Heim / Tíðindi (síða 27)

Tíðindi

Eftirmeting eftir talv-OL

Vit høvdu okkara bestu telvarar við í India, men teir komu ongantíð rættiliga á lagið. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

 
Óforloyst olympiskt avrik
– eftirmeting eftir talv-OL
 
Føroyska landsliðið dumpaði á talvolympiaduni í India. Tað hevur líkasum ligið á ljóði hesar dagarnar, eftir at kappingin endaði fyri knappari viku síðani, og niðurstøðan fær vælsaktans valla verið øðrvísi.
 
Sjáldan hava vónirnar verið so góðar sum hesaferð, sjáldan hava vit havt so gott lið sum hesaferð – miðalstyrkitalið táttaði í 2400. Av tí sama vóru Føroyar styrkismettar nummar 60 av 188 liðum. Tað er í sjálvum sær stórbært, og nakað at fegnast um hjá okkum føroyingum, sum eru so fámentir sammett við flest øll hini stóru londini.  
 
Nú liðugt er, munnu mong undrast – og harmast. Vit enda næstan 50 pláss skeivumegin styrkismetingina, og allir fimm á føroyska liðnum ganga aftur í rating – hjá summum er talan um skrædl.
 
Hvat bagir? Var hetta bara tað, sum henda kann viðhvørt,  tá byrurin ikki er til vildar? Øll, sum fáast við kappingarítrótt, vita, at tað gongst ikki altíð eftir vild. Vit kenna klisjurnar úr fótbóltsmáli um, at tú rakar ikki dagin, ella okkurt líknandi.
 
Norðmenn kunnu við uppaftur størri rætti enn vit iðra seg, tí norska landsliðið, ið var styrkismett nummar 3 hesaferð – við heimsmeistaranum Magnusi Carslen sum oddamanni – endaði nummar 40. Mongum brestur ætlan, sum kunnugt, og hesaferð vóru vit í tí partinum.
 
Skal ein leyslig eftirmeting gerast, kann fyrst hyggjast eitt sindur nærri at teimum ellivu dystunum hjá føroyska landsliðnum í Chennai. Talið í klombrum er styrkismetingin hjá mótstøðuliðunum. Føroyar vórðu sum nevnt styrkismettar nummar 60.
 
 
Føroyar – OL 2022
 
Føroyar – San Marino 4-0 (154)
Føroyar – Usbekistan 0-4 (14)
Føroyar – Puerto Rico 3-1 (111)
Føroyar – Kroatia ½-3½ (17)
Føroyar – Libanon 2-2 (95)
Føroyar – Wales 3-1 (96)
Føroyar – Argentina 1-3 (30)
Føroyar – Zimbabwe 1½-2½ (94)
Føroyar – Oman 2-2 (146)
Føroyar – Malta 3½-½ (116)
Føroyar – Uganda 1-3 (90)
 
Fyrst er at siga, at sjey av teimum ellivu dystunum eru góðkendir. Vit vinna fýra dystir, og vinna teir væl og virðiliga; 4-0, 3½-½, og tvær ferðir 3-1, móti Puerto Rico og Wales, sum vit ikki hava havt bestu royndirnar av á undanfarnum olympiadum. So far, so good.
 
Men vit vinna einki lið, sum er styrkismett ovari enn vit, og vit møta bara trimum liðum, sum eru styrkismett ovari enn vit. At krevja meira enn hálvt stig og eitt stig móti ávikavist Kroatia og Argentina er órímiligt, tí talan er um heilt stinnar talvtjóðir.
 
Tað sum spillir heildaravrikið eru hesir fýra dystirnir:
 
Føroyar – Libanon 2-2 (95)
Føroyar – Zimbabwe 1½-2½ (94)
Føroyar – Oman 2-2 (146)
Føroyar – Uganda 1-3 (90)
 
Í hesum fýra dystunum hava føroysku telvararnir á øllum borðum hægri styrkitøl – í fleiri førum munandi hægri – enn mótstøðumenninir. At tað mishepnast í einum dysti, kann henda fyri bestu manningina, men ikki fýra ferðir móti veikari liði.
 
 
Mótburður
 
Gongur tú ígjøgnum talvini hjá okkara monnum, fært tú varhugan av, at leikdygdin versnar sum tað líður út á kappingina. Vit síggja eisini, at tríggir av lakastu dystunum eru allir í seinastu fýra umførunum. Tað kann vera av tilvild, men kanska ikki kortini – hvat so býr undir. Møði, uppgávulyndi, mistrivnaður, heimlongsul, fallandi liðmoralur?
 
Sjálvt endaliga úrslitið hjá liðnum, um vit enda nummar 80 ella 105, er ikki so avgerandi, og sigur lítið um heildaravrikið, tí nógv valdast, hvussu tað hilnast í síðsta dystinum, men verri er, at okkara lið kom í veruleikanum ikki úr stað, tað losnaði ongantíð av álvara. Vit tøvdu í turrum onkustaðni um miðjuna og aftureftir í røðini, fingu ongantíð tvey góð úrslit á rað, sum sendu okkum á flog.
 
Vit kunnu skylda uppá, at mótstøðumenninir hava ov lág ratingtøl, at teir eru nógv sterkari, enn tølini benda á. Tað er helst ein partur av sannleikanum. So kann afturímóti vera spurt, um okkara styrkitøl eru ov høg. Eru vit ikki so sterkir, sum vit billa okkum inn?
 
Spurningurin er onkursvegna høpisleysur, tí ratingtøl koma ikki av ongum. Tú telvar teg til tey. Men tú kanst eisini bøla oman á teimum. Okkara fremstu telvarar hava ikki telvað stórvegis uttanlands hesi seinnu árini uttan kanska við landsliðnum. Korona hevur gaman í lagt øllum meinbogar í vegin, men hvussu nógvar einstaklingskappingar í útlondum hava Helgi, Høgni og Rógvi – okkara topp 3 – luttikið í seinastu fimm árini?  Og er tað tekin um, at svongdin og hugurin at telva hjá okkara fremstu telvarum er ikki longur tann, hann einaferð var?
 
 
Mál og mið
 
Vit telva helst rætt og slætt ov lítið. Venjingarstøðan fær tí ikki verið hin besta. Heimaarbeiðið – at studera – verður kanska umlopið. Tað er stuttligari og ómakaleysari at taka eitt snartalv á netinum. Munnu flestu telvarar í Føroyum – við onkrum hendinga undantaki – ikki kenna seg aftur í hesum? Eisini okkara bestu? Í talvi krevst sjálvsdisciplin. Tú ert einsamallur um tað.
 
Gutti Petersen – vit kunnu næstan siga faðirin at talvvekingini í Sandavági – eitt skifti eisini formaður í Talvsambandi Føroyar, fekk einaferð øll at flenna í røðu, hann helt í samkomu á Parnassinum á Hotel Hafnia í Havn, tá Talvsambandið fylti 30. Hann segði seg einaferð hava spurt norðurlendskan talvleiðara, kanska var tað ein formaður í norska talvsambandinum, um hvat hann helt kravdist hjá telvara fyri at gerast heilt sterkur. Svarið var: mest avgjørende er at ha en god røv! Hvør skal siga: ver sitandi, ver tolin og áhaldin, – telva nógv, og studera meir!
 
Eingin venjari ella viðspælari krevur, at tú røkir talvlesturin heima við hús, ella tíansheldur er við í hesari ella hasari kappingini. Og eingin lønar teg fyri tað. Talv er einstaklingsítróttur, og fáir telvarar hava veruligar venjarar. Helgi gjørdist stórmeistari uttan nakra hjálp frá nøkrum. Og úr Føroyum er langur vegur til tær góðu kappingarnar. Sterkur vilji og góð disciplin er ein fyritreyt fyri øllum. Og so eitt talent sjálvandi. Og eitt sindur av peningi.
 
Stórmeistari verður tú ikki uttan at seta nógv annað til síðis í drúgt áramál. Tað gjørdi Helgi. Hann er okkara lýsandi fyrimynd. Sum dømi um hansara seriøsu tilgongd kann verða víst til eitt viðtali, sum Dimmalætting hevði við hann á sumri 2007, tá ið hann sum 17 ára gamal var vorðin altjóða meistari. Hann sigur tá, at umráðandi er at vera væl fyri bæði til likams og sálar fyri at kunna hugsavna seg og fara í dýpdirnar í spælinum. – Eg renni regluliga, svimji og styrkivenji eisini, og royni at eta tað, sum sunt er. Tað er lykilin til at orka at telva og studera fleiri tímar um dagin, sigur hann.
 
Okkara fremstu hava helst ikki longur tær stóru ambisjónirnar sum telvarar. Helgi telvar nógv minni nú enn fyrr. Kanska hevur hann rokkið sínum máli. Ætlanin um at vinna seg upp í 2600 í rating, ið hann sjálvur sum nýklaktur stórmeistari í 2017 nevndi sum eitt framtíðarmál, er kanska slept? Var sjálvt stórmeistaraheitið endaligi sigurin?
 
Brøðurnir Høgni og Rógvi, sum hava verið okkara næstbestu í fleiri ár, hava helst ongantíð ætlað at gera Helga bragdið eftir. Teir eru ivaleyst aðrar týpur. Hjá teimum er tað kanska soleiðis, at talv skal vera stuttleiki heldur enn hart arbeiði. Teimum dáma kanska betur tað sosiala í liðítrótti, tá fleiri eru um uppgávuna saman. Báðir hava spælt fótbólt á hægri stigi í Føroyum í fleiri ár, og telva so, tá stundir eru til tess – mest í vetrarmánunum. Tí er hvørgin teirra vorðin altjóða meistari, tó at teir av røttum langt síðan áttu at havt tryggjað sær IM-heitið, tí gávurnar eiga teir til at útinna setningin.
 
Og soleiðis er kanska vorðið hjá flest øllum av okkara fremstu telvarum. Talentfullir, glaðir amatørar. Er hetta bara ein partur av DNA-num hjá føroyskum telvarum? Fleirfaldi føroyameistarin Heini Olsen, sáli, ið sjálvur gekk ímóti hesum ráki, og longu sum ungur var víðfarin í talvlestri, var bæði ovfarin og vónbrotin, tá ið hann viðhvørt fekk at vita frá øðrum føroyskum telvarum, at:  hevði tú ikki studerað so óluksáliga nógv, vart tú ikki betri enn vit aðrir!
 
16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol tykist vera eitt undantak. Hann hevur í nøkur ár verið hin ídnasti av okkara yngstu telvarum. Hann hevur sjálvur í blaðviðtali herfyri greitt frá, at hann stundum hevur sitið upp í fimm tímar um dagin og fyrireika seg til olympiaduna.
 
 
Ungdómurin og feløgini
 
Men hvar eru hinir? Hví eru ikki fleiri ungir telvarar á veg fram? Og hví eru forrestin ongar gentur, sum telva í Føroyum?
 
Roknar tú miðalaldurin á føroyska topp 30-styrkilistanum út, kann hvør í sínum lagi staðfesta, at vit hava lutfalsliga alt ov fáar góðar telvarar í 20-árunum. Sama gongd sæst millum tey yngstu. Vit gera færri skreytir nú enn fyrr í norðurlendsku skúlakappingunum. Er onkur ungur, ið tað veruliga glógvar í, kemur ofta fyri, at talv verður sekundert hjá viðkomandi, tí kanska dámar honum betur at spæla fótbólt. Aðrastaðni verður sagt, at talv er vorðin ein kappingarítrótt fyri ungar menn. Besta dømið man OL-gullvinnaraliðið úr Usbekistan vera. Í 2004 var størri helmingurin av okkara OL-liði um 20 ára aldur (Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg).
 
Hvat er hent? Talvfeløgini eru kanska sovnað. Í øllum førum er lítið regluligt innanfelagsvirksemi úti í feløgunum sammett við fyrr. Hevur internetið loyst av uppalandi upgávuna hjá talvfeløgunum? Eru telvarar vorðnir latir fast food brúkarar, sum heldur taka nøkur snartalv á chess.com ella aðrari av øllum handans talvheimasíðum í staðin fyri at vera virkin í einum meira mennandi umhvørvi í einum røttum talvfelag? Men hvat er at gera, tá at kalla øskukalt er vorðið í talvfelagnum? Av tí sama síggjast nógv færri telvarar í árligu FM-einstaklingakappingini um páskirnar.
 
Og hvat bleiv av stórmeistaraeffektini hjá Helga Dam Ziska? Vaks áhugin fyri talvi av tí? Dugdu Talvsambandið og feløgini nóg væl at gagnnýta momentum av tí? Tað frættist, at nógv skúlabørn hava telvað, Helgi hevur sjálvur í samstarvi við Nám evnað til og givið út mennandi frálærutilfar á føroyskum, og sjálvur  verið úti í skúlunum og lagt lag á, men síggjast børnini aftur, tá veruligar kappingar eru? Í landskappingini er heldur eingin deild fyri dreingir og unglingar sum fyrr. Tá er okkurt, sum ikki ruggar rætt.
 
Virknasta føroyska talvfelagið í nýggjari tíð er heldur ikki til longur. Felagið hevði ikki heimstað í Føroyum, men í Keypmannahavn.  Talvfelagið Føroyar, stovnað í 1984. Í 90-unum og fyrstu árini eftir aldamótið var kremið í føroyskari telving lesandi ungdómur í danska høvuðsstaðnum. Teir komu tí í eitt gott og mennandi umhvørvi. Tann sólskinssøgan endaði við, at føroyska felagið vann seg upp gjøgnum allar deildirnar heilt upp í sjálva meistaradeildina í Danmark. Føroyskir útisetar í Keypmannahavn telva ikki longur, og okkara bestu telvarar eru ikki útisetar, men heimaføroyingar. Flestu av gørpunum í talvfelagnum Føroyar búgva nú í Føroyum, og telva minni enn teir gjørdu fyri tjúgu árum síðani.
 
 
Glæsilig søga
 
Talvolympiadan í India var hin 25. hjá Føroyum. Vit eru við longu í 1970. Tað er samstundis fyrsta ferðin, at Føroyar eru umboðaðar í almennari altjóða kapping við einum landsliði. Talvolympiadur hava verið síðani 1927. Tær eru ikki skipaðar undir IOC, altjóða olympisku rørsluni, har Føroyar framvegis ikki hava limaskap. Altjóða talvsamgongan, FIDE, stovnað í 1924, og ikki limur í IOC, skipar einsamalt fyri stevnuni.
 
Føroyar sluppu lutfalsliga ómakaleyst upp í part. Danir vóru heldur trekir at byrja við, men ymiskt var, sum lætti um tilgongdina. Føroyar høvdu longu í 40-árunum verið uppi í altjóða brævatelving, smærri protektorat sum bretsku og amerikansku Jómfrúoyggjarnar vóru longu limir, og so kom tað væl við, at táverandi forsetin í FIDE var úr Svøríki, Folke Rogard. Føroyar fingu limaskap í FIDE á ráðstevnuni í Siegen í 1970.
 
Talvolympiada er annaðhvørt ár. Føroyar hava luttikið trúliga síðani 1970. Einasta undantakið var 1986. Tá boykottaðu Føroyar saman við Danmark, Svøríki, Noregi og Hollandi, at Arabisku Emiratini, sum hýstu olympiaduni, sýttu Ísrael at vera við. Og so var eingin kapping í 2020 vegna korona.
 
Føroyar hava telvað í alt 347 landsdystir móti 132 ymiskum londum á hesum 25 olympiadunum. Tá eru landsdystir í EM, í kappingini Small Nations fyri smátjóðir í Evropa, í 8-landakappingunum í 80-unum – sum var ein víðkað norðurlandameistarakapping fyri landslið – og allir dystirnir móti Íslandi ikki íroknaðir. Man nøkur onnur kappingargrein í Føroyum verða skrásett fyri so nógvar altjóða A-landsdystir?
 
Í 1970 vóru londini á talvolympiaduni ikki fleiri enn 60, sum tá var met. Talið á londum er trífaldað síðani. Kortini vóru kappingarnar nógv drúgvari fyrr enn nú. Fyrstu tríggjar ferðirnar, at Føroyar var við, var kappingin tvífalt so long sum nú. Skipanin var tann, at fyrst var undankapping í fleiri bólkum. Fremstu tvey liðini í hvørjum bólki vunnu seg í A-finaluflokkin, og soleiðis niður eftir í teir ymsu lægri finaluflokkarnar. Tá var undankapping og endaspæl á somu stevnu. Tann seinasta av hesum kappingunum var í franska býnum Nice á sumri 1974. Tá vóru ikki færri enn 24 umfør í alt, og telvað var í ein heilan mánað.
 
Síðani 1976 hevur kappingin verið skipað eftir núverandi leisti. Í nógv ár vóru fjúrtan umfør, men so líðandi er tað lækkað niður í ellivu umfør. Í nógv ár vóru borðstigini tey, sum taldu, men síðani 2006 hevur skipanin við dystarstigum – tvey stig fyri vunnan dyst og eitt stig fyri javnleik – verið brúkt. Og øll árini hevur verið telvað á fýra borðum.
 
Niðanfyri er yvirlit yvir endaliga úrslitið hjá Føroyum á talvolympiadunum. Vert er at hava í huga, at endaliga plaseringin sigur ikki allan sannleikan um heildaravrikið. Tvey dømi um tað kunnu vera tikin fram. Eitt hitt besta endaliga úrslit hjá Føroyum var í Moskva í 1994. Vit gjørdust tá nummar 52 av 124 londum. Hetta var, tá bara borðstigini taldu. Ein góður spurtur gjørdi munin. Í seinastu tveimum umførunum fingu Føroyar 7½ stig av átta møguligum – vunnu 3½-½ á Libanon og 4-0 á Irak. Fín úrslit, og tey sendu okkum langt upp í røðina. Men hevði eitt umfar verið eftir, høvdu vit ivaleyst rent okkum í væl sterkari mótstøðulið, sum kundi varpað okkum langt aftur í røðina. Hini úrslitini í 1994 vóru meira misjøvn. Móti San Marino vunnu vit bara tepurt, vit taptu fyri Luksemburg, o.s.fr.
 
Í 2016 endaðu vit nummar 101 av 170 londum. Men tá tryggjaði Helgi sær stórmeistaraheitið, vit vunnu  í stórum stíli á Bosnia-Herzegovina, vit møttu Kina, sum vann OL, og tað var ikki í einum av fyrstu umførunum, tá skiljast skal millum góð og ring lið, men í áttanda umfari. So kom stígur í, og seinasta dystin taptu vit 4-0 fyri Svøríki, og tað bøtti heldur ikki um endaligu plaseringina.
 
 
Føroyar á 25 talvolympiadum
—————————————————————————————————————–
Ár      Nr.  Lond tls.
—————————————————————————————————————-
1970: 55 (60 lond)
1972: 54 (62 lond)
1974: 58 (73 lond)
1976: 44 (48 lond)
1978: 46 (65 lond)
1980: 72 (81 lond)
1982: 56 (91 lond)
1984: 63 (88 lond)
1988: 57 (107 lond)
1990: 79 (108 lond)
1992: 65 (102 lond)
1994: 52 (124 lond)
1996: 81 (114 lond)
1998: 72 (110 lond)
2000: 67 (126 lond)
2002: 92 (134 lond)
2004: 75 (128 lond)
2006: 82 (147 lond)
2008: 61 (146 lond)
2010: 80 (148 lond)
2012: 68 (156 lond)
2014: 81 (172 lond)
2016: 101 (170 lond)
2018: 103 (184 lond)
2022: 108 (188 lond)
——————————————————————————————————-
 
Samanumtøka
 
Allir á føroyska landsliðnum í talv-OL í Chennai ganga sum nevnt aftur í rating. 
 
Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig. 16 ára gamli Luitjen verður serliga hart revsaður, men tað kemst eisini av tí, at ratingkoefficienturin er fjøruti hjá ungum telvarum móti tjúgu hjá vaksnum telvarum.
 
Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:
 
1. Helgi Dam Ziska 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10
3. Rógvi Egilstoft 5½/9
4. John Rødgaard 3½/9
5. Luitjen Akselsson Apol 1/6
 
 
Helgi
 
Helgi Dam Ziska var tann einasti av føroysku telvarunum, ið stóð royndina í India.  Hann var okkum aftur ein tryggur skansi á 1. borði. Høvdu vit ikki hann, stóð illa til. Tað merkisverda við honum er, at hann stendur seg lutfalsliga betur, sterkari mótstøðu, ið hann fær. Móti teimum heilt sterku er hann stinnur. Tú kennir á tær, at hann hevur ein kjans móti øllum telvarum, sjálvt teimum allarbestu. At hann greiddi javnleik á 1. borði móti bæði Kroatia og Argentina, sum eru sterkar talvtjóðir, hevði eingin annar av føroysku telvarunum gjørt honum eftir. Hann tapir bara fyri Nodirbek Abdusattorov, sum røkti 1. borð hjá OL-gullvinnaranum.
 
Helgi er tann einasti av okkara telvarum, sum hevur ein veruligan internationalan stíl – og klassa.  Strategiskt, teoretiskt og tekniskt er hann í flokki fyri seg. Men móti veikari telvarum stendur stundum á hjá honum at vinna. Tað kann tykjast sum eitt paradoks, men í hesum hava vit samstundis avmarkingina hjá honum. Helgi telvar onkursvegna í so korrekt og varið. Tað kreativa og dynamiska elementið er í so kámt.
 
Sum vinmaður hansara, Nils Grandelius – fremsti telvari Svøríkis – sigur í lýsing sínari av Helga í bókini um okkara stórmeistara: För att nå de riktigt höga höjderna räcker det inte enbart med stor säkerhet; man måste också vara “farlig”. De säkra öppningarna måste blandas med skarpare överraskningar, och man måste utmana både sig själv och modståndaren.
 
 
 
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Stóð royndina sum hin einasti av føroysku telvarunum í India.
 
 
Hinir
 
Brøðurnar Rógva og Høgna kunnu vit taka undir einum. Hvørgin var í nánd av einum IM-normi. Báðir tóktust heldur rustaðir. Hugsaðu leingi og komu ofta í tíðarneyð. Høgni tykist hava heldur sunnari stíl, men var kortini meira ótryggur og trilvandi, enn vit plaga at síggja hann. Rógvi telvar í so óortodokst og romantiskt, er ov lítið posisjónelt tilvitaður, talvið í síðsta umfari móti Uganda man vera besta dømið um hetta.
 
John Rødgaard er nú vorðin 67 ár, og tað merkist so smátt. Tær støðurnar, sum hann fyrr í eyðkendum lagi helt móti sterkum mótstøðumonnum, missir hann nú ofta í fjórða og fimta tíma. Tað er, sum bresta sikringarnar,  gerst talvið ov drúgt. Og hjá honum er sjáldan nakað talv stutt. John hevur sítt trygga grundspæl, sín teoretiska kunnleika og hollu fatan fyri spælinum. Hann tekur ongan vága, men tú vinnur lítið bara við varsemi. Við svarta fólkinum er lítið bit í hjá honum. Flest allir telvarar vikna við árunum, soleiðis er tað bara, og John sleppur heldur ikki undan hesari sannroyndini.
 
Og so er tað Luitjen. Tað besta við honum er, at hann hevur árini fyri sær. Hví tað hilnaðist so illa hjá honum í India er ilt at meta um. Hann hevur framvegis í so stór sveiggj í sínari telving, og í so lágt botnstøði.
 
Samanumtikið høvdu vit sterkasta lið, sum hugsast kann. John Arni Nilssen og Martin Poulsen kundu eisini verið við, og kanska hevði tað ikki verið verri; teir hava rutinuna og rástyrkina, eru góðar kappingartýpur og eru í góðum árum. Høvdu teir loyst av tann elsta og tann yngsta, hevði úrslitið kanska verið eitt annað, men tað vita vit ikki. Undir øllum umstøðum er úttøkan farin fram eftir øllum røttum leiðreglum.
 
 
Eingin venjari
 
Ein spurningur, ið trokar á, er, um hyggjuráðini høvdu verið at knýtt ein góðan venjara at føroyska talvlandsliðnum. Ein, sum kundi fyrireikað liðið í góðari tíð. Analysera okkara telvarar, givið teimum frálæru, bøtt um tað, sum haltar í telvingini hjá teimum, og verið øllum ein svalandi íblástur fyri, undir og eftir olympiaduna. Men til tað krevst ivaleyst, at telvarar eru fúsir at geva seg undir nýggj og økt krøv. Og vilja teir so tað – okkara bestu telvarar?
 
Vit lata spurningin – og hugskotið – standa.
 
Og so kunnu vit enda við sólskinssøguni um Usbekistan, sum púra óvæntað vann talvolympiaduna. Venjari hjá teimum er Ivan Sokolov. Hann kenna vit. Longu í 1992 fekk Talvsamband Føroya avtalu við hann og landsmannin Predrag Nikolic um at koma til Føroyar at leggja føroyskum telvarum lag á. Høvuðsstigtakari var Jákup Mikkelsen, liðleiðari hjá Føroyum á talvolympiaduni í Manila í juni 1992. Kríggj var brostið á í heimlandinum, Jugoslavia, og hugsingur var ikki um at fara heim aftur til Sarajevo í Bosnia-Herzegovina.
 
Tann framskygdi Jákup Mikkelsen, ið seinni sum formaður í Talvsambandinum saman við Rana Nolsøe tók stig til fyrstu stóru altjóða talvkappingarnar í Føroyum árini fyri aldamótið, bar skjótt í bandi,  soleiðis at hesir báðir flóttamenninir, ið tá vóru millum fremstu fimtan telvarar í heiminum, komu til Føroyar um miðjan juli sama ár. 32 ára gamli Nikolic fekk tilhald í Klaksvík, og 24 ára gamli Sokolov gjørdist venjari hjá Havnar Telvingarfelag.
 
Hetta átak var sera gagnligt – næstan eitt frambrot – fyri føroyska telving. Nikolic og Sokolov vitjaðu javnan aftur í Føroyum øll 90-árini. Fyri Heina Olsen hevði Nikolic sera stóran týdning. Og onkur kundi spurt: hví brúka vit ikki teir longur?
 
Sokolov varnaðist brátt evnini hjá tveimum smádreingjum í Havnar Telvingarfelag. Hesir vóru Martin Poulsen og Olaf Berg. Hann segði í 1992 bart út, at við kønari hond áttu hesir at kunnað komið heilt langt. Og so eru vit aftur við sama spurning: hvat vilja føroyskir telvarar?
 
Ivan hevur í bók síni, “Ivan´s chess journey” (2016), sum partvíst kann lesast sum endurminningar úr hansara spennandi lívi, ikki gloymt summarið 1992 í Føroyum – fyri júst tretivu árum síðani.
 
Vit enda hesa OL-eftirmetingina við hesum brotinum úr endurminningum Ivan´s um “the summer of 92”:
 
I started to talk with the Faroe Islands Chess Federation to spend the summer there as a coach. The technicalities were finalized and I was able to spend the summer in Tórshavn, the faroese capitol, coaching some local players. They also coached me with their natural skills – like fishing salmon. In the middle of the summer the daylight in the Faroes just like in Iceland or Greenland lastst almost 24 hours. The faroese community was small at the time. As a foreign chess player spending summer there, I was regarded almost as an attraction and was invited by the locals to their endless parties. I was 24 enjoying life to the full extent of its joy. It was a wonderful summer. Days were long and girls were blonde. Near the end of August, the time came to get back to work: tournaments.
 
 
 
 
Ivan Sokolov, vinstrumegin, fegnast um sensasjónella OL-sigurin saman við Jakhongir Vakhdirov, sum júst hevur vunnið týðandi talv í avgerandi dystinum hjá Usbekistan móti Hollandi í síðsta umfari á talvolympiaduni í India. 

Vónbrot í Chennai

Føroyar og Uganda í seinasta umfari í dag. Fremst John Rødgaard, Rógvi Egilstoft, Høgni Egilstoft Nielsen og Helgi Dam Ziska.
 
Føroyar taptu 3-1 fyri Uganda í ellinta og seinasta umfari á talvolympiaduni í India í dag.
 
Føroysku telvararnir høvdu hægri styrkital á øllum fýra borðum móti Uganda, men ongum eydnaðist at vinna. 
 
Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á ovaru borðunum, men á niðaru borðunum taptu Rógvi Egilstoft og John Rødgaard. 
 
Ósigurin ber í sær, at Føroyar enda nummar 108 av teimum 188 liðunum í almennu kappingini. Vit vóru styrkismettir nummar 60.
 
Føroyar vunnu fýra dystir, taptu fimm og spældu tveir javnar. Vit fingu tíggju dystarstig í alt. 
 
Vit møttu bara trimum liðum, sum vóru styrkismett ovari enn vit. Fýra ferðir møttu vit liðum, styrkismett niðari enn vit, uttan at vinna.
 
Allir á føroyska liðnum ganga aftur í rating. Luitjen Akselsson Apol missir 110 stig, John Rødgaard 43, Høgni Egilstoft Nielsen 20, Rógvi Egilstoft 10 og Helgi Dam Ziska missir 6 ratingstig.
 
Einstøku úrslitini hjá føroysku telvarunum vóru hesi:
 
1. Helgi Dam Ziska 7/10
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4½/10
3. Rógvi Egilstoft 5½/9
4. John Rødgaard 3½/9
5. Luitjen Akselsson Apol 1/6
 
 
Bo. 60
 
  Faroe Islands (FAI)
Rtg 90
 
  Uganda (UGA)
Rtg 1 : 3
41.1 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2549 FM
 
Wanyama, Harold
2242 ½ – ½
41.2 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2414 FM
 
Kawuma, Patrick
2270 ½ – ½
41.3 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2284  
 
Okas, Walter
2191 0 – 1
41.4 IM
 
Rodgaard, John
2324 FM
 
Nsubuga, Haruna
2160 0 – 1
 
Usbekistan vann
 
Tað er einki minni enn ein sensasjón, at Usbekistan hevur vunnið talvolympiaduna. 
 
Teir vóru styrkismettir nummar 14, men hava tikið øll á bóli. Teir eru ósigraðir í kappingini. Móti báðum indisku liðunum og USA var javnleikur 2-2, hinar dystirnar vunnu teir allar – m.a. 4-0 á Føroyum í øðrum umfari.
 
Venjari og úttøkumaður hjá usbekiska landsliðnum er Ivan Sokolov, sum fleiri ferðir var í Føroyum í 90-árunum.
 
Møguleikin fyri einum nýggjum OL-gullvinnara var til staðar, nú tveir av størstu favorittunum, Russland og Kina, ikki vóru við í India. Altjóða talvsambandið FIDE hevur boykottað Russland vegna kríggið í Ukraina,  Kina, sum vann OL seinast, tykist hava givið avboð í samhuga við Russlandi.
 
Ein onnur sólskinsøga er framúrskarandi úrslitið hjá Moldova, sum endaði nummar seks. Teir vóru styrkismettir numar 48. Bara ein stórmeistari er á liðnum – Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvíkar Talvfelag í føroysku landskappingini. Hann var sigursharri í flotta sigrinum á Onglandi í dag, tá hann feldi Luke McShane á 2. borði.
 
Vánaliga úrslitið hjá Norra man koma mongum dátt við. Teir vóru styrkismettir nummar trý, høvdu heimsmeistaran Magnus Carlsen á 1. borði, men endaðu nummar 59. Carlsen var ikki við í síðsta dystinum í dag. 
 
Vinstrumegin: Ivan Sokolov, ið sæst standandi á gólvinum, leiddi Usbekistan til mest óvæntaða OL-sigurin í talvi nakrantíð. Sokolov virkaði eitt skifti í 90-unum sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag.
 
Úrslit og endaliga støðan:
 
Usbekistan-Holland 2½-1½
India-USA 2-2
Armenia-Spania 2½-1½
India B.-Týskland 3-1
Ongland-Moldova 1½-2½
 
 
1. Usbekistan 19 (gull)
2. Armenia 19 (silvur)
3. India 2 18 (bronsa)
4. India A 17
5. USA 17
6. Moldova 17
 
37. Svøríki 
40. Ísland
45. Danmark
59. Norra
61. Finnland
108. Føroyar
 
188 lið í alt.
 
Ukraina vann kappingina hjá kvinnunum.
 
Talvolympiada verður aftur um tvey ár. Ungarn skipar fyri, og Budapest verður vertsbýur í september 2024.

Uganda í morgin

Føroyska talvlandsliðið fyrireikar seg í Chennai. Í morgin telva teir seinasta dystin á olympiaduni. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft.

Talvolympiadan í India endar í morgin. Seinasta umfar er altíð serliga spennandi. Úrslitið í síðsta dystinum er avgerandi fyri endaliga úrslitið.
 
Føroyar møta Uganda í ellinta og seinasta umfari í morgin. Bæði liðini hava 10 stig eftir tíggju umfør. Føroyar eru styrkismettar ovari; vit nummar 60 og Uganda nummar 90. Men samsvar hevur ikki altíð verið millum styrkismeting og úrslit í OL-kappingini í Chennai.  
 
Føroyar vunnu í dag 3½-½ á Malta, og hava otað seg av 105. plássi fram á 94. pláss í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Vit hava vunnið fýra dystir, tapt fýra, og spælt tveir javnar.
 
Enn vita vit ikki, hvussu Føroyar manna seg í seinastu umfari, men alt talar fyri, at teir sum telvaðu í dag, fáa afturval í morgin. Okkara telvarar verða væntandi ratingfavorittar á øllum borðum. Men tað vóru teir eisini móti Libanon, Zimbabwe og Oman, og vunnu ikki kortini. Nú er at vóna, at góði dysturin í dag hevur givið okkara monnum flog og stimbur til at vinna aftur í morgin. Vinna vit, fara vit at fáa eitt hampuligt úrslit samanumtikið.
 
Men umráðandi er, at mótstøðuliðið ikki verður undirmett. Uppgávan má takast í fullum álvara. Uganda hevur vunnið á Oman, sum Føroyar telvaðu javnt ímóti í gjár. Uganda hevur eisini fingið hálvtannað stig móti Bulgaria. Tað man vera lutfalsliga besta avrik teirra á hesi olympiaduni. Í dag taptu teir 3-1 fyri Finnlandi. Vit fara ivaleyst at fáa harðari mótstøðu enn í dag, tá ið vit vunnu 3½-½ á Malta.
 
 
Hava havt munin
 
Dysturin í morgin verður tann sætti landanna millum. Søguliga eru vit ruddiliga við yvirlutan. Eftir fimm dystir er 4-1 til Føroyar. 
 
Søgan byrjar í 1980. Tá er Uganda á fyrsta sinni á talvolympiadu. Ræðslustýrið hjá bølmenninum Idi Amin endaði árið fyri, og nú sluppu teir út at kappast saman við øðrum. Vit vinna 3-1 suðuri á Malta, sum hýsti olympiaduni ta ferðina. Luitjen Apol og Helgi Joensen, sáli, á Toftum vunnu, Súni Ziska og Jóan P. Midjord telvaðu javnt.
 
Vit møta teimum aftur í Luzern í 1982, og vinna á øðrum sinni 3-1. Nú vinna Luitjen Apol og Torkil Nielsen, Súni Ziska og Jóan P. Midjord telva remis. Vit síggja, at eftirkomarar og skyldmenn hjá hesum telvarum manna føroyska landsliðið í dag; Nielsen, Apol og Ziska.
 
Einasta tapið fáa vit í Jerevan 1996. John Rødgaard vann og Heini Olsen telvaði remis, men Eyðun Nolsøe og Rógvi W. Rasmussen taptu. Fjórði dysturin er á fjarleiðum eysturi í Sibira í 2010. Vit vinna aftur 3-1. Olaf Berg og Jóan Hendrik Andreasen vinna, John Rødgaard og Carl Eli Samuelsen telva remis.
 
Og fimti dysturin var í Tromsø í Norra í 2014. Vit vinna aftur 3-1. Tríggir av okkara monnum í Chennai tryggja okkum sigurin; Helgi Dam Ziska, John Rødgaard og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu, bara John Arni Nilssen tapti. 
 
Men tað er ikki óhugsandi, at framburður hevur verið innan telvingina í Uganda seinnu árini. Úrvalið er stórt at finna nýggjar og góðar telvarar, tí tað búgva ikki færri enn 45 milliónir fólk í afrikanska landinum.
 
 
1980 Føroyar-Uganda 3-1
1982 Føroyar-Uganda 3-1
1996 Føroyar-Uganda 1½-2½
2010 Føroyar-Uganda 3-1
2014 Føroyar-Uganda 3-1
 
 
Usbekistan á odda
Usbekistan, sum Føroyar møttu í øðrum umfari, hava tikið øll á bóli, og eru á odda fyri seinasta umfar í morgin.
 
Stórur spenningur valdar í toppstríðnum fyri seinasta umfar í morgin. Ein sensasjón lúrir. Usbekistan, styrkismett nummar fjúrtan, og ongantíð vunnið heiðursmerki á einari talvolympiadu, er fremst av øllum liðunum. Usbekistan og Armenia hava 17 stig, men Usbekistan hevur kortini munin við flestum borðstigum.
 
Onnur lond eru tó beint í hølunum á oddaliðunum, og fleiri innanhýsis dystir eru í seinasta umfari týsmorgunin, so alt kann framvegis henda. 
 
Ivan Sokolov stjórnar usbekiska landsliðnum sum venjari. Usbekistan telvar í seinasta umfari í morgin móti Hollandi, sum Ivan sjálvur hevur umboðað í fleiri ár. Ivan hevur búð í Hollandi síðan hann í 1992 fór úr heimlandinum Jugoslavia/Bosnia-Herzegovina undir borgarakrígnum á sumri 1992. Fyrstu mánaðirnar sum flóttamaður helt hann til í Føroyum og virkaði sum venjari hjá Havnar Telvingarfelag tað summarið.
 
Í øðrum umfari legði Ivan usbekisku telvarunum lag á at vinna dystin móti Føroyum, og nú móti Hollandi átti hann at verið teimum hentur, tí hollendsku telvararnar kennir hann væl og virðiliga. 
 
India hevur tvey lið á triðja plássi við 16 stgium. Ein av dyggastu stuðlunum á A-liðnum hjá India er Srinath Narayanan, sum hevur telvað í Føroyum, og vann altjóða kappingina Faroes Open í 2018. Stjørnuskotið Gukesh, sum bara er 16 ár, hevur 8½ stig av tíggju á 1. borði á B-liðnum hjá India.
 
Eitt av óvæntaðu úrslitunum í dag var, at Moldova vann á Noregi. Stórmeistarin Vladimir Hamitevici, sum hevur telvað á 1. borði hjá Klaksvík í føroysku liðkappingini, var sigursharri í dystinum við at vinna á Johan-Sebastian Christiansen. Á 1. borði mátti Magnus Carlsen sættast við remis.
 
Ein annar fyrrverandi telvari í føroysku landskappingini, sviin Tiger Hillarp Persson, sum telvaði við kollfirðingum árini fyri aldamótið, vann í dag fyri Svøríki móti Póllandi, tó at sviar taptu dystin.
 
Á topp 10-borðunum í dag vóru úrslitini hesi:
 
1. India (B). – Usbekistan 2-2
2. Aserbadsjan – Armenia 1-3
3. USA – Turkaland 3-1
4. Iran – India 1½-2½
5. Serbia – Holland 2-2
6. Spania – Kekkia 2½-1½
7. Ungarn – Ukraina 2-2
8. Týskland – Ísrael 3-1
9. Ongland – Italia 3-1
10. Frakland – Litava 2-2
 
Og hjá norðurlondum skarst soleiðis í dag:
Norra – Moldova 1½-2½
Pólland – Svøríki 2½-1½
Ísland – Grikkaland 1½-2½
Kolumbia – Danmark ½-3½
Finnland – Uganda 3-1
Føroyar – Malta 3½-½
 
Oddastøðan:
 
1. Usbekistan 17 stig
2. Armenia 17
3. India B. 16
4. India 16
5. USA 16
6. Holland 15
7. Spania 15
8. Ongland 15
9. Týskland 15
10. Serbia 15
 
26. Danmark 13
41. Norra 12
49. Finnland 12
51. Svøríki 12
54. Ísland 12
94. Føroyar 10
 
118 lið í alt.
 
Toppdystirnir í morgin:
 
Usbekistan – Holland
India B. – Týskland
Armenia – Spania
 
India – USA
Ongland – Moldova
 
Morguntelving
 
Tað verður snimma á morgni í morginári, ella rættari sagt í nátt, at fyrstu leikirnir verða fluttir í øllum dystum í seinasta umfari í Chennai.
 
Byrjað verður klokkan 10.00 indiska tíð – tað er klokkan hálvgum seks í nátt føroyska tíð. So er bara at tørna tíðliga út, tendra telduna og fara á netið at vita, hvussu leikur fer hjá okkara monnum móti Uganda.
 
Leinki til dystirnar sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com

Uppreisn og stórsigur

Hesir vunnu stórsigur á Malta í dag. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.
 
So bragdaði aftur hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. 
 
Í tíggjunda og næstsíðsta umfari í dag vunnu Føroyar heili 3½-½ á Malta. Sigurin var ógvuliga kærkomin eftir heldur slakan byr í seinastu dystunum. 
 
Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft vunnu allir, og á fjórða borði telvaði John Rødgaard remis. 
 
Føroyar eru styrkismettar væl fremri enn Malta, men seinastu dagarnar hava vit javnan sæð, at favorittleikluturin kann vera svikaligur. Vit plaga annars at vinna á Malta, bæði í OL og í kappingini fyri smátjóðir í Evropa.
 
Hvussu langt fram í røðina Føroyar vinna seg við hesum sigri fæst at síggja seinni í dag, tá ið allir dystir eru lidnir, og støðan verður gjørd upp. Tá fæst eisini at vita, hvørjum landi telvast skal ímóti í seinasta umfari í morgin.
 
 
Bo. 116
 
  Malta (MLT)
Rtg 60
 
  Faroe Islands (FAI)
Rtg   ½ – 3½
52.1 CM
 
Darmanin, Jake
2101 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2549   0-1
52.2 CM
 
Cilia Vincenti, David
1904 FM
 
Nielsen, Hogni Egilstoft
2414   0-1
52.3 CM
 
Pace, Colin
2159 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2284   0-1
52.4 CM
 
Vella, Duncan
1985 IM
 
Rodgaard, John
2324   0,5-0,5


Naggatódn í India

Føroyska telvararnir í Chennai í dag: Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol.
 
Vit hava í løtuni mótrák á talvolympiaduni í Chennai. Dysturin móti Oman í níggjunda umfari í dag endaði javnur 2-2. 
 
Men henda dystin áttu Føroyar at vunnið.
 
Tá teir høvdu telvað í hálvan fjórða tíma, legði Rógvi Egilstoft Føroyar á odda 1½-½. John Rødgaard hevði frammanundan telvað javnt. Á hinum borðunum stóð væl til hjá okkara monnum. Helgi Dam Ziska hevði at kalla vunna støðu á 1. borði, og Luitjen hevði greiðan fyrimun á 4. borði.
 
Helgi, sum hevur verið okkara tryggi skansi, er nú óansin, og brádliga er greitt, at hann fær ikki annað enn remis og eitt hálvt stig í talvinum. Luitjen missir í góðari støðu mann uttan nakað endurgjald, og so er alt farið, tó at hann roynir at spjálka sum frægast.
 
Føroyska liðið stríðist at fáa naggatódnina úr aftur, tí í seinastu dystunum hevur tað ikki gingist eftir vild. 
 
Føroyar eru nú nummar 105 í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Vit eru styrkismettir nummar 60.
 
Tvey umfør eru nú eftir. Skal tað eyndast at fáa eitt úrslit, sum er nøkulunda í samsvar við okkara styrkismeting, ræður um at vinna báðar dystirnar, sum eftir eru.
 
Seinastu dystirnir vera í morgin og týsdagin.

Oman til Oman

Føroyska liðið fyri dystin móti Oman í dag. F.v: Helgi Dam Ziska, Luitjen A. Apol, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Soleiðis kallaði Sonne Smith eina útvarpssending, tá ið hann einaferð hevði vitjað og hildið jól hjá einum beiggja sínum, ið starvaðist í sultánveldinum við Persaflógvan.
 
Vit kunnu siga, at føroyska talvlandsliðið er farið longu leiðina oman til India at telva móti Oman. Vit hava ongantíð telvað móti Oman fyrr. Teir mundu hava sín olympiska talvdóp norðuri í Tromsø í 2014, og hava tí ikki stórar altjóða royndir í talvi. 
 
Men sum skilst er sultanurin, sum einsamallur ræður fyri borgum í islamska landinum við Arabiska Nesið, farin undir at nútímansgera samfelagið, tó ikki á demokratiskum stigi. Skúlaskapur hevur fingið hægstu raðfesting. Tá ið sultanurin tók við eftir pápa sín fyri hálvthundrað árum síðani, vóru einans tríggir fólkaskúlar í landinum, nú eru teir útivið 700. 
 
Eftir øllum at døma, er talv vorðið vanligt millum Oman-búgvar síðan aldamótið. Tað búgva umleið fimm milliónir fólk í Oman.
 
 
Vend má koma í
 
Á pappírinum eru Føroyar stórfavorittur í dag. Vit eru styrkismettir nummar 60, teir nummar 146. Teir hava kortini havt hendinga góð úrslit í India. Teir vunnu 3-1 á Jordan, sum hevur tveir altjóða meistarar, og 2½-1½ á Ný Zelandi. 
 
Lágu styrkitølini hjá omansku telvarunum kunnu tí vera fals undir fríðum skinni. Kortini eiga vit at kunna krevja av okkara monnum, at teir vinna í dag. Vit mugu fáa nøkur stig nú, tí umráðandi er, at vit taka okkum longur fram í røðina, so at vit fáa eitt endaligt úrslit, sum er í toluligum samsvari við okkara styrkismeting.
 
Føroyar taptu heldur óvæntað í gjár fyri Zimbabwe, sum er styrkismett væl lægri enn Føroyar. Føroyar eru nú dragnaðar aftur til nummar 113 í røðini av teimum 188 londunum í kappingini. Vit eru styrkismettir til nummar 60.
 
Høgni Egilstoft Nielsen hevur frí í dag. Í staðin telva Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft, John Rødgaard og Luitjen Akselsson Apol.
 
Dystirnir í dag byrjaðu klokkan 10:30 okkara tíð. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.
 
Telvað verður aftur í morgin og týsdagin, tá seinasta umfar er í Chennai.
 
. 146
 
  Oman (OMA)
Rtg 60
 
  Faroe Islands (FAI)
Rtg  
1 FM
 
Al Maashani, Amer
1947 GM
 
Ziska, Helgi Dam
2549  
2 FM
 
Salim Mohammed, Salim Al Amri
1917 FM
 
Egilstoft, Rogvi
2284  
.3 CM
 
Salim Issa, Ali Shamas
1851 IM
 
Rodgaard, John
2324  
.4  
 
Al Busaidi, Hamood
1743  
 
Apol, Luitjen Akselsson
2289

Føroyar dragna

Føroyska liðið í dag – f.v.: Rógvi Egilstoft, Luitjen A. Apol, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.

Stígur er komin í hjá føroyska talvlandsliðnum á olympiaduni í India. Føroyar taptu í áttanda umfari í dag 2½-1½ fyri Zimbabwe. 
 
Føroyar eru styrkismettar nummar 60 og Zimbabwe nummar 94. Føroysku telvararnir høvdu væl hægri rating á øllum borðum í dag, kortini eydnaðist ongum at vinna.
 
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard telvaðu allir remis, og á fjórða borði tapti Luitjen Akselsson Apol.
 
Føroyar eru nú dragnaðar aftur á 113. pláss í røðini.
 


Misjavnt
 
Ólíka betur gongur hjá einum javnlíka hjá føroyska landsliðnum – Andorra – sum vit plaga at dystast við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Andorra vann í gjár púra óvæntað á Sveis, sum er styrkismett nummar 36, og telvaði  í dag 2-2 móti Kuba, sum er styrkismett nummar 32, og hevði fýra stórmeistarar á liðnum. Andorra er í løtuni nummar 33 í røðini, men er styrkismett ájavnt við Føroyar. 
 
Her skal kortini nevnast, at Andorra innflytir uttan himpr góðar spanskar telvarar á sítt landslið. Sum nú er, er minsti parturin av liðnum upprunaliga úr Andorra. Tveir stórmeistarar eru á liðnum, báðir eru at kalla javnsterkir við Helga Dam Ziska. De La Riva hevur m.a. verið spanskur meistari. Kortini eru seinastu úrslitini hjá Andorra merkisverd. 
 
Hjá øðrum gongur minni væl. Norra hevur verið eitt stórt vónbrot. Teir eru styrksimettir nummar trý, men eru í løtuni nummar 40. Magnus Carlsen hevur kortini gjørt sítt, tí hann hevur seks stig av sjey møguligum á 1. borði – tvey eru endað jøvn. 
 
Uppaftur verri stendur helst til hjá stóra OL-favorittinum USA. Í gjár høvdu teir sigurin í hendi móti Armenia, men so snávaði Sam Shankland á fjórða borði í javnari støðu og tapti, so at dysturin endaði 2-2. Men í dag tapti USA heili 3-1 fyri B-liðnum hjá India, og nú er mestsum vónleyst hjá amerikanska liðnum at koma afturíaftur.
 
 
Armenia og India
 
Í India er rættur talvfepur. Tað gongur strúkandi hjá indisku liðunum í kappingini. Telvarin, sum øll tosa um í India, er tann einans 16 ára gamli Gukesh, sum situr á 1. borði á B-liðnum hjá India, sum er nummar tvey í kappingini. 
 
Hesin Gukesh hevur tikið talvheimin á bóli. Púra óhoyrt hevur hann vunnið øll átta talvini higartil á 1. borði móti heilt sterkum mótstøðumonnum. Hesin unglingin nýtist ongan frídag, hann er við í hvørjum dysti, og hann leggur allar mótstøðumenn niður eftir tørni. 
 
Í dag var hildið, at søgan fekk ein enda, nú hann møtti nummar eitt hjá USA, Fabio Caruana, men nei – Caruana fekk eisini sama túrin sum allir aðrir. Prestasjónsavrikið hjá honum umroknað í rating er ørandi høgt, eingin hevur sæð nakað líknandi fyrr. Kanska situr Magnus Carlsen og hugsar sítt.
 
 
Gukesh D (@DGukesh) / Twitter
 
16 ára gamli indarin Gukesh, sum bara vinnur og vinnur í Chennai.
 
 
Eitt annað lið, sum eisini strýkur avstað, og sum er einsamalt á odda, er Armenia. Teir komu til India uttan stóru stjørnuna, Levon Aronian, sum hevur givið seg yvir til amerikanskan mammon, men hinir spenna seg út og standa seg betur, enn nakar hevði hugsað, tí Armenia er styrkismettir sum nummar 12.
 
Samanberingin millum Armenia og USA er áhugaverd. Avrikið hjá armensku telvarunum er kanska fyrst og fremst grundað á samanhald og eyðmýkt og góðan liðanda. Amerikanska liðið hevur helst ikki sama festi. Alt ber á brá at vera eitt stórt prestisjuprojekt hjá billiarderinum Rex Sinquefield, sum er múgvandi vinnulívsmaður og filantropur, og rótfestur amerikanskur patriotur av tí gamla kristinkonservativa slagnum. Hann hevur fíggjað ein stóran amerikanskan talvmiðdepil í Saint Louis. 
 
Fleiri av fremstu telvarum í heiminum eru knýttir at hesum depli. Hesir geva seg allir undir amerikanskan talvtjóðskap, soleiðis at teir kunnu umboða USA á olympiadunum. Nevnast kunnu Aronian (Armenia), Wesley So (Filipsoyggjar), Dominguez Perez (Kuba) og Fabiano Caruana (Italia). Caruana er gaman í føddur og uppvaksin í USA, men er av italskari rót, og fór sum ungur til Evropa at menna seg sum telvari. Hann gav seg tá undir italska talvsambandið, og umboðaði Italia á nøkrum talvolympiadum, men nú er hann aftur í USA – í Saint Louis – og umboðar USA. Hesir fýra manna amerikanska landsliðið í India saman við Sam Shankland. 
 
Men higartil hava stórfavorittarnir svikið. Kann tað hugsast, at her eru ov nógvir kongar á sama liði, sum ikki hava sama hjartalag og eyðmýkd fyri uppgávuni, sum hinir?
 
 
 
Quo Vadis, Føroyar?
 
Nú eru trý umfør eftir í talvolympiaduni í India. Tey vera avgerandi fyri endaliga úrslitið. Enn ber til at vinna seg væl longur fram í røðina. 
 
Endaliga plaseringin í kapping sum hesari kann ofta vera rættiliga misvísandi, tí sveiggini eru so stór fyri hvørt umfar. Hetta gjørdi seg serliga galdandi fyrr, tá bara borðstigini taldu. Nú eru tað dystarstigini, sum telja fyrst. Men eftir at hava tapt tveir dystir á rað, hava vit ikki flutt okkum nakað fram, men eru bara dragnaðir.
 
Júst hvar vit lenda í longu røðini við teimum 188 liðunum skal tí ikki einsamalt vera avgerandi fyri eina heildarmeting av føroyska avrikinum, annað er eisini, sum hevur týdning. Men tað er einki dulsmál, at fleiri av føroysku telvarunum eru ikki av álvara komnir á lagið. Okkum nýtist bara at hyggja at einstøku avrikunum hjá okkara telvarum fyri at staðfesta, at allir uttan Helgi ganga aftur í rating, sum nú er. Tí er at vóna, at føroysku telvararnir geva okkum ein góðan spurt.
 
Helgi Dam Ziska var ikki við í dag – spurningurin er, um vit yvirhøvur hava ráð til slíkt luksus, tá hinir ikki fáa tað at ganga eftir vild. 
 
 
Oman í morgin
 
Í morgin telva vit móti Oman. Teir eru styrkismettir nummar 146. Eingin hevur omanfyri 2000 í rating. Eftir tí, átti tað at verið ein avgreiðsluspurningur hjá Føroyum at vunnið, men frægast man vera einki at fyrigykla sær, tí vit hava so mong dømini um, at telvarar við lágum ratingtølum saktans kunnu bíta frá sær. 
 
OL í India er gott dømi um øktu talvglobaliseringina umvegis internetið, sum ber í sær, at lond við ongari ella veikari talvvsiðvenju brádliga gera ein vørr, tí unglingar telva sum brent á netinum samdøgrið á tamb. Tí kunnu eisini telvarar úr landi sum Oman vera úlvar í seyðaskinni.
 
Dystirnir í níggjunda og triðsíðsta umfari byrja sunnumorgunin klokkan 10.30 okkara tíð. Fylgjast kann við leik fyri leik – leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

Helgi og Høgni remis

Føroysku telvararnir móti Argentina í dag. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og John Rødgaard.

Føroyar fingu eitt stig móti Argentina á talvolympiaduni í India í dag.
 
Bæði Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen fingu javnt á ovaru borðunum móti sterkastu telvarunum hjá Argentina. 
 
Á niðaru borðunum noyddust okkara menn til endans at leggja kongin. Leingi var líkt til, at John Rødgaard eisini fór at fáa sítt talv javnt, men í endatalvinum misti hann tráðin. Minni spenningur var um talvið á fjórða borði, har 16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol kýtti seg til fánýtis móti sterkum stórmeistara.
 
Dysturin millum Føroyar og Argentina endaði tí 3-1 til Argentina, sum er styrkismett nummar tretivu í kappingini. 
 
Góða gongdin hjá Helga Dam Ziska stendur við. Hann hevur nú fimm stig í sjey dystum á 1. borði. Í dag var serliga hugaligt at síggja, at føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á 2. borði var mentur at halda tørn við svarta fólkinum móti stórmeistara, ið hevði útivið hálvtannaðhundrað ratingstig fleiri. 
 
Eftir dystin í dag eru Føroyar nummar 96 av teimum 188 liðunum í kappingini.
 
Áttanda umfar er í morgin. seinni í kvøld fæst at vita hvørjum Føroyar telva ímóti.
 
Ellivu umfør eru í alt. Olympiadan endar týsdagin.

 

Føroyar møta Argentina

Føroyska landsliðið á sightseing á fornum tempulleiðum í Chennai á einasta frídegnum á talvolympiaduni í gjár. F.v.: Helgi Dam Ziska, Luitjen Akselsson Apol, Ingolf Gaard, liðleiðari, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft.
 
 
Tað verður aftur sera sterk mótstøða á talvolympiaduni í India í dag. Vit møta Argentina, sum er styrkismett nummar 30 av teimum 188 liðunum.
 
 
Argentina er søguliga sterk talvtjóð. Í nógv ár lógu teir framvið at vinna heiðursmerki á OL, og nakrar ferðir í 50-unum endaði Argentina nummar trý á talv-OL. Tá ráddu menn sum Najdorf, Panno, Bolbochan o.a. fyri talvborgum í Argentina.
 
Argentina hevur tvær ferðir hýst talvolympiaduni. Fyrru ferð í 1939. Liðini í Evropa høvdu tá einar tvær vikur um longu ferðina við skipi vestur um hav. Mitt undir kappingini brast seinni heimsbardagi á. Fleiri telvarar vóru verandi í Argentina til kríggið var av. Aðrir løgdu á vandasjógv fyri at sleppa heim. Ein, sum var eftir, var jødiski póllendingurin Najdorf. Tá kríggið var av, frætti hann, at konan, dóttirin og bæði foreldrini vórðu myrd. Najdorf gjørdist nú argentinskur ríkisborgari, og landsins fremsti telvari í ein mansaldur.
 
Í 1978 hýsti Argentina talvolympiaduni á øðrum sinni. Telvað var á Estadio Monumental í Buenos Aires, har Argentina stutt frammanundan hevði vunnið heimsmeistaraheitið í fótbólti á fyrsta sinni. Illa lýdda hernaðarstýrið ráddi tá fyri borgum í Argentina, og í bygninginum beint yvir av leikstaðnum vórðu fleiri av politisku andstøðingunum settir fastir. Millum leikirnar á Estadio Monumental hoyrdust viðhvørt í kvirruni skotríðir frá hermonnum, sum høvdu skotvenjingar yvirav.
 
Argentina hevur fimm stórmeistarar á liðnum í Chennai. Miðalstyrkitalið er 2558. Argentina hevur vunnið tríggjar dystir – allar 4-0 – móti grannalandinum Kolumbia var javnt 2-2, og dystirnir, sum teir hava tapt, hava verið móti Aserbadsjan, ið er styrkismett nummar seks í kappingini, og Ukraina, sum fyrr hevur vunnið talv-OL, og sum er við, tó at Russland hevur gjørt innrás í landinum.
 
Mundu fingið Carlsen
 
Tað var annars um hár gjørt, at Føroyar møttu Norra heldur enn Argentina í dag. Norra fekk í staðin Norðurmakedonia, sum er beint undir liðini á okkum eftir sætta umfar. Tað hevði annars verið stuttligt at sæð okkara stórmeistara roynt seg móti heimsmeistaranum Magnusi Carlsen.
 
Føroyingar fingu annars høvi at heilsa uppá Magnus Carlsen fyrrakvøldið, tá veitsla var fyri telvarunum í Chennai. Høgni Egilstoft Nielsen var komin í prát við norska heimsmeistaran, og tað vísti seg, at Magnus visti heilt fitt um føroyskar telvarar. Og tað kemur kanska ikki av ongum. Tí ein føroyskur telvari hevur tvær ferðir vunnið á Carlsen.
 
John Arni Nilssen telvaði í 2011 tvær ferðir móti tá einans 10 ára gamla Magnusi, fyrst í Gausdal í januar 2011, og so aftur í norðurlandameistarakappingini í august sama ár, og báðar ferðir vann John Arni. Hóast Magnus var eitt av talvsins undurbørnum, var hann sum tíggju ára gamal tó ikki mentur at standa einum altjóða meistara kurl. 
 
Alt suðuramerika
 
Talið á dystum og røðin av londum, sum Føroyar hava møtt í landsdystum á talvolympiadum síðani 1970, smæðist ikki burtur. 
 
Og nú vit í dag á fyrsta sinni møta Argentina, kann staðfestast, at Føroyar hava telvað móti øllum tólv londunum í Suðuramerika á talvolympiadum. 
 
Tey bæði størstu og sterkastu londini hava verið eftir í nøkur ár, men á seinastu OL-leikunum á Georgia í 2018 møttu vit Brasil. 
 
Vit taptu 3-1 móti sterka liðnum úr fólkaríka landinum, men á 1. borði gjørdi Helgi Dam Ziska tað bragd at vinna á GM Rafael Leitao (2620) í stórum stíli – uttan iva eitt av bestu talvunum hjá okkara stórmeistara á OL.
 
Summum suðuramerikanskum londum hava vit møtt fleiri ferðir, øðrum bara eina ferð. Her er yvirlitið:
 
 
Kolumbia
1992 Føroyar-Kolumbia 1-3
2002 Føroyar-Kolumbia ½-3½
2004 Føroyar-Kolumbia 1-3
2006 Føroyar-Kolumbia ½-3½
2008 Føroyar-Kolumbia ½-3½
 
Ekvador
1982 Føroyar-Ekvador 3½-½
1982 Føroyar-Ekvador 3½-½
1994 Føroyar-Ekvador 2-2
2010 Føroyar-Ekvador 2½-1½
 
Paraguay
1980 Føroyar-Paraguay ½-3½
1984 Føroyar-Paraguay 2-2
1996 Føroyar-Paraguay 2-2
2006 Føroyar-Paraguay 2-2
 
Uruguay
1974 Føroyar-Uruguay 2-2
1978 Føroyar-Uruguay 2-2
2006 Føroyar-Uruguay 2½-1½
 
Bolivia
2006 Føroyar-Bolivia 3-1
2008 Føroyar-Bolivia 2½-1½
2016 Føroyar-Bolivia 1½-2½
 
Chile
1992 Føroyar-Chile 1½-2½
1998 Føroyar-Chile ½-3½
 
Peru
1970 Føroyar-Peru 0-4
1978 Føroyar-Peru ½-3½
 
Guyana
1978 Føroyar-Guyana 3½-½
 
Surinam
1982 Føroyar-Surinam 2-2
 
Venesuela
1994 Føroyar-Venesuela 2-2
 
Brasil
2018 Føroyar-Brasil 1-3
 
Dystirnir í dag byrjaðu klokkan hálvgum ellivu fyrrapartin. 
 
Toppdysturin stendur millum Armenia og USA. Sum væntandi var, er armenin Levon Aronian ikki við á amerikanska liðnum í dag. Hann hevur nýliga skift sín armenska talvtjóðskap um við tann amerikanska. Nýggja stjórnin í Armenia hevur sum skilst tikið nakrar av sømdunum, sum telvarar hava átt, frá teimum, og tað fekk hann at rýma. 
 
Amerikanska talvsambandið og hin talvfúsi billiarderurin Rex Sinquefield lokkaðu Aronian í sín part. Aronian hevur verið stóra talvhetjan í Armenia, sum hevur vunnið talv-OL fleiri ferðir seinnu árini við Aronian sum oddamanni.
 
Leinki til dystirnar í dag sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Vunnu á Wales

Hesir tryggjaðu okkum sigurin á Wales í dag. F.v.: Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard.

Føroyar vunnu í dag 3-1 á Wales á talvolympiaduni í India.
 
Helgi Dam Ziska, Rógvi Egilstoft og John Rødgaard vunnu síni talv, men Høgni Egilstoft Nielsen tapti. 
 
Helgi, Rógvi og John telvaðu allir væl og vunnu sannførandi, men Høgni var tikin á bóli av sera ágangandi mótstøðumanni, og fekk ikki vart seg fyri hættisliga álopinum, ið walisin setti í verk.
 
Stórmeistarin Helgi Dam Ziska er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Hann hevur higartil fingið 4½ stig á 1. borði í seks dystum. 
 
3-1 sigurin í dag ber í sær, at Føroyar taka seg fram sum nummar 72 í røðini av teimum 188 liðunum í kappingini. Fyri dystin í dag var føroyska liðið á 97. plássi. Føroyar hava nú 7 dystarstig og 12½ í borðstigum. Vit hava vunnið tríggjar dystir, tapt tveir og spælt ein javnan.
 
Hetta var triði dysturin móti Wales á einari talvolympiadu, og annar dysturin, sum Føroyar vinna.
 
Í morgin er frídagur í Chennai. 
 
Enn er ikki greitt, hvørjum Føroyar telva ímóti í sjeynda umfari fríggjadagin.
 
 
Armenia á odda
 
Armenia vann í dag toppdystin á B-liðnum hjá India 2½-1½, og er nú einasta lið við fullum stigatali – 12 dystarstig eftir seks umfør. 
 
Favorittliðið USA hevur nú otað seg fram á annaðplássið eftir tepran sigur á Iran í dag. Caruana tryggjaði USA sigurin á 1. borði, hinir telvaðu allir javnt. USA er einasta lið, sum hevur 11 stig. Í hølunum á USA er ein riðil av londum, sum hava 10 stig – m.a. øll trý liðini, sum vertslandið India hevur í almennu kappingini.
 
Fríggjadagin verður uttan iva toppdystur millum Armenia og USA. Tá verður spennandi at síggja, um stórtelvarin Levon Aronian, ið júst hevur skift sín armenska tjóðskap um við tann amerikanska, verður við – ella hann ber seg undan júst hesum dysti.
 
Ellivu umfør eru í alt, kappingin endar týsdagin.