggjunum gav Føroyum dygga mótstøðu í øðrum umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Eftir styrkitølunum áttu Føroyar at vunnið dystin meira sannførandi, men líkt er til, at ratingtølini samsvaraðu ikki heilt við veruligu styrkina hjá mótstøðumonnunum. Ella telvaðu okkara menn í lakara lagi í dag. Hetta var fyrsti dystur okkara móti landinum har vesturi í Karibiska Havinum. Har búgva stívliga 90.000 fólk, og hetta er triðja ferðin, at landið er við á talvolympiadu. Cayman-oyggjar eru styrkismettar nummar 159, vit nummar 107.