Fríggjakvøldið, 11. september, var felagsfundur við feløgini. Umboð fyri øll 11 feløgini møttu á fundinum, har komandi kappingarár bleiv umrøtt.
Tað gongur væl í føroyskari telving. Talið á telvarum veksur og veksur. Hetta er eisini galdandi fyri føroysk talvfeløg. Seinastu árini eru 2 nýggj talvfeløg løgd afturat. Stranda Talvfelag og Suðuroyar Talvfelag. Hetta er at gleðast um.
Á fundinum bleiv hugt fram móti komandi kappingarári. Har kunnað bleiv um tær ymisku kappingarnar og kalendaran, sum ætlandi verður almennur seinni í vikuni. Kunnað bleiv eisini um, at Talvsambandið kemur at leggja dent á at styrkja feløgini komandi tíðina, har serligur dentur verður lagdur á barnatelving. Til endans var kjak, har fleiri góð hugskot komu, um hvussu føroysk telving kann mennast enn meira.
Talvsamband Føroya Faroechess