Heim / Tíðindi (síða 105)

Tíðindi

Rókur Open – Rógvi E. Nielsen 5/5!

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum.

9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum – samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over".

Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum !  Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi.

Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200

 

Endaliga støðan finst á:

http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1

 

Jólakapping hjá Sandavágs Talvfelag

 

Kappingin gjørdist sera spennandi, tá liðugt var, stóð á jøvnum ímillum brøðurnar Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen, tað skuldi tískil umdystur til, tá telvaðu teir 2 talv, Rógvi gjørdi bart og vann tá bæði talvini. 

 

 

 

 

Støðan:

1. Rógvi Egilstoft Nielsen 17½ stig
2. Høgni Egilstoft Nielsen 17½ stig
3. Torkil Nielsen 16 stig
4. Carl Eli N. Samuelsen 15 stig
5. Jonfinn Thomsen 14½ stig
6. Jón Gregersen 12½ stig
7. Silas Eyðsteinson 12 stig
8. Bernhard Augustinussen 10½ stig
9. Tórur Gudmundsen 9½ stig
10, 11 og 12 Hans D. Joensen, Heri Christoffersen og Hannus Olsen 8½ stig
13 og 14 Torkil Petersen og Hjalti Petersen 7 stig
15. Magnus Simonsen 6 stig
16 og 17 Hermann Joensen og Gutti Petersen 5½ stig
18 Allan Nielsen 4½ stig
19. Janus Egilstoft Nielsen 4 stig
20. Dánjal Christoffersen 0 stig.

 

 

Kelda: Joanisnielsen.fo


Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag

 

Kappingin var sera jøvn allan vegin, har einir 6 telvarar høvdu møguleika at vinna tá ið komið var í helvt. Síðsta umfar telvaði Petur ímóti arvafíggandanum Kára Durhuus, og vann Petur, ja, so vann hann kappingina, men tað endaði við at Kári vann, og so endaði alt við at Jákup til síðst vann. Martin vann í síðsta umfarið ímóti Samson, men var ov stuttur. 
Eftir kappingina var borðreitt við ræstari súpan og kjøtið, og vóru menn á einum málið um, at hetta var eitt tað besta kjøti menn høvdu etið, sjálvt Martin hevði jólastjørnir í eygunum. 
Rógvi Hansen vann ratingvirðislønina, meðan Samson vann mandulgávuna.
Martin vann á Petur um 2. plássið.
Ein góð kapping var komin at enda, og menn gleða seg til næsta ár. Annars skuldi Torbjørn verða við, men hann settist aftur grunda av at hann skuldi grava kava á Oyggjarvegnum.

Endaliga støðan:

1. Jákup á Rógvu Andreasen            13½
2. Martin Brekká                                   13    (umdyst 2-0 ímóti Petur)
3. Petur Højgaard                                13
4. Samson Højgaard                          11½
5. Jón Mikkelsen                                  10½
6. Kári Durhuus                                   10½
7. Einar Olsen                                      9½
8. Hanus Ingi Hansen                        9
9. Rógvi Hansen                                  9
10. Alfred Olsen                                   6½
11. Sjúrður Olsen                                6½
12. Jóhann Vørmadal                         6½
13. Rói Holgarsson                            5
14. John Jacobsen                             4½
15. Palli Johannesen                         4
16. Jóhan Jákup Vørmadal               2½
17. Fróði Skúvadal                              2

Eyka aðalfundur 25 februar 2012

 

Av reint praktiskum orsøkum verður:

Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 31 mars kl. 18.30 í  Ósáskúlanum.

 

Skrá:

Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

 

Arild vann á Korchnoi

Hesa ferð var talan um navnframa Viktor Korchnoi , sum er "still going strong" 80 ára gamal. Av teimum 22 talvunum Viktor telvaði, vann hann 18,
telvaði 3 jøvn og tapti 1. Eitt framúr avrik av Arild, sum meira ella minni er tiltikin, tá ið talan er um simultan móti sterkum telvarum.

 

Talvið sæst niðarlaga á hesari síðuni: Viktor Korchnoi – Arild Rimestad

FM Ung-einstaklingar Finalan

Kappingin um FM-heitið verður í somu aldursbólkum sum til NM-kappingina:

A – bólkur: Telvarar føddir 1992-94 (17-20 ár)
B – bólkur: Telvarar føddir 1995-96 (15-16 ár)
C – bólkur: Telvarar føddir 1997-98 (13-14 ár)
D – bólkur: Telvarar føddir 1999-00 og (11-12 ár)
E – bólkur: Telvarar føddir 2001 og seinni. (10 ár og yngri)

Finalan verður í "Skúlin við Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt 47"  leygardagin 26  novembur 2011 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).

Leiktíðin verður 1 tíma til alt talvið. Umførini verða løgd eftir luttøkuni fríggjakvøldið.

Seinasta freist at melda luttøku, er fríggjakvøld 25. novembur 2011 kl. 18.00.

Meldið til á faroechess@faroechess.com ella smsa 22 14 22 – Minnist til at upplýsa føðingardag tá meldað verður til.

Vanligar talvreglur eru galdandi fyri kappingarnar – og hesar kunnu ikki tillagast.

TALVSAMBAND FØROYA