Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnarmenn vunnu talvdystin

Havnarmenn vunnu talvdystin

Talvdystur millum havnarmenn og klaksvíkingar er fastur táttur á ólavsøku.

Árligi talvdysturin á ólavsøku millum havnarmenn og klaksvíkingar var sum vant beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.

Í ár vunnu havnarmenn 6 – 4. Í fjør endaði dysturin javnur 5 – 5.

Talan er um kvikdyst, sum í mesta lagi varir í ein tíma.

Avtalað er, at telvast skal um ferðasteyp komandi árini. 

Havnin – Klaksvík 6 – 4

1. Luitjen Akselsson Apol – Ólavur Simonsen 1 – 0

2. Rógvi W. Rasmussen – Finnbjørn Vang 1 – 0

3. Elias Petersen – Haldur Suni Johansen ½ – ½

4. Hjalti T. Jógvansson – Ingolf Gaard 0 – 1

5. Sigurð B. Justinussen – Terji Petersen 1 – 0

6. Herluf Hansen – Tummas M. Sólsker ½ – ½

7. Petur G. Magnussen – Janus Skaale 1 – 0

8. Flóvin M. Tummasarson – Wille Olsen 0 – 1

9. Jógvan Joensen – Rógvi H. Olsen 0 – 1

10. Herbert H. Johannesen – Rókur Davidsen 1 – 0

Sí eisini

Havnin og Klaksvík í ólavsøkutalvdysti

Eins og undanfarin ár fara talvfeløgini í Havn og í Klaksvík aftur í ár at hava sín serstaka ólavsøkudyst. Í fjør endaði dysturin javnur 5 - 5. Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags ovast á Finsen - mitt í ólavsøkuni - beint eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.