Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri unglingar er byrjað, og hevur føroyska ferðalagið lagt varisliga út. Sum vant verða tvey talv telvaði um dagin, og í dag komu 2 stig til høldar.
A-bólkur:
Silas G. Hannesarson vann eitt spennandi talv, har úrslitið kundi farið báðar vegir. Men hóast meira ella minni óroyndur í NM-høpi, so kempaði Silas við hvíta fólkinum, og fekk eitt flott úrslit móti sterka dananum Oscar.
Seinna talvið tapti Silas móti íslendinginum Oliver, ið telvaði bæði trygt og væl.
Rógvi Mørkøre tapti bæði talvini ídag, men eftirmetingarnar vístu, at kjansir vóru til stig í fyrra talvinum. Seinna talvið stóð Rógvi skjótt verri, kempaði væl, men tapti.
B-bólkur:
Luitjen telvaði eitt rótut fyrra talv, ið hann tíverri tapti, meðan seinna talvið bleiv remis. Í stuttum kann sigast um bæði talvini, at møguleikar vóru til meiri.
Jón í Horni Nielsen tapti bæði talvini ídag, men tað kundi lættliga verðið øðrvísi. Við svørtum glapp javnleikur úr hondum á stokkinum. Og við hvíta fólkinum telvaði Jón leingi væl, men so fór alt í ”svart”.
C-bólkur:
Elias gjørdi ein feil tíðliga í fyrra talvinum, og kom ongantíð fyri seg. Í seinna talvinum kundi Elias fingið avgerandi fyrimun tíðliga, men tók ikki av. Hinvegin tók svartur heldur ikki av stórum fyrimuni, og í røttum Salomonskum anda endaði talvið remis.
Markus telvaði óneyvt fyrra talvið, og tapti móti væl telvandi íslendinginum Ingvar. Seinna talvið var heldur løgið. Hvítur fekk fyrimun tíðliga, men Markus royndi sum frægast og hekk væl í. Fyrimunur komu síðani báðar vegir, javnt viðhvørt, men endaliga úrslitið bleiv eitt tap.
D-bólkur:
Bæði Petur og Brestir telvaðu heilt okay fyrru talvini, men smáir óneyvleikar kostaðu til endans.
Seinna talvið var Brestir heilt væl við leingi, men tíverri kostaði ein lítil feilur alt talvið. Petur tapti seinna talvið heldur lættliga, tá ið hann gloymdi eina simpla fellu.
E-bólkur:
Magnus er við fyri fyrstu ferð, og fær seg royndan. Hann tapti bæði talvini ídag, men serliga fyrra talvið kundi lættliga verðið meiri spennandi.
Oskar tapti eisini bæði talvini, men ”skuldi” havt fingið minst eitt hálvt stig ídag. Fyrra talvið var helst merkt nakað av nervum, men seinna hevði Oskar møguleikar til bæði sigur og javnleik.
Samanumtikið vóru fleiri støður ”stong út”, heldur enn ”stong inn” ídag. Enn eru tó langt frá allar súður syftar, og einki er at ivast í, at fleiri stig eru ávegis.
Enn er lagið gott, veðrið er framúr og vónirnar hevur man altíð!