Brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen vunnu í fjør – Rógvi snarkappingina, og Høgni kvikkappingina. Rógvi er ikki við í ár.
Hetta vikuskiftið telva teir um árliga FM-heitið í ávikavist snar- og kviktalvi. Tað eru sprintarateinarnir í talvi.
Telvað verður á Toftum. Snarkappingin er í dag, kviktelvingin í morgin. 28 verða við í snarkappingini, og 36 í kvikkappingini í morgin.
Favorittar eru Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og føroyameistarin Luitjen Akselsson Apol. Rógvi Egilstoft er ikki við í ár.
Brøður vunnu
Rógvi Egilstoft vann snarkappingina í fjør.
Hann var ósigraður í ellivu talvum; telvaði tvey jøvn og vann níggju. Javnleikirnir vóru móti Helga Dam Ziska og Heðini Gregersen.
Helgi var leingi á sigurskós, men í áttanda umfari tapti hann fyri Høgna Egilstoft Nielsen. Høgni tapti afturímóti fyri Rógva og Margari Berg.
FM snar 2023
1. Rógvi Egilstoft, ST 10 stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 9½
3. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 9
4. Jón í Horni Nielsen, ST 7
5. Luitjen Akselsson Apol, HT 7
37 luttakkarar í alt.
Í kvikkappingini tók yngri bróðirin revansju. Nú var Høgni bestur. Og annan dagin á rað vann Høgni Egilstoft Nielsen á Helga Dam Ziska.
Høgni vann rættiliga sannførandi. Eitt remis móti eldra bróðrinum, og so vann hann alt hitt. Rógvi var ikki so hvassur annan dagin. Hann tapti fyri stórmeistaranum, og umframt javnleikin móti Høgna, var eisini remis móti Luitjen Akselsson Apol og Sjúrð Thorsteinsson. Helgi tapti toppdystin fyri Høgna, men vann allar hinar.
Helgi Dam Ziska hevur sitið tungt á FM-heitunum í snar- og kviktelving, men misti báðar trónurnar í fjør.
Høgni og Rógvi mundu vera í bestu vejingarstøðu fyri ári síðani eftir bæði EM-kapping og smálandakapping stutt frammanundan. Helgi telvaði ikki við landsliðnum í fjør.
Somu fimm telvarar vóru fremstir báðar dagarnar í fjør.
FM kvik 2023
1. Høgni Egilstoft Nielsen, ST 8½ stig
2. Helgi Dam Ziska, HT 8
3. Rógvi Egilstoft, ST 6½
4. Luitjen Akselsson Apol, HT 6½
5. Jón í Horni Nielsen, ST 6
50 luttakarar í alt
Vinnarar í tíggju ár
Snartelvingin hevur drúgvari siðvenju í Føroyum enn kviktelvingin. Telvað hevur verið síðani 1980 um FM-heitið í snartelving.
Nógvu fyrstu árini høvdu telvarar fimm minuttir hvør til talvið. Síðan talvklokkurnar eru vorðnar meira avanseraðar, er tilmálda tíðin broytt.
Nú eru tríggir minuttir umframt tvey sekund fyri hvønn fluttan leik í snartalvi. Í kviktelving hevur hvør tíggju minuttir til talvið umframt fimm sekund fyri hvønn fluttan leik.
FM í kviktalvi hevur verið á hvørjum ári síðani 2019.
FM í snartalvi
2014 Helgi Dam Ziska, HT
2015 Helgi Dam Ziska, HT
2016 Helgi Dam Ziska, HT
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Rógvi Egilstoft, ST
FM í kviktalvi
2019 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2020 Helgi Dam Ziska, HT
2021 Helgi Dam Ziska, HT
2022 Helgi Dam Ziska, HT
2023 Høgni Egilstoft Nielsen, ST