Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Úttøkukapping til NM

Úttøkukapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2025 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur A U20: Fødd í 2005-2007

Bólkur B U16: Fødd í 2008-2009

Bólkur C U14: Fødd í 2010-2011

Bólkur D U12: Fødd í 2012-2013

Bólkur E U10: Fødd í 2014 ella yngri

Úttøkan verður skipað við 2. undankappingum og einari finalu. 8 teir bestu telvararnir í hvørjum bólki sleppa í finaluna og 2. teir bestu telvararnir í finaluni sleppa at umboða Føroyar í februar 2025.

1. undankapping verður leygardagin 09.11.2024. Telvað verður á Skúlatrøð í Klaksvík. Kappingin byrjar klokkan 10.00. Telvað verður 7 talv við tíðini 10 min. + 5 sek/leik.

Tilmelding til kappingin fer fram við at senda teldupost til kappingarleidarin@faroechess.com. freistin at tilmelda seg er fríggjakvøldið 8. november kl. 20.00. 2. undankapping verður leygardagin 23. november, og finalan verður sunnudagin 1. desember.

Møtið fjølment

Talvsamband Føroya

Sí eisini

Hørð byrjan

Føroyar rendu seg í Týskland í fyrsta umfari á talvolympiaduni í Usbekistan í dag. Týskland er styrkismett nummar fimm av teimum gott og væl 200 londunum í kappingini. Hetta var fyrsti dysturin nakrantíð hjá Føroyum móti Týsklandi í talvolympisku kappingunum, men í sokallaðu 8-landakappingunum í 80-unum møttu vit Vesturtýsklandi nakrar ferðir.