Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Talvlega fyri børn og ung

Talvlega fyri børn og ung

Talvsamband Føroya skipar í døgunum 26. til 27. septembur fyri talvlegu fyri børn og ung.

Legan verður í Virkishúsinum við Ánna í Sandavági. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur, matur, spæl og gisting. Vant verður í ymsum styrkibólkum.

Tilmelding

Tað er avmarkað pláss á leguni. Luttøkugjaldið er kr. 300 per barn / ungling. 17 ár og yngri kunnu luttaka á leguni. Til ber at melda til við at skriva til ungtelva@gmail.com hesar upplýsingar:

Navn á luttakara
Føðingardag
Telefonnummar hjá avvarðandi
Ovurviðkvæmi ella serligur kostur
Annað viðkomandi

Tilmeldingarfreistin er sunnudagin 20. septembur.

Sí eisini

ST Open verður í vikuskiftinum

Komandi vikuskiftið verður ST Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Kappingin er partur av …