Heim / Tíðindi / Seinastu Tíðindini / Havnin á odda

Havnin á odda

Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var við aftur á havnarliðnum sunnudagin.

 

Sunnudagin var Vestmanna Talvfelag vertur fyri stórum felagsumfari í landskappingini í talvi. Allir dystir í triðja umfari í øllum deildum vórðu telvaðir í Vestmanna.

 

Toppliðini vóru nú betur mannað enn í fyrstu umførunum. Helgi Dam Ziska sat á 1 borði hjá Havnar Telvingarfelag, og Rógvi Egilstoft var komin heim úr Spania at telva við sandavágsmonnum.

 

Vágamenn høvdu lykladyst móti klaksvíkingum, og vunnu 2½ – 1½. Havnarmenn høvdu minni mótstøðu móti uppflytarunum úr Kollafirði, og gjørdu bart á øllum borðum. Ungi kollfirðingurin Markus Jacobsen, sum óvæntað vann í báðum fyrstu dystunum, noyddist hesaferð at lúta.

 

Og í dystinum millum B-liðini hjá Havnini og Klaksvík, vóru klaksvíkingar við yvirlutan.

 

 

1 deild (3 umfar)

 

Havnin (A) – Kollafjørður 4 – 0

Helgi Dam Ziska – Árant Djurhuus 1 – 0

Luitjen Akselsson Apol – Rógvi Mørkøre 1 – 0

Carl Eli Samuelsen – Karl M. Dahl 1 – 0

Hjalti Toftum Jógvansson – Markus Jacobsen 1 – 0

 

Klaksvík (A) – Sandavágur 1½ – 2½

Ólavur Simonsen – Rógvi Egilstoft ½ – ½

Eyðun Nolsøe – Høgni Egilstoft Nielsen 0 – 1

Heðin Gregersen – Silas Eyðsteinsson 1 – 0

Terji Petersen – Jón í Horni Nielsen 0 – 1

 

Havnin (B) – Klaksvík (B)  1½ – 2½

Elias Petersen – Wille Olsen 0 – 1

Øssur Joensen – Ingolf Gaard ½ – ½

Óli Joensen – Tummas M. Sólsker 0 – 1

Poul Poulsen – Bogi H. Eliasen 1 – 0

 

 

Støðan í 1 deild

Havnin (A)  10½ stig

Sandavágur 9

Klaksvík (A)  7½

Klaksvík (B) 4½

Kollafjørður 2½

Havnin (B) 2

 

 

Spenningur í 2 deild

 

Í 2 deild gongur ógvuliga javnt á. Sandavágur, sum duttu úr fremstu deildini seinasta kappingarár, liggja væl fyri í uppflytingarstríðnum, tí harðastu kappingarneytarnir, Klaksvík og Havnin, sleppa ikki upp.

 

Toftamenn liggja á bakhjóli, men taptu hesaferð fyri argafíggindunum úr Runavík. Jens Chr. Hansen var ikki við hjá toftamonnum henda dagin.

 

2 deild (3 umfar)

Havnin – Sandavágur 1 – 3

Kongshavn – Toftir 2½ – 1½

Klaksvík – Havnin B 2 – 2

 

 

Støðan í 2 deild

Sandavágur 7

Klaksvík 7

Havnin 6½

Toftir 6

Kongshavn 5

Havnin B 4½

 

 

Sundalagsmenn fremstir

 

Talvfelagið Rókur hevur lagt seg á odda í 3 deild. Í hølunum á teimum eru gomlu 1 deildarfeløgini úr Vestmanna og Gøtu.

 

3 deild (3 umfar)

Gøta – Kollafjørður 3 – 1

Rókur – Sandavágur 3½ – ½

Vestmanna – Havnin 3 – 1

 

Støðan í 3 deild

Rókur 10 stig

Vestmanna 7½

Gøta 7

Kollafjørður 5

Havnin 4

Sandavágur 2½

 

 

4 deild (2 umfar)

Sandavágur B. – Strendur B. 3 – 1

Suðuroy – Strendur A. 2 – 2

Klaksvík – Havnin 4 – 0

Rókur B. – Toftir 3 – 1

Sandavágur – Gøta 2½ – 1½

 

Støðan í 4 deild

Klaksvík 6½

Strendur 6

Suðuroy 5

Sandavágur B. 5

Sandavágur A. 4½

Gøta 4

Toftir 2

Havnin 1

Strendur B. 1

 

 

Telvað verður aftur í landskappingini annað vikuskiftið. Tá er fjórða umfar fyri. Í 1 deild verður telvað soleiðis: 

 

Klaksvík A – Havnin A

Sandavágur – Klaksvík B

Kollafjørður – Havnin B.

 

 

FM í kvik- og snartalvi

 

Árliga FM-stevnan í snar- og kviktalvi verður nú um vikuskiftið. Telvað verður í Talvhúsinum á Toftum.

 

Byrjað verður leygardagin kl. 13.30. Tá er FM-Snar áskránni. Tiðin til alt talvið verður 3 min. + 2 sek/leik. Ellivu umfør eru í alt. 

 

Sunnudagin kl. 13.30 verður FM-Kvik telvað. Tiðin til alt talvið verður 10 min. + 5 sek/leik. Telvað verða 9 umfør. 

 

Øll eru vælkomin at luttaka í kappingunum, bæði roynd og óroynd. Tað er ikki krav at luttikið verður í báðum kappingunum.

 

Og virðislønir vera sum vant latnar fremstu telvarunum.

 

Sí eisini

INNBJÓÐING: 2. undankapping til NM

Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum …